Tiltakið gav umvegis Hans Blix eitt gott innlit í vápnahóttanina í heiminum í dag. Tá hugsað verður um yvirgangsbólkar, so er tað møguleikin fyri evnafrøðisligum vápnum, vit skulu leggja størstan dentin á. Kjarnorkuvápn eru ov trupul at fáast við, um tey ikki beinleiðis verða stolin.Lívfrøðilig vápn eru heldur ikki bara sum at siga tað at fáast við. Veruliga hóttanin, sum vit skulu hugsa um, er vápnadubbingin sum hevur tikið seg uppaftur millum lond. T.d. vil Iran hava kjarnorku, tí Pakistan, India og Ísrael hava. Rusland og Kina mugu menna seg, tí USA mennir seg við missilverjuskipan os.f.r. Harafturat eru vápnini frá Kalda Krígnum ikki enn í nóg stóran mun tikin burtur. Tí er, sambært Blix, stórur vandi fyri eini neiligari ringrás við vápnadubbing, um altjóða samstarv ikki fæst á økinum. Kappingin millum lond er ein størri hóttan enn t.d. yvirgangshóttanin.
Blix legði eisini dent á, at innrásin í Irak uttanum ST er beint ímóti niðurstøðuni hjá vápnaeftirlitsmonnunum, og vísir tað, at stórur tørvur er á broyting.
Clinton gav eina mynd av, at fyri fyrstu ferð í søguni hevur einstaklingurin stóran møguleika at ávirka umvegis at geva pengar til ymsar felagsskapir, við beinleiðis felags røddum og NGO felagsskapum. Tí er neyðugt at einstaklingurin tekur støðu og roynir at ávirka. Allar avgerðir verða ikki longur tiknar av politikarum og poliskum skipanum. Eisini vísti hann á, at tað er altavgerðandi at arbeiða við trygdarpolikki í breiðum høpi, m.a. vápn, kríggj, yvirgang, umhvørvi og vistfrøðiligu skipanina. Londini klára tað ikki einsamøll longur og at tað er neyðugt at vit arbeiða við at menna allan heimin, til tess at syrgja fyri at øll fáa møguleikar. Tað at fólk ikki hava møguleikar til at fylgja sínum dreymum, kann verða við til at skaka heimin, um ónøgdin skapar móttiltøk í nóg stóran mun.
Eisini vísti hann á, at vit eiga at taka umhvørvispurningin og vakstrarhúsárinini í størsta álvara.
Høvuðsboðskapur hansara er at einstaklingurin hevur størri møguleikar enn nakrantíð áður at ávirka, tí skulu øll taka støðu til hesar fýra grundleggjandi spurningarnar:
1:Hvat er grundleggjandi skipanin í 21. øld?
2:Um skipanin í 21 øld ikki er burðardygg, hvussu hevði tú broytt hana?
3:Um ynski er at flyta frá interdependensi til størri samrenning av heimsins londum, hvussu hevði tú gjørt tað?
4:Hvør skal gera hetta og hvat gert tú fyri at fremja hesa broytingar?
Hesir spurningar skulu eisini medvirka til at vit taka eitt felags støði í heiminum. Allur heimurin má semjast um at arbeiði út frá sama støði, tí samstarv er alneyðugt í okkara heimi í dag. Tað nyttar einki at lond ella heimspartar arbeiða í sjálvdrátti. Tað krevur hart arbeiði og kompromis semjur, tí tað er neyðugt fyri at kunna samstarva..
Leinkjur:
Weapons of Mass Destruction Commission www.wmdcommission.org
The Bill Clinton Foundation www.clintonfoundation.org









