FORCE MAJEURE
Eftir at fyrireikararnir av Summarfestivalinum um vikuskiftið vórðu noyddir at avlýsa ein stóran part av tiltakinum leygardagin, og eitt orkstur ikki spældi í fjør, hevur spurningurin, um festivalgestirnir hava rætt til at fáa part av atgongumerkinum endurgoldið, tikið seg upp.
Á sjálvum atgongumerkinum til Summarfestivalin stóð tilskilað, at »Fyrivarni verður tikið fyri force majeure«.
Tað er kortini ivasamt, um hugtakið force majeure umfatar hvirlur, vind og regn.
Sosialurin hevur prátað við ein føroyskan og ein danskan advokat, sum báðir siga, at force majeure merkir viðurskifti, sum eru púra óvæntað og koma uttanífrá.
- Hóast tað er nevnt á atgongumerkinum, so bíta dómstólarnir tó neyvan á hetta.
- Í Føroyum skal nógv til force majeure. Illveður hevði neyvan verið góðkent sum force majeure. Høvuðreglan er, at fólk eiga at fáa pengarnar aftur, um tað so er eitt atgongumerki ella ein pakki av margarini, sigur ein føroyskur advokatur, sum ikki vil vera nevndur.
Meting má gerast í hvørjum máli
Ein annar advokatur, sum starvast í Danmark, minnir á, at force majeure er eitt torført og vítt hugtak, og tí má metast í hvørjum einstøkum føri, um hugtakið kann brúkast. Hinvegin er nógvur vindur neyvan nakað, sum er púra óvæntað í Føroyum, heldur advokaturin, sum ikki vil taka støðu til hetta konkreta málið.
Hann sigur eisini, at tað helst eisini er munur á, um fólk hava verið til nakrar konsertir, ella um tey t.d. hava keypt dagsatgongumerki og onga konsert hava hoyrt.
Force majeure er serliga brúkt innan arbeiðsrætt, har tað rættiliga greitt verður tulkað. Hinvegin metir danski advokurin, at t.d. á Roskildefestivalinum, har áarføri var, høvdu fólk neyvan fingið goldna pengini afturrindaðan, av tí at festivalurin helt fram, og fólk kundu vera festivalinum, um tjaldútgerðin o.a. væl at merkja var nóg góð.
Ein fyritøka, ið ofta nýtir hugtakið force majeure er DSB í Danmark. Tó hava løgfrøðingar javnan víst á, at vánaligt veður kann koma fyri, og tí ikki kann roknast sum nakað óvantað uttanífrá.
Brúkarasamtakið skilir Summarfestivalin
Petur í Gong, formaður í Brúkarasamtakinum, sigur tó, at tey ikki ætlað sær inn í hetta málið.
Hann sigur, at hóast hann ikki er løgfrøðingur, so metir hann ikki, at talan eigur at vera um endurgjald frá festivalinum.
- Eg var sjálvur har norðuri og vísi stórt forstáilsi. Eg haldi tó, at tað átti at verið avlýst áðrenn, sigur Petur í Gong.
- Fyri okkum er tað grundleggjandi, at um tú rindar fyri okkurt, so skalt tú hava tað, men í hesum førinum vóru umstøðurnar vánaligar, sigur formaðurin í Brúkarasamtakinum, sum einki ætlar at gera við Summarfestivalin.
-- -- -- -- --
Fakta:
Force majeure er det fuldstændige uforudsigelige - det vil sige lidt populært sagt - et vulkanudbrud på Rådhuspladsen. Snevejr - lukkede broer - udkørselsadvarsler i vintermånederne i Danmark er bestemt ikke uforudsigeligt. Så derfor vil man i tilfælde af afbestilling skulle anses dette som sådan, og betale godtgørelse efter de indgåede aftaler.
kelda: www.danskeerhverv.com