Brúk fyri øllum

Lógin um almannapensjónir verður broytt so at fólka- og fyritíðarpensionistar kunnu fáa meiri burturúr lønarvinnu. hetta verður gjørt við at hækka upphæddina, sum loyvt er at forvinna skattafrítt oman á pensiónina. Eisini verður mótrokningin í pensjónini av aðrari inntøku minkað munandi. Tað skal altíð loysa seg at arbeiða

Altjóða sáttmáli um rættindi hjá fólki við breki verður settur í gildi fyri Føroyar. Virkast skal miðvíst við proaktivum tiltøkum til at skapa betri arbeiðs- og inntøkumøguleikar fyri fólk við skerdum førleika.

 

Eyka barnastuðul skal veitast støkum uppihaldarum, so hesir ikki rýma av landinum.

 

Fólkið í landinum er virðismesta tilfeingi okkara, og tí er sera umráðandi, at øll hava góðar møguleikar at fáa góða útbúgving. Meginreglan má vera, at játtanir til útbúgving fylgja næminginum og ikki skúlanum.

 

Útbúgvingin í fólkaskúlanum skal byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan.

 

Hvør skúli skal hava meiri frælsi til at leggja virksemið til rættis innan egnan fíggjarkarm, sum inntøka frá næmingatilgongd gevur møguleika fyri. Játtanin skal tí fylgja barninum.

 

Virkast skal fyri, at øll kunnu fara í forskúla.

 

Miðnáms- og framhaldsútbúgvingar skulu lagast til føroyska vinnu- og tænastutørvin – og verða góðkendar uttanlands. Læraraútbúgvingin verður umskipa til lesnað á lærdum háskúla.

 

Hesum vil fólkaflokkurin eisini arbeiða fyri.