- Man kann ikki melda seg sum lim og atkvøða á fundinum, uttan nevndin góðkennir tey fyrst. Út frá teimum fortreytum mettu vit, at atkvøðugreiðslan ikki hevði gildi og kallaðu inn til nýggjan aðalfund har [...] frá, at man hevur valt at aðalfundurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag 4. desember 2018 var lógligur og viðtøkuførur. Sostatt ógildar man eina avgerð, ið nevndin í lokalfelagnum hevur tikið, men sambært [...] man royndi at sleppa av við ávísar persónar í felagnum. - Persónar, ið ikki eru skrásettir sum limir og sum eingin kennir til, komu inn gjøgnum bakdyrnar. Man ynskti at fáa teir persónar vekk, ið ikki hava
leygardagin í februar. Vindur strýkur um gøturnar, og kavaveður hóttir frammi í tíðini. Fólk eru ballað inn tjúkkar jakkar, húgvur og handskar, og eingin gongur úti og melur ørindaleysur ein slíkan dag. Antin eru [...] onkur undantøk, og eitt av teimum er ein føroyingur, sum einki heim hevur at leita til, hann hevur eingi ørindi at gera, og eingin bíðar eftir honum. Hann er einsamallur og heimleysur, og tað hevur hann [...] onga útbúgving, og so gekk tað ikki í longdini. Tað gekk støðugt skeiva vegin, og áðrenn hann varnaðist tað, búði hann á gøtuni í Keypmannhavn ? arbeiðsleysur, heimaleysur og einsamallur. Og soleiðis hevur
á økinum uttanfyri flakavirkið. Og innandura eru bæði maskinurnar og gólvini turr. Líkt er til, at á NORÐFRA er ikki nógv arbeiði í dag. Eingin maskina hoyrist koyra, og sum heild er lítið sum bendir á [...] virkið. Har eru nakrir mans og nakrar kvinnur til arbeiðis, sigur stjórin. Vit so gera, og úrslitið er henda samrøðan við tær báðar flakakvinnurnar Sonja Johannesen úr Norðdepli og Sigrun Sivertsen úr Hvannasundi [...] mans við at reinsa og spula gólv og annað. Men inni á sjálvum virkinum var ikki nógv ljóð at hoyra, hóast vit fingu at vita, at tvær konur vóru til arbeiðis her - tær báðar Sonja og Sigrun. Vit fáa tó
fantastiskt skip. Her er pent og nossligt, og eg haldi eisini at tað er ljósari og reinari umborð - her er faktiskt nógv frískari, sigur Petra. Lítla dótturin í fanginum er vorðin lin og svøvnur sæst í eygunum [...] nærkast heimbýnum Trvøroyri. Og nú er eisini stundin komin til at meta um henda fyrsta túrin yvirhøvur hjá nýggja Smyrli ella rættari: Munin millum gamla Smyril og henda nýggja og stásiliga. - Hetta er eitt [...] til at koma aftur til húsa við hesum nýggja og stásiliga farinum. Hetta hevur verið ein ótrúlig ferð. Fyrst norður við gamla Smyrli, so ein heilan dag í Havn og nú á fyrsta túrinum hjá tí nýggja Smyrli á
Sýslumaðurin leggur einki í atfinningarnar, og meinar ikki, at umdømið hjá Føroyum og føroyskum grindadrápi er uppá spæl. Útlendskir miðlar, aktivistar og føroyskar ábreiðslur ávirka hvørki hansara meining [...] at, og spurningurin, um tíðin er komin, at føroyingar gevast at drepa springarar, hevur verið sentralur í hesum kjakinum. Eingin munur á grindahvali og springara Hann sær ongan mun á grindahvali og springarum [...] grindahval sum kelidjór, og hann fær okkurt navn og kemur á allar heimsins miðlar um nøkur ár, skulu vit so halda uppat at drepa grind? spyr hann og sipar til sjónvarpsrøðina um fólkakæru delfinina, Flipper
Simon Kvamm, meðan hann var á pallinum við Nephew í gjár. Og hann hevði rætt. Tað var eitt lorta veður á G!-festivalinum í ár. Tað var fyrst og fremst veðrið, sum legði bein fyri festivalinum. Tungar aldur [...] var ofta lítið pláss og ljóðgóðskan var ikki sannførandi. Veðrið hóvaði ikki fleiri. Fleiri gestir rýmdu, tung í huga, undan regninum hósdagin og fríggjadagin. Onnur vóru treisk og lótu seg ikki órógva [...] pallin á sandinum hósdagin, og tí var festivalurin so at siga fluttur niðan á spæliplássið. Tað hevði sína serstøku føroysku sjarmu at hoyra Týr, Eivør, Arch Enemy, Nepew og onnur á spæliplássinum í Syðrugøtu
num í løtuni og fyri at vísa stuðul til Miðstovnin. Anita Fuglø vísir á, at tað er brot á skylduna hjá starvsfólkunum ikki at møta til arbeiðis, og tað er eisini brot á friðarskylduna og eitt óheimilað [...] óheimilað stríðsstig at halda seg burtur úr arbeiði. - Nú verður málið fyrst kannað væl og virðiliga, og síðan verður tikið saman um við Tórshavnar kommunu. Eitt slíkt mál kann enda í Fasta Gerðarrættinum, um [...] sáttmálaøkið við Føroya Pedagogfelag vegna Tórshavnar kommunu, sum eigur og rekur dagstovnin. Leiðari í KAF er Anita Fuglø, og hon sigur, at tað var í morgun, tey frættu frá Tórshavnar kommunu, at øll
í fleiri áratíggju viđ sínum eldhuga, og hann hevur laðað mangan garðin og mangt gróthúsið uppaftur. Rættin í Vatnabyrgi er elligomul, og hon var brúkt til fyrst í 1980-unum. Rættin liggur í Fjallshaga [...] Norðuri við Hálsavøtn millum Skopun og Sand - í Vatnabyrgi, tey rópa - eru menn farnir at laða rættina og frágarðin uppaftur. Tað eru húsavíkingarnir, Jens Pauli Dam og Regin Sørensen, sum eru farnir undir [...] verður aftrat, at tað er stórt fagurfrøðiligt og søguligt virði í grótgørðunum og rættunum í Føroyum. Tí er eisini at fegnast um, at tað eru menn, sum hava evnini og áhugan at halda hesi viðlíka. - Jens Pauli
jólagávur, eins og so mong av hinum ferðafólkunum. Og tey gjørdust ikki vónsvikin av túrinum. - Har var rættiliga nógv at fáa í handlunum. Og serliga klæðini vóru bílig, siga Svanna og Livar. Tey keyptu [...] til Aberdeen. Og teir gjørdu ikki mætari enn at tekna seg allir samlir til henda túrin. - Vit tóku bara og ringdu til Smyril Line, og soleiðis komu vit við á henda túrin, siga Sjúrður og Poul Johannus [...] lært eitt sindur av teimum við at verið meiri høflig, sigur Elias. Alt gott Hjúnini Egholm vóru fyrst og fremst farin á túrin fyri at slappa av. - Nei, vit hava sjálvi ikki handlað so nógv, siga tey. Saman
gamal í 1977. Hann hevur siglt øll síni bestu ár, og hann hevur eisini róð út. Árini síðan 1998 hevur Leivur siglt við oljuskipinum, Magn, fyrst sum dekkari og seinnu árini sum stýrimaður. Tað ger hann framvegis [...] streyfaði aftur, og eg tók avgerðina. Árið 2005 var soleiðis fyrsta árið, at møguleikin at taka skipsføraraútbúgving upp á eitt ár var galdandi í Danmark. Leivur hevur familju, konu og børn í Hvannasundi [...] tað at seta seg aftur á skúlabonk. - Men hetta er ein góður og vælvirkandi skúli við góðum lærarakreftum. Leivur gekk á skiparaskúla í Klaksvík og tók skiparaprógv á Føroya Sjómansskúla í Havn sum 26 ára