Tann 37 ára gamla Malena F. Sivertsen úr Norðdepli er ein av teimum 35 súkklarunum, ið eru útvaldir til føroyska Team Rynkeby liðið.
- Eg sá eina grein í Sosialinum um Team Rynkeby, og at teir ætlaðu at gera eitt føroyskt team, og so sendi eg eina umsókn inn, tí eg helt tað tóktist spennandi, sigur Malena F. Sivertsen, ið dagliga siglir sum stýrimaður við North Sea Giant.
- Hetta er ótrúliga áhuavert. Bæði við at tað er ein avbjóðing í sær sjalvum at súkkla til París , men fyrst og fremst tí eg kann vera við til at savna inn pening til børn við krabbamein. Fyri meg er tað ein win win støða, sigur Malena F. Sivertsen.
Týsdagin fekk hon boðini um, at hon verður partur av føroyska súkkluliðnum, sum í juli mánað næsta ár skal súkkla til París.
- Eri sera stolt og glað, at eg eri ein av teimum, sum sleppa at vera við. Eg ivist ikki eina løtu í, at tað verður hart og strævið, men eg trúgvi eisini, at tað vera nógvar góðar løtur. Av tí at eg sigli og eri fýra vikur umborð og fýra vikur heima, komi eg at venja nógv "einsamøll" umborð. Tað setur eisini síni krøv. Men um mann veruliga vil, ja so kann mann, sigur Malena F. Sivertsen.











