Norðdepil: Turt er í veðrinum her í Norðdepli. Turt er á økinum uttanfyri flakavirkið. Og innandura eru bæði maskinurnar og gólvini turr.
Líkt er til, at á NORÐFRA er ikki nógv arbeiði í dag. Eingin maskina hoyrist koyra, og sum heild er lítið sum bendir á nakað serligt virksemi.
Nú kemur ein trukkur koyrandi út úr virkinum. Ein maður situr í, og vit steðga honum fyri at spyrja hann, um nakað arbeiði er.
Hann vísir til stjóran, Jógvan Høj, sum hann sá fara niðan á skrivstovuna fyri lítlari løtu síðani.
- Farið tit bara niðan. Tað er handa hurðin. So fáa tit kanska ein kaffimunn eisini, sigur hann.
Á skrivstovuni hitta vit fyrst Jógvan Høj, men vit vildu eisini hitta okkurt av arbeiðsfólkunum fyri at vita, hvussu teimum dámar arbeiðið á virkinum.
Hóast ikki nógv arbeiði er á virkinum í dag, so eru kortini nøkur fá fólk til arbeiðis.
- Farið bara inn á virkið. Har eru nakrir mans og nakrar kvinnur til arbeiðis, sigur stjórin.
Vit so gera, og úrslitið er henda samrøðan við tær báðar flakakvinnurnar Sonja Johannesen úr Norðdepli og Sigrun Sivertsen úr Hvannasundi.
Spenna seg út
Á vinnusíðum okkara seinasta mikudag høvdu vit samrøðu við stjóran á virkinum, Jógvan Høj.
Har greiddi hann frá nøkrum av tí, sum virkið arbeiddi við, eins og nøkrum av tí, sum virkið hevði at stríðast við ella ímóti.
Eitt av hesum var tilgongdin av rávøru. Uttan rávøru, ber heldur ikki til hjá NORÐFRA at hava virkið opið í longri tíðarskeið.
Hetta ávirkar somuleiðis tíðina, sum arbeiðsfólkið er til arbeiðis. Og hetta ávirkar tí eisini úrtøkuna, sum fólkið fær burtur úr hesum.
Tá so endiliga arbeiði er, royna tey av øllum alvi at spenna seg út og gera sítt ítarsta til at tað eisini verður arbeiði til teirra í framtíðini.
Pakka eplir
Henda fríggjadagin fyri júst tveimum vikum síðani, tá vit vitjaðu í Norðdepli, var ikki nógv fólk til arbeiðis.
Tá mest er at gera, kunnu tey vera heilt upp í 45 fólk, men tá minni er at gera, eru tey munandi færri.
Seinnapartin henda fríggjadagin, hin 29. apríl vóru tey einans átta fólk til arbeiðis.
Nærhendis høvuðsinnkoyringini til virkið arbeiddu nakrir mans við at reinsa og spula gólv og annað.
Men inni á sjálvum virkinum var ikki nógv ljóð at hoyra, hóast vit fingu at vita, at tvær konur vóru til arbeiðis her - tær báðar Sonja og Sigrun.
Vit fáa tó leiðbeiningar um, at inni í einu høllini har til vinstru, eru tær til arbeiðis. Og rætt er ? har eru tær báðar.
Tær standa við eina vekt, har tær viga eplaskivir, sum skulu koyrast í ein posa.
-Hvat vit gera? Jú, vit pakka eplir sum skulu brúkast til fiskasuppuna, søgdu tær báðar við ein munn.
Góð suppa
Ein av framleiðslunum, sum hevur gjørt NORÐFRA so kent millum manna her á landi er júst henda fiskasuppan.
Við í hesari fiskasuppuni er alt tilhoyr, sum ger at henda suppan er so vælsmakkandi.
Her finnur ein fisk sjálvandi, gularøtur, leyk og kryddarí?ir, - alt pakkað í ein sera snøggan og hóskandi pakka.
Við í pakkanum fylgir eisini ein leiðbeining um tilgerðina av hesi fiskasuppuni, sum er roknað til seks verðar.
Men uttan epli er henda suppan ikki hin sama. Og tað vóru júst hesi, sum tær báðar ídnu flakakvinnurnar pakkaðu í rættari nøgd niður í ein lítlan posa.
Fyrsta klassa
Eitt er so tað, at tær eru við at framleiða hesa suppuna. Men hvussu er tað - hava tær sjálvar roynt hesa suppuna?
-Jú, tað hava vit. Og hon smakkar virkiliga væl.
-Hon er simpelthen fyrsta klassa, siga Sonja og Sigrun.
Tær hava ikki ordiliga tíð at práta við blaðfólkini í dag, tí at tær eru til arbeiðis. Og tá ein er til arbeiðis, so eigur ein ikki at lata seg órógva av fólki frá tíðindatænastuni.
Gott samanhald
Tað skilst beinanvegin, at tær báðar dáma væl arbeiðið á virkinum.
Sigrun sigur sjálv, at hon hevur verið á virkinum síðani Jógvan Høj gjørdist stjóri. Tað við so aftur siga, at hon hevur verið her í samfull átta ár.
Eitt er so arbeiðið, men tað persónliga umhvørvið hevur eisini nógv at siga.
-Hetta er eitt doyligt arbeiðspláss. Vit hava eitt sera gott samanhald, og alt hetta ger, at tað er sera gott at arbeiða her.
-Alt er bara super her, sigur Sigrun.
Heldigar
Tað góða samanhaldið millum arbeiðsfólkið skal sjálvandi eisini síggjast í ljósinum av, at tey ikki eru so nógv í tali. Tí kenna øll hvønn annan.
Ein góðan dag eru tey sum nevnt 45 í tali, men henda dagin, vit vitjaðu á virkinum, vóru bara tær báðar og seks onnur fólk til arbeiðis.
-Tá vit ikki eru so nógv fólk, so riggar alt betri.
-Júst í dag er ikki so nógv arbeiði. So vit báðar hava bara verið heldigar at sleppa til arbeiðis í dag, siga tær báðar.