liggja? Eisini er í hesum sambandi vert at leggja sær í geyma, at tað er við útlendskar útgerðarhavnir vit fara at kappast og ikki okkara millum her heima. Nakrar røddir, sum hava verið frammi, mæla til [...] Okkara búskapur er sera sárbarur og einstáttaður, verður so javnan sagt av búskaparfrøðingum, og einki er rættari enn tað, men júst tí, er tað so avgerandi neyðugt, at vit eisini fáa gongd á vinnuvegir [...] seg, tað eri eg ikki samdur við honum í. Spurningurin er sjálvandi eisini vinnuligur, men politiska partin kunnu vit ikki renna undan, sjálvt um ein kann freistast til at halda, at tað er júst hetta nógvir
og tað er, at hvørki Anfinn Kallsberg ella Mogens Lykketofrt hava rætt, tá teir hvør í sínum lagi siga, at alt er endurgjald fyri bankan ella alt er skuldareftirgeving. Her havi eg framført, at vit føroyingar [...] viðbreknan búskpap, sum ikki tolir serliga nógv hóttafall, áðrenn yvirskotið er vent til eitt hall. Og hesi bæði árini hava verið framúr góð til fiskiskap, so her krevst skil og fastleiki. Men harumframt [...] frama fyri land og fólk. Hetta er gott stig fram á leiðina, men nú er ikki at sita ov leingi og renna møðina ella nýta sólina. Enn er langt niðan á røðina, men gøtan er ikki longur huld í mjørka og támi
tað eisini verið hjá mær. Eg havi málað málningar, sum eg á ongan hátt vil selja. Teir eru ov persónligir. Eitt nú er tað ein málningur, sum er sprottin úr brævi, sum pápi mín sendi til mín. Eg fekk tað [...] og skakandi uppliving í mínum lívi. Og eg mátti fáa tað út við at mála. ? At mála hevur verið mín terapi. Eg haldi, tað er soleiðis, eg havi yvirlivað. Í dag er deyðin ikki altumfevnandi í mínari list [...] júst verið í Hong Kong. Og so nú eru tað Føroyar. ? Eg vóni sum sagt, at eg fái stundi at mála nakað meðan eg eri her í Føroyum. Og kanska gerast Føroyar og føroyingar partur av eini framsýning eg fari
Undirvísing er samansett og torskild. Tað er skjótt at freistast til lættar loysnir. Og tað er ongantíð lætt at standa fast í einum pedagogiskum orðaskifti. Tað er lætt at dragna. Tað er stríggið at krevja [...] tykkara gera tað. Tá er so skjótt, at tit í lærarayrki tykkara verða sum bensinsølumaðurin. Fylla á tangan, og so er tað liðugt. Lærarayrkið er so nógv meira. Sannaðu tit ikki tað, er skjótt at tit enda [...] Myten om framsteget? um lívsleið sína sum heimspekingur: ?Eg havi verið noyddur at standa á egnum beinum. Áneyðirnar at hugsa sjálvstøðugt er uttan iva tað besta, Wittgenstein hevur givið mær við á leiðini
greiðir Niels Petur frá. - So havi eg eisini týtt nógv, millum annað ymiskt fyri kórið Ljóm, og so havi eg yrkt sálmar, onkran morgunsálm og onkra fosturlandsyrking eisini. Tað er kanska farið meira tann vegin [...] í náttúruni, tí tað er nóg mikið av slíkum og nógvar góðar løtur eru, sigur Niels Petur. - Og eg eri sjálvandi tíðliga uppi um morgnarnar, tí eg havi nógv, ið skal fóðrast, áðrenn eg fari frá húsum, sigur [...] ávirkað meg, uttan at eg havi lagt meg eftir tí, sigur Niels Petur. Sangurin um Vágsbygd er væl móttikin. Hvat er søgan aftanfyri? - Ja, tað var nú meira spontant, sigur Niels Petur. Eg hevði gingið við tí
36. Men ilt er at spáa um framtíðina og eisini at vita hvør, ið er upp á vegin. Tað gongur ein ikki runt og veit, skemtar Heri. Á sumri er nógv at gera Annars er starvið nógv broytt hesi árini, Heri hevur [...] helvt av Suðuroynni er ikki rætt. - Sum flest øllum kunnugt, so er fólkatalið lækkað. Hetta sæst best í tí, at barnatalið er lækkað og deyðsføllini eru fleiri, enn hvat tey áttu at verið í einum prestakalli [...] burðartalinum er, at ungar familjur eru fluttar og at orsøkin ikki bara er tann, at barnastyrkurin er tikin burtur. Og Heri heldur í skemti fram: - Ein gomul kona helt skemtandi fyri, tá eg nevndi hetta
verður, at tað er føroyskur kapitalur, er tað nú tað, so vítt eg havi fingið við, so er tað ein ensk fyritøka, sum er við í ætlaðu byggingini á Sundi, og tað er sjálvandi í lagi, bara tað ikki er danskt, men [...] men tað er nú ikki tað, sum er danskt, sum verður kastað burtur aftur av býráðnum í Tórshavn. Tann blokkur av peningi, sum nú í nógv ár hevur verið tryggleikin hjá okkum, sum er upp á eina milliard, og [...] Suðuroy kundi fáa stóran part av hesi vinnu og at ætlanin er, at tað verður løgd ein støð á Drelnesi, verður hugt at viðurskiftunum í sambandi við veður og vind, so er Trongisvágsfjørður uttan iva tann
framvegis er í Klaksvík. - Kanska fái eg mær eitt kamar í Havn. Men eg verið búgvandi í Klaksvík. Har er mín familja, og tað er har eg kenni meg heima, sigur landsstýrismaðurin, sum framvegis er valdur í [...] definitión er komin í ein heitan sess. - Eg havi tað soleiðis, at tú skalt gera upp við tá sjálvan áðrenn tú tekur ábyrgd á teg. Er tú til reiðar at rinda prísin, so er onki at ivast í. Og eg ivaðist ikki [...] ráðandi stættini. - Fyri meg er tað týðandi ikki at missa sambandið við tey fólk, eg higartil havi verið saman við í gerandisdegnum. Fyri meg er tað týðandi, at hetta er ikki ein stremban eftir status. Minst
ikki hevði at bjóða. Bara løtt hava hesi trý árini neyvan verið, og onkuntíð hevur tað kanska hent seg, at tit hava sagt: ? Nei, nú tími eg ikki longur ella: ? Nú orki eg ikki meira. Kanska hevur tá onkur [...] henda gróður, er tann rørsla, sum birtist fyri stórthundrað árum síðai. Hon er ikki nationalistisk og oyðandi, sum tann, sum í hesum døgum við grimd hóttir tað verjuleysa Kosovo, hon er tjóðskaparlig og [...] eisini fyrr, og øðrvísi fær tað ikki verið. Orsøkin er lutvís tann, at nøkur tykkara ikki, heldur enn vit onnur á sinni, eru andaliga fullvaksin. Ein onnur grund er eisini. Víst hevur samfelagið skorið
hevur orðaskiftið í býráðnum verið júst tað sama hvørja einastu ferð uttan at nakað sum helst er hent. Tí kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu enn hana, at ert tú vinnurekandi er eingin orsøk at rinda skatt [...] sær undan øllum. Má steðgast Sum býráðslimur havi eg sæð mong skattamál, og ferð eftir ferð hava býráðslimir víst á hetta órættvísi, uttan at nakað er hent. Hetta verður ikki sagt fyri at seta niður á [...] fyri læstum hurðum, sum í flestu førum er bæði rætt og rímuligt, men í nøkrum førum var kanska nógv betri, um hesi mál vórðu viðgjørd fyri víðopnum hurðum. Hesi skattamál snúgva seg um umsóknir um avsláttur