hann júst steðgaður í Kvívík. - Vit eru ikki lidnir at merkja grindina í Leynum enn, og tí kann eg ikki siga, hvussu nógv skinn eru her. Hann sigur, at drápspartarnir í grindini í Vestmanna eru 1,5 skinn [...] eisini býtt í heimapartar í grindaøkinum, sum er rættiliga víðfevnt. - Tað eru kommunurnar, sum fáa tilboð um heimapartar, ið sjálvar taka sær av hesum, og vanligt er, at nakrir heilir hvalir verða koyrdir út [...] Kvívík, sigur hann. Onkur kommuna hevur longu í morgun boðað sínum borgarum frá, at tey fáa heimapartar frá grindini í Vestmanna, og millum hesar kommunur er Eiðis kommuna. - Vit siga frá, tá hvalirnir verða
sonevndur "slaktari" ella aktivistur. Hann fekk loyvi at ganga her. Hann gjørdi ongum nakað, men gekk bara og mól á økinum. Løgreglan sigur, at tað var onkur, sum læt seg provokera av honum, og her stóð nakað [...] støður standast av hesum, er tað okkara uppgáva at syrgja fyri at trygga friðin, visti løgreglan at siga í morgun. [...] grindaformenn, sum hava ábyrgdina av rakstri, drápi, uppskering og grindaøkinum annars. Her hava vit einki at gera, um fólk ikki fara til hendurs. Fara fólk til hendurs, er tað okkara uppgáva at tryggja friðin
roynir ráðgevin at sissa tey, sum vænta, at amerikanarar verða verandi í Irak, eftir at Saddam Hussein er koyrdur frá. Talan verður um eina stutta herseting, ikki tíggju ár, sum onkur vil vera við, sigur [...] framhaldandi nýskipanir í økinum. Eg vóni, at sýriski forsetin, Bashar al-Assad, fer at umhugsa at fremja nýskipanir. Ger hann ikki tað, kann hann siga sær sjálvum, at hann verður kanska tað næsta málið, sigur [...] Hann vísir samstundis aftur, at eitt franskt veto í ST-trygdarráðnum fer at forða USA í at leypa á Irak. - Eingin amerikanskur forseti kann loyva einum fronskum ríkisleiðara at stýra amerikanska uttanrík
Eyðun á Borg, lærari Agurka: Løgið, at næstan øll hava vent agurkuni bakið og eru farin at siga agurk!? Sambært móðurmálsorðabókini og tí, eg sjálvur eri vanur við, eitur tað ein agurka (veikt bent, tann [...] Veikt bent , sum agurkan! Fersken/fersknir er ikki føroyskt! Appilsin: Appelsin er útlendsk staving! Sitrón: Ikki citrón, tí c er ikki í føroyska bókstavaraðnum! Her kann skoytast uppí, at onkur hevur havt
bara eftir at onkur fór at fáa reyða korti. Tað kom so ongantíð, sigur Súni Olsen, sum var langt frá hendingini, tá B36 fær sigursmálið, sum tað verður tosað so nógv um. - Eg helt fyrst, at hjálpardómarin [...] til reiðar at missa landsliðsmiðvallarn, sum hevur spælt í B36 seinastu trý árini. Hann er nú fluttur til Gøtu og tí er upplagt, at hann skiftir til røturnar. - Tað er ov tíðliga at byrja at hugsa um tað [...] Havnar, sum spælir inn. - Tað melur í høvdinum, at tað kann blíva strævið at skula koyra í eina tíma til og frá venjing hvønn dag. Tað er sjálvandi betri um tú bara skal ganga lítlan túr fyri at koma til
kommununi. Tað var ikki við sørt av sorgblídni, at starvsfólkini søgdu Súna farvæl. Tey harmaðust um at missa hann sum húsavørð, men gleddust um at hann fekk høvið at njóta familjuna og síni frítíðarítriv. So [...] bæði starvsfólki og kommunu, at borgarstjórin mátti gera eina undirhondsavtalu við Súna um, at hann ikki kvetti so brátt, men at hann í serstøkum førum fór at verða til taks at rætta eina hond av og á. --- [...] verður alt burturkast skilt, og nógv verður gjørt burturúr at fáa borgararnar at skilja so rætt og væl sum tilber, fyri at brenningin skal dálka sum minst. Arbeiðsumstøðurnar eru góðar og tíðarhóskandi, og
summar vóru fleiri føroysk feløg, sum sýndu áhuga fyri at knýta gøtumannin at hópinum, og var hann ikki skaddur í løtuni, høvdu onkur av hesum helst heldur enn fegin roynt at styrkt sær um hópin. Sonevnda [...] loyvt at skifta felag millum flytingarvindeyguni. Tað vil við øðrum orðum siga, at hetta kappingarárið hevur Súni Olsen als ikki møguleika at skifta til annað føroyskt felag. Hinvegin er møguleiki at skifta [...] er, at Súni Olsen er liðugur í B36. Kristjan á Neystabø, formaður í B36, sigur seg harmast tað, sum hent er. - Men vit eru so samdir um, at samstarvið steðgar her og nú, er einasta viðmerkingin, sum Kristjan
Sostatt er líkt til, at døgurðin stendur á borðinum fyrstu tíðina í øllum førum, men eru tey heima heilt trygg við at lata sonin fara uttanlands at royna seg. - Ja, eg haldi meg kunna siga, at øll heima hjá okkum [...] unglingi, sum vit prátaðu við, men hinvegin var eisini merkisvert, hvussu róligur hann var um alt hetta. Sjálvur heldur hann, at tað síðani venjingarleguna hjá GÍ hevur verið roknað við, at okkurt fór at henda [...] fyrst í hesum mánaðinum royndi seg á Svangaskarði, at Súni Olsen var á royndarvenjing hjá hollendska FC Zwolle, sum spælir í næstbestu hollendsku deildini. Sum skiltist á Súna ta ferðina, so hevði tað gingist
Lava Olsen eisini at gevast undir venjing í dag. Hansara trupulleikar tykjast kortini ikki eins álvarsligir sum teir hjá Súna, har tað í løtuni ikki ber til at siga, um hann megnar at spæla leygarkvøldið [...] Kerr hevði flutt runt upp á fleiri leikarar, so enn ber bara til at gita. Venjingin fyrrapartin er tann einasta í dag. Seinni er onkur útferð á skránni hjá leikarunum. [...] við góðum ráðum og sínum metingum um tað, ið hendi á vøllinum. Miðskeiðis undir venjingini varð farið at spæla dyst á fullum vølli ? 11 móti 11. Leikararnir í vesti vóru Atli Danielsen, Bartal Eliasen, Atli
umhvørvinum sum tað er. At fáa eina heild burtur úr tí er næstan ómøguligt. Onkur av uppskotsstillarunum roynir tað við einum rundum millumbygningi. Men eftir at hava sæð uppskotini skilji eg væl, at tey flestu [...] flestu hava valt at taka gomlu tinghúsini burtur, tí tað er ein spurningur um tað er nakað at varðveita. Tinghúsini eru vøkur, men tey umboða eina tíð, sum vit royna at leggja afturum okkum nú. Eina tíð [...] Bárður Jákupsson heldur, at nógv áhugavert er at finna í nógvum av uppskotunum, ið komu inn í kappingini. - Eitt er at velja teir tríggjar vinnararnar, men hugskot eru eisini at finna burtur úr hinum, ið