Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Sýslumaðurin hevur ikki sovið á náttini

Seðlarnir í grindini í Vestmanna komu út tíðliga í morgun, men enn er ikki greitt, nær seðlarnir koma út í grindini, sum legði beinini í Leynum í gjárkvøldið.

 

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Tað er nógv grind í Norðstreymoy í løtuni.

 

Fyrst løgdu 266 hval beinini í Vestmanna seinnapartin í gjár, og í gjárkvøldið løgdu umleið 180 hval beinini í Leynum.

 

Seðlarnir í grindini í Vestmanna komu út á bryggjuni klokkan 07.30 í morgun, men í grindini í Leynum er ikki liðugt enn.

 

Fyri løtu síðan, tá vit frættu frá sýslumanninum, Kristian Martini Joensen, var hann júst steðgaður í Kvívík.

 

- Vit eru ikki lidnir at merkja grindina í Leynum enn, og tí kann eg ikki siga, hvussu nógv skinn eru her.

 

Hann sigur, at drápspartarnir í grindini í Vestmanna eru 1,5 skinn, og her verður grindin eisini býtt í heimapartar í grindaøkinum, sum er rættiliga víðfevnt.

 

- Tað eru kommunurnar, sum fáa tilboð um heimapartar, ið sjálvar taka sær av hesum, og vanligt er, at nakrir heilir hvalir verða koyrdir út í økið.

 

Tað eru nógvar hendur í sving, tá so nógvir hvalir leggja beinini, og her er stórt arbeiði, sum skal gerast. 

 

Spurdur, um hann hevur blundað á náttini, sigur Kristian Martin Joensen, at tað hevur hann ikki.

 

##med2##

 

- Eg havi verið í sving síðan í gjár og í alla nátt, og nú standi eg í túninum her í Kvívík, sigur hann.

 

Onkur kommuna hevur longu í morgun boðað sínum borgarum frá, at tey fáa heimapartar frá grindini í Vestmanna, og millum hesar kommunur er Eiðis kommuna.

 

- Vit siga frá, tá hvalirnir verða her. Grindin verður skorin upp á havnalagnum, og heitt verður á fólk um at hjálpa til við, at skera upp, siga tey.

 

##med3##

 

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Her er drápið byrjað í grindini, sum legði beinini í Vestmanna í gjár. Mynd: Birgir W. Høgnesen.