Eyðun á Borg, lærari
Agurka: Løgið, at næstan øll hava vent agurkuni bakið og eru farin at siga agurk!?
Sambært móðurmálsorðabókini og tí, eg sjálvur eri vanur við, eitur tað ein agurka (veikt bent, tann lættara bendingin)!!
Orðið bendist: agurkan, agurkuna, agurkuni og fleiri agurkur!
Skal tað broytast til agurk (sterkt bent), bendist orðið: agurkin, agurkina, agurkini og fleiri agurkir (ki verður jú úttalað tji)!!
Ferska: Ein ferska, fleiri ferskur! Stutt og greitt! Veikt bent , sum agurkan! Fersken/fersknir er ikki føroyskt!
Appilsin: Appelsin er útlendsk staving!
Sitrón: Ikki citrón, tí c er ikki í føroyska bókstavaraðnum!
Her kann skoytast uppí, at onkur hevur havt einar tvær súrar stavivillur í heilt nógv ár!?!
Við súrari málkvøðu!
eydun.a.borg@skulin.fo