Fótbóltur
Súni Olsen hevur rættiliga verið í brennideplinum seinastu dagarnar. Tveir dagar á rað hevur hann prýtt forsíðuna á Dimmalætting eftir eina hending á Eclipse í Havn um vikuskiftið.
B36 og Súni Olsen høvdu í gjár fund um málið, og niðurstøðan er, at Súni Olsen er liðugur í B36.
Kristjan á Neystabø, formaður í B36, sigur seg harmast tað, sum hent er.
- Men vit eru so samdir um, at samstarvið steðgar her og nú, er einasta viðmerkingin, sum Kristjan á Neystabø vil gera um málið.
Tað er tó eingin ivi um, at tímalønin hjá Súna í B36 hevur verið høg. Vanligt er, at spælarar fáa ein sonevndna sign-on-fee, tá sáttmáli verður undirskrivaður, og hartil skal eisini roknast løn fyri teir báðar mánaðirnar, sum spælarin hevur verið í B36. Á vøllinum gjørdist talan tó bert um tvær ferðir 90 minuttir móti KÍ og Brøndby, so tímalønin hevur ikki verið at teimum minstu.
Vindeygað stongt
Í summar vóru fleiri føroysk feløg, sum sýndu áhuga fyri at knýta gøtumannin at hópinum, og var hann ikki skaddur í løtuni, høvdu onkur av hesum helst heldur enn fegin roynt at styrkt sær um hópin.
Sonevnda flytingarvindeygað ger tó effektivt ein enda á hesum spekulatiónum, tí tað er als ikki loyvt at skifta felag millum flytingarvindeyguni. Tað vil við øðrum orðum siga, at hetta kappingarárið hevur Súni Olsen als ikki møguleika at skifta til annað føroyskt felag.
Hinvegin er møguleiki at skifta til danskt felag. Er talan um spælara, ið er sonevndur free-agent – altso uttan sáttmála – kann hesin nevnliga knýtast at hópinum sum áhugaspælari. Í løtuni er hetta tó óaktuelt hjá Súna Olsen, sum hevur eitt brot í fótinum, og sum tí als ikki fær spælt.