kannaður, at eg væntaði, at hon fór at siga tað sama sum læknarnir í Danmark. Eg skuldi helst skurðviðgerðast aftur fyri tað sama, og so var eg aftur burtur í fýra mánaðir, men eg vónaði at hon fór at siga [...] passar tað tær, at brúka alla tína tíð til fótbólt? ? Tað er fínasta slag. So leingi, sum eg havi hug at spæla fótbólt, geri eg tað. Ein møguleiki hevði verið at tikið eitt arbeiði við síðuna av, tað stendur [...] rímuliga skjótt, fari eg helst at hugsa um eftirtíðina, men eg føli ikki at eg havi skund til at finna uppá okkurt. Nú spæli eg fótbólt, og tað dámar mær væl, og so havi eg valt at bíða við arbeiði ella
Nú tað stundar til páskir plaga nógv fólk at koma út til okkara at ferðast, men mín varhugi er, at tey setast aftur orsakað av Súluni. Og tað er harmiligt, tí tað er so lætt at venja fólk av við at ferðast [...] vóna, at tað gongur ikki long tíð, til farið verður undir at byggja nýtt skip. ? Tað ræður um at hanga í og ikki sleppa tráðnum. Tað eru vit, sum eiga at tosa okkara søk og so er bert at vóna, at politikararnir [...] sum er øktur nógv, er nøktandi. Eingin trygd er fyri, at tað fólkini í Svínoy og Fugloy senda og fáa sendandi við skipinum er heilt og óskalað, tá ið tað kemur fram. Akfør sleppa ikki við uttan at eykaferð
børnini væl upp, eini 25 at byrja við, men so hvørt tað líður út á árið, fellur burturav. Og sangur er eftir øllum at døma einki fyri dreingir, tí bara gentur hava hug at vera við. ? Tey duga væl, men [...] sangir, kanon og børnunum dámar at syngja, hvat tað skal vera. Ikki so sjáldan syngja tey sangir, sum Jógvan hevur gjørt sjálvur, ? sum henda dagin tey fóru í Útvarpið at syngja nýggjasta sangin hjá Jógvani [...] Joensen, tónleikari, fekk eitt gott hugskot ein dagin til ein sang. Íblásturin fekk hann frá nummarplátunum á bilinum hjá sær og vinmanninum Kára Mouritsen, SJ 479 og PK 818. Tað bleiv til sangin Peni Kári
mans til tað arbeiðið. Men sjálvandi skulu teir ungu eisini lærast upp; teir sleppa at byrja við eini rók, sum er hampulig at vera á. Eg trúgvi ikki, at tað er vandameiri at síga í rókunum enn tað er í ferðsluni [...] fingið millum 4-600 súlur. ? Tað er lítið afturímóti fyrr. Í einari rók har vit áður fingu um 300, fingu vit bara 100 seinast. Men tað er nóg mikið til. Trupulleikin er at tað er lopið fleiri staðni, tí søkir [...] tí, at tað er so trupult hjá bjargamonnum at ganga har. Ætlanin er ruddingardagin at bøta um umstøðurnar hjá súlini í Oyðirókini. Súla situr í teirri rókini, men sleppur ikki at verpa har, tí har er so
ivi er um, at landskappingin hevur 1. prioritet í HB, men steypakappingin hevur eisini týdning, og tað er altíð gott at byrja við einum sigri. So tað man vera lítið at ivast í, at HB-liðið fer at gera [...] dag. Liðið er helst enn í yngra lagi, men tað er eingin ivi um, at tað fer at gera seg galdandi heilt uppi í toppinum komandi árini. Eins og HB hevur NSÍ altíð borið orð fyri at vera eitt gott steypalið [...] hevur TB ikki havt tað so gott, og í ár er málið hjá tvørámonnum fyrst og fremst at bíta seg fastar aftur í 1. deild. B36 hevur hinvegin so at siga alt trýstið á sær í morgin, og tað kann geva baksláttur
innbjóðing úr Åbybro at luttaka í kappingini, og avgjørt varð at taka av. Sum skilst er tað ikki hvør sum helst, sum sleppur við til kappingina. Fyrireikararnir hava verið noyddir at siga nei við fleiri [...] fleiri lið, sum hava ætlað sær við, so eingin ivi er um, at hetta er ein sterk kapping, føroysku liðini skulu vera við í. [...] Aalborg í Jútlandi. Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt um hesi liðini, og sum skilst hava venjingarnar í vetur eisini verið spjaddar, men kortini støðugar. Venjari hjá dreingjunum er Sophus Dal Christiansen
dagliga. Tað gongur framá at vinna á peningatrongd við at sleppa sær av við tey, ið ein skyldar pening, so at ein í framtíðini kemur at vera óheftur við at fáa fíggjar- og peningafrælsi. Tað eru eisini [...] ikki hava ráð at keypa klæði og skógvar og fáa vaskað síni klæði og at forsálla skógvar, og er tað hugstoytt, tá ið vælbjargaðu spekulantarnir ikki vilja síggja slíkan veruleika í eyguni. Tað eru so mong [...] mong, ið ikki orka at stríðast við teir ráðandi almanna/lands/kommunalu- og ríkismyndugleikar í Havnini, ið ikki duga at seta seg inn í, hvussu tað er í dag at uppliva hungur og hall, ið mong dagliga stríðast
samfelagnum, og tað er jú politikkur. Men vit hava einki við flokspolitikk at gera. ? Allan, hví heldur tú, at so nógvum ungfólki dámar fløguna? ? Gera tey tað? ? Nei, tað er helst av tí, at hon er øðrvísi, meira [...] fløguni? ? Eg haldi ikki, at nakar okkara hevur verið ella er úti í slíkum. Orsøkin til, at vit taka evnið upp, er óivað, tí evnið er nærliggjandi, eisini í Føroyum, hóast tað framvegis er dult, sum so [...] Allan, heldur tú, at tað skendska, sum flestu fólk óivað meta tað, í orðingunum og innihaldinum er neyðugt? ? Jú, nógv finnast at júst hasum, tú nevnir um, at fleiri tekstir eru tað, ið nógv kalla skendskir
á, hvat ið er vakurt, samfelagsviðurskiftum, átrúnaði og so framvegis. Onnur halda, at listin, tá ið hon er best, í sjálvum sær er ikki tíðaravmarkað; tað er at siga, at hon er ikki bundin at ávísum tíðarskeiði [...] men hevur ein boðskap til allar tíðir. Væl kann tað vera, at ymisku listagreinirnar siga menniskjum eitthvørt, og at tað er ikki tíðaravmarkað. Ið hvussu er fegnast mong um forna byggilist, tónleik, ið varð [...] sum annars ofta fanst at sjónleikunum, skrivaði kortini, at hann »var ikki fyri eitt tíðarskeið, men fyri allar tíðir«. Tó skerst ikki burtur, at hvørt ættarlið hevur sínar hættir at bera fram kenslur, hugsanir
tekniska niðurstøðan er, at tað verður ómetaliga trupult at leggja at á Drelnesi upplýsir Signar Heinesen, leiðari á havnadeildini hjá Landsverkfrøðingsstovninum. -Norrøna sleppur bert at á Drelnesi í besta [...] onnur skip sum Churchill og Kracow lagt at har, fyri ikki at tosa um teir stóru saltdampararnar á sinni. Uppá fyrispurning um tað ikki er at taka munnin í so fullan at seta Norrønu inn í Suðuroyarsigling í [...] upplýsingum hann hevur biðið um. -Eg dugi ikki at síggja nakrar trupulleikar at sigla uppá Tvøroyri. Við einum góðum vilja skal tað nokk ganga sigur hann og vísir á, at skip sum Líðartindur, sum var størri