smittumet. Gamla metið er frá 3. januar, tá 279 tilburðir vórðu staðfestir. Í gjár var talið av nýggjum tilburðum 209. Øll tey 317 smittaðu hava fingið boð. Sostatt eru tað í løtuni 1408 smittað, og ein er [...] er innlagdur. Tilsamans eru 15 deyð við koronu í Føroyum.
kvinnur, halda í hvussu so er nokso nógvir menn. Vit kunnu til stuttleika nevna, at hendan dagin, tá tíðarskeiðið hjá kvinnum í politikki í Føroyum fór av bakkastokki, tá Jona Hendriksen sessast í Løgtinginum [...] orsøkin til alla orrustuna í samgongu og landsstýri nú, hon var bara eina viku gomul hendan dagin. Eftir løgtingsvalið í 1978 vóru kvinnurnar tvær. So minkaði talið, stóð í stað, vaks eitt sindur. Og nú [...] átta í tali – og so 25 menn. Altso tríggjar ferðir so nógvir menn sum kvinnur. Tjóðveldi er so langt fremst í so máta, tí tey eiga fimm av teimum átta kvinnunum, sum vórðu valdar á ting 31. august í 2019
Eins og mong onnur lond í Evropa, hevur stór smittuspjaðing eisini verið í Italia seinastu tíðina, og í dag vórðu skrásettir 189.000 nýggir tilburðir í landinum - og 170.000 í gjár. Tilsamans hevur Italia [...] vsfólk, løgreglufólk, fólk í herinum og starvsfólk í skúlum skulu vera koppsett. Í einari roynd at minka um smittuspjaðingina, hevur Italia eisini sett krøv upp koppseting í samband við ymiskar frítíð [...] Í Italia ætla politisku myndugleikarnir nú, at øll, sum eru 50 ár og eldri, skulu lata seg koppseta móti koronuvirus frá 15. februar í ár at rokna. Kravið verður galdandi fram til hin 15. juni í ár. Tað
kommunu í mun til 1744 hin 1. januar sama ár. Hetta svarar til ein vøkstur á 26 borgarar - ella 1,49 prosent. Vøkstur hevur verið síðan hin 31. desember í 2019, tá 1707 borgarar vóru í kommununi. Í Tvøroyrar [...] hin 31. desember í 2015 verður samanborið við fólkatalið við árslok í fjør, er talið av borgarum nú heili 79 fleiri. Fyri allar kommunur í Suðuroynni síggja tølini soleiðis út (1. januar 2021/ 31. desember [...] hava tey í Tvøroyrar kommunu hugt at tølunum frá Landsfólkayvirlitinum, og tey halda, at hetta er sera positivur lesnaður, hvat teirra kommunu viðvíkur. - Hin 31. desember í 2021 búðu 1770 borgarar í Tvøroyrar
. Um stjórin fyri Heilsutrygd veruliga er komin við slíkum ákærum er tað sera álvarsligt. Vit hava í meira enn 1 ár biðið um at fáa avtalu , so vit kunnu koppseta allar aldursbólkar. Tað hava vit ikki [...] Taksturin kommunulæknar hava uppskot um at taka er júst tann sami sum avtala er at kommunulæknar fáa í Danmark og er vanligur koppsetingartakstur. Vit hava fleiri ferðir sagt, at vit ikki ynskja at koppseta [...] fundar seinnapartin at viðgerða støðuna. KLF hevur ikki hoyrt frá Heilsumálaráðnum eftir fundin 3 januar. vh KLF E. S. Til greinina hjá Marjusi Dam omanfyri skulu vit viðmerkja, at tað IKKI er stjórin á
tvífalda av tí, tað var. Í so máta er árið í fjør einki undantak, og lítil ivi er um, at tað aftur í 2021 gjørdist Klakkur, sum legði seg í oddin. Veiðivirðið hjá Klakki í 2021 táttar í 50 miljónir krónur. [...] Jógvan I, sum alt heyst hevur fiskað í Barentshavinum og hevur havt manningarskifti í Noregi. Kambur plagar eisini at roynast drúgvur, og veiðivirðið hjá teimum í 2021 er slakar 34 miljónir krónur, sum [...] kunnu eisini nevna frystilínuskipið Eivind, sum í fjør fiskaði fyri slakar 28 miljónir krónur, ið reiðarin, Hálvdan Gudmundsen, tekur sum eitt miðalár. Í dag loysa fleiri línuskip, og tey flestu fara undir
læt lív í einari vanlukku við oynna Frøya, tá hann hin 1. januar í ár arbeiddi umborð á einum tænastubáti fyri norsku alifyritøkuna, SalMar, var 20 ára gamli, Adrian Røsand úr Kristisund kommunu í Møre og [...] Alf Tore Sørheim, deildarstjóri í Sjóferðslustýrinum. Tað er eitt felag, sum rekur tænastubátar, FSV Group, ið eigur bátin, sum gjørdist partur av syrgiligu vanlukkuni í Noregi nýggjársdag. SalMar leigar [...] og Romsdal. Tað er norska løgreglan, sum nú í samráð við tey avvarðandi hevur almannakunngjørt navnið á manninum. Av eini ella aðrari orsøk gjørdist ungi maðurin kroystur millum bátin og eitt alibrúk,
d, sum skuldi vera á frítíðarbústaði hansara í Florida. Har býr hann nú eisini, eftir at hann flutti úr Hvítu Húsunum í januar í fjør. Men í fráboðanini í gjár sigur hann, at hann hevur gjørt av at avlýsa [...] ein tíðindafund, sum skuldi verið hildin í morgin á ársdegnum fyri álopið á kongressina í fjør. Tað upplýsir hann í fráboðan, skrivar tíðindastovan AFP. Tað var í desember at Trump boðaði frá, at hann fór [...] nøkrum »týdningarmiklum evnum« á einum veljarafundi í statinum Arizona 15. januar. 6. januar 2021 fóru fleiri av stuðulunum hjá Trump ímóti Kongressini í Washington D.C. Fyri tað hevði Trump hildið eina røðu
Størsta einstaka íløgan í 2020 og 2021 hjá Nes kommunu var í nýggja Frítíðarskúlan. - Fyri summarfrítíðina í fjør varð nýggi parturin av Frítíðarskúlanum tikin í nýtslu. Samstundis hevði nýggja bygdaráðið [...] gera uttanumøkið meira hóskandi. Í Nes kommunu siga tey, at sambært ætlanini verður arbeiðið, sum enn er eftir at gera í Frítíðarskúlanum, liðugt tíðliga í hesum árinum. Í desember 2020 varð nýggja útstykkingin [...] bygdaráðið valdi at taka av hugskotinum hjá byggifyritøkuni KBH, sum í næstum fer undir bygging av seks randarhúsum í økinum. - Í sama øki í ovara borði á Høganesvegnum er ætlanin at loyva fleiri byggingum
2309. Í Føroyum eru umleið 350 skrásettir telvarar í teimum níggju feløgunum, sum eru við í landskappingini í vetur. Flestu telvarar eru í teimum trimum feløgunum, sum eru fremst í bestu deildini í land [...] telvari í Føroyum, stórmeistarin Helgi Dam Ziska, hevði verið í hinum norðurlondunum, hevði úrslitið verið hetta: í Noregi hevði Helgi verið nummar 7, í Danmark nummar 6, í Svøríki nummar 3, í Íslandi [...] verður dysturin millum Klaksvík og Havnina telvaður í morgin mikukvøldið 5. januar í Skákinum á Akursmørk í Klaksvík. Hinir dystirnir í fjórða umfari í fremstu deildini eru millum Vestmanna og Havnina B