Nú er slipsalandsstýrið fullmannað

Fyri fyrstu ferð síðani 3. februar í 2004 verður eitt slipsalandsstýrið skipað. Tað er eitt landsstýrið, sum slett ikki tekur atlit til javnstøðu, og sum bara er mannað við monnum

Síðani Jona Henriksen sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð fekk fast sæti á Føroya Løgtingi 20. mars í 1975, hava kvinnur havt sæti á tingi. Við hvørt fáar, viðhvørt ein, men ongantíð nógvar. Politisku flokkarnir í Føroyum hava ikki sæð tað sum sína uppgávu at eggja kvinnum til politikk, tí tað duga menn betur enn kvinnur, halda í hvussu so er nokso nógvir menn.

 

Vit kunnu til stuttleika nevna, at hendan dagin, tá tíðarskeiðið hjá kvinnum í politikki í Føroyum fór av bakkastokki, tá Jona Hendriksen sessast í Løgtinginum, var Bárður á Steig Nielsen bara tvey ára gamal. Og Annika Olsen, sum er orsøkin til alla orrustuna í samgongu og landsstýri nú, hon var bara eina viku gomul hendan dagin.

 

Eftir løgtingsvalið í 1978 vóru kvinnurnar tvær. So minkaði talið, stóð í stað, vaks eitt sindur. Og nú 47 ár eftir at Jona steig inn um tingsins gátt eru kvinnurnar, sum eru valdar á ting, bara átta í tali – og so 25 menn. Altso tríggjar ferðir so nógvir menn sum kvinnur.

 

Tjóðveldi er so langt fremst í so máta, tí tey eiga fimm av teimum átta kvinnunum, sum vórðu valdar á ting 31. august í 2019. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hvør sína

 

Tá landsstýrið varð skipað seinast, var bara ein kvinna millum teir seks menninar í landsstýrinum. Tað varð hildið vera vánaligt kynspolitiskt handverk. Og tað var ein øgilig afturgongd í mun til landsstýrið frammanundan, sum hevði fýra menn og fýra kvinnur – líka nógv av báðum kynum.

 

Kanska onkur helt Aksel V. Johannesen skapa presedens sum løgmaður við at hava javnvág í kynsbýtinum í landsstýrinum, men so er ikki.

 

Jóannes Eidesgaard viðgekk í 2004, at tað ov vánaligt av flokkunum, sum tá skipaðu landsstýri, onga kvinnu at hava. Hann var so flóvur av tí og helt, at hansara landsstýri fór at verða tað seinasta, sum onga kvinnu hevði – tað seinasta slipsalandsstýrið í søguni.

 

Men so var heldur ikki.

 

Tí í gjárkvøldið varð kunngjørt, at vit nú aftur hava eitt reint slipsalandsstýrið við sjey monnum og 0 kvinnum.

 

Uttan at vit taka munnin ov fullan, so má sigast, at her er illa avstaðfarið hjá samgonguflokkunum. Tað hevði valla gingið í øðrum londum, at ein stjórn var skipað uttan eina ta einastu kvinnu – uttan kanska í Afganistan ella líknandi londum, vit helst ikki vilja samanberast við. Men kanska kvinnur í Føroyum eru øðrvísi, og lata sær lynda. Í øllum førum tær báðar, sum eru valdar millum tey 17 samgongufólkini á tingi.

 

Men ótrúligt er.

 

Niðanfyri sæst, hvørji fólk hava sitið í øllum landsstýrinum, sum hava sitið síðani tað fyrsta í 1948 – og hvussu skilið hevur verið í javnstøðuni:

 

Føroya Landsstýri umskipað januar 2022:

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 14. september 2019 

 

1 kvinna:

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

 

 

 

Føroya Landsstýri 15. september 2015 

 

4 kvinnur:

 

Rigmor Dam/Hanna Jensen (tók eftir at Rigmor Dam legði frá sær)

 

Eyðgunn Samuelsen

 

Kristina Háfoss

 

Sirið Stenberg

 

 

 

Føroya Landsstýri 14. november 2011 -15.september 2015 

 

2 kvinnur:

 

Annika Olsen

 

Rósa Samuelsen

 

 

 

Føroya Landsstýri 26. september 2008 - 14. november 2011

 

2 kvinnur:

 

Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. - mentamál

 

Annika Olsen, lstk. ff. - innlendismál

 

 

 

Føroya Landsstýri 4. februar 2008 - 26. september 2008

 

3 kvinnur:

 

Helena Dam á Neystabø, lstk. jv. - løgmál

 

Kristina Háfoss, lstk. tj. - mentamál

 

- frá 30. august 2008: Óluva Klettskarð

 

Bjørt Samuelsen, lstk. tj. - vinnumál

 

 

 

Føroya Landsstýri 3. februar 2004 - 4. februar 2008

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 6. juni 2002 - 3. februar 2004

 

1 kvinna:

 

Annlis Bjarkhamar

 

- frá 17. september 2003: Annita á Fríðriksmørk

 

 

 

Føroya Landsstýri 15. mai 1998 - 6. juni 2002

 

1 kvinna:

 

Helena Dam á Neystabø, lstm., sj. - almanna- og heilsumál

 

 

 

Føroya Landsstýri 11. juni 1996 - 15. mai 1998

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 10. september 1994 – 11. juni 1996

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 24. apríl 1993 - 10. sept. 1994

 

1 kvinna:

 

Marita Petersen, løgm., jv. - Uttanlandsmál og løgmál

 

 

 

Føroya Landsstýri 15. jan. 1991 - 24. apr. 1993

 

1 kvinna:

 

Marita Petersen, lstm., jv. - Mentanar-, skúla- og løgmál

 

 

 

Føroya Landsstýri 22. juni 1989 - 15. jan. 1991

 

1 kvinna:

 

Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Búskapar-, samferðslu-, og norðurlandamál

 

 

 

Føroya Landsstýri 18. jan. 1989 - 22. jun. 1989

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 5. apr. 1988 - 18. jan. 1989

 

2 kvinnur:

 

Karolina Petersen, lstm., fr. - Almanna- og kommunumál

 

Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Fíggjar-, búskapar- og umhvørvismál

 

 

 

Føroya Landsstýri 10. jan. 1985 - 5. apr. 1988

 

1 kvinna:

 

Jóngerð Purkhús, lstm., tj. - Fíggjar-, búskapar- og umhvørvismál

 

 

 

Føroya Landsstýri 5. jan. 1981 - 10. jan. 1985

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 23. jan. 1979 - 5. jan. 1981

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 11. jan. 1975 - 23. jan. 1979

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 12. des. 1970 - 11. jan. 1975

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 19. nov. 1968 - 12. des. 1970

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 12. jan. 1967 - 19. nov. 1968

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 4. jan. 1963 - 12. jan. 1967

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 9. jan 1959 - 4. jan. 1963

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 18. des. 1954 - 9. jan. 1959

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 15. des. 1950 - 18. des. 1954

 

0 kvinnur

 

 

 

Føroya Landsstýri 12. mai 1948 - 15. des. 1950

 

0 kvinnur

 

 

 

 

 

Kvinnur í landsstýrinum í tíðarrøð (árstalið er fyrstu ferð tær komu í landsstýrið):

 

1. Jóngerð Purkhús, 1985

 

2. Karolina Petersen, 1988

 

3. Marita Petersen, 1991

 

4. Helena Dam á Neystabø, 1998

 

5. Annlis Bjarkhamar, 2002

 

6. Annita á Fríðriksmørk, 2003

 

7. Kristina Háfoss, 2008

 

8. Bjørt Samuelsen, 2008

 

9. Óluva Klettskarð, 2008

 

10. Annika Olsen, 2008

 

11. Rósa Samuelsen, 2011

 

12. Rigmor Dam, 2015

 

13. Eyðgunn Samuelsen, 2015

 

14. Sirið Stenberg, 2015

 

15. Hanna Jensen 2019

 

16. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, 2019