Kommunulæknafelag Føroya kann als ikki góðtaka útsøgnir hjá In.fo um, at børn verða tikin til gíslar av kommunulæknum.
Um stjórin fyri Heilsutrygd veruliga er komin við slíkum ákærum er tað sera álvarsligt.
Vit hava í meira enn 1 ár biðið um at fáa avtalu , so vit kunnu koppseta allar aldursbólkar. Tað hava vit ikki fingið enn og kunnu tí ikki koppseta.
Vit ynskja at hava møguleika at koppseta okkara sjúklingar og harvið lyfta ein part av uppgávuni at koppseta. Um orsøkin at vit ikki fáa avtalu um hetta er fíggjarlig vita vit ikki. Taksturin kommunulæknar hava uppskot um at taka er júst tann sami sum avtala er at kommunulæknar fáa í Danmark og er vanligur koppsetingartakstur. Vit hava fleiri ferðir sagt, at vit ikki ynskja at koppseta øll, men hava møguleika at koppseta allar aldursbólkar. Vit duga ikki at síggja hví vit ikki skulu hava møguleika at koppseta fyri Covid 19.
KLF hevur IKKI fingið at vita frá Apoteksverkinum, ið skal distributerað heilivág, at skamtar kunnu gevast út til 1 sjúkling. Heldur tvørturímóti hevur als onki kunna latið seg gjørt, tá tosað hevur verið við Apoteksverkið. Um so er at broytingar eru, ynskja vit at fá tað at vita frá Apoteksverkinum.
Kommunulæknafelag Føroya hevur innkallað kommunulæknar til fundar seinnapartin at viðgerða støðuna.
KLF hevur ikki hoyrt frá Heilsumálaráðnum eftir fundin 3 januar.
vh KLF
E. S. Til greinina hjá Marjusi Dam omanfyri skulu vit viðmerkja, at tað IKKI er stjórin á Heilsutrygd, sum hevur sagt, at børnini eru gíslar. Tað er niðurstøðan hjá in.fo, at børn millm 5 og 11 ár ERU gíslar í hesum máli, og tað hava tey verið síðani 15. desember 2022, og tað eru tey enn.
Vónandi fæst loysn á hesum óskili sum skjótast!











