Vænta at fleiri fara at flyta í Tvøroyrar kommunu

- Ilt er at spáa um, hvussu 2022 fer at roynast, men vit halda ábendingar vera um, at góða gongdin við fólkatalinum fer at halda fram, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

 

Nú árið 2021 er farið aftur um, hava tey í Tvøroyrar kommunu hugt at tølunum frá Landsfólkayvirlitinum, og tey halda, at hetta er sera positivur lesnaður, hvat teirra kommunu viðvíkur.

 

- Hin 31. desember í 2021 búðu 1770 borgarar í Tvøroyrar kommunu í mun til 1744 hin 1. januar sama ár. Hetta svarar til ein vøkstur á 26 borgarar - ella 1,49 prosent. Vøkstur hevur verið síðan hin 31. desember í 2019, tá 1707 borgarar vóru í kommununi.

 

Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at tá fólkatalið hin 31. desember í 2015 verður samanborið við fólkatalið við árslok í fjør, er talið av borgarum nú heili 79 fleiri. 

 

Fyri allar kommunur í Suðuroynni síggja tølini soleiðis út (1. januar 2021/ 31. desember 2021):

 

Fámjin - 86/ 84 = (-2,33%)

 

Hov - 97/ 102 = (+5,15%)

 

Hvalba - 669/ 679 = (+1,49%)

 

Porkeri - 319/ 317 = (-0,63%)

 

Sumba - 350/ 356 = (+1,71%)

 

Tvøroyri - 1744/ 1770 = (+1,49%)

 

Vágur - 1389/ 1380 = (-0,65%)

 

- Eitt annað, ið avgjørt eisini er at gleðast um, er, at vit seinasta árið hava havt eitt burðaravlop á 6, har 14 eru farin, og 20 eru fødd.

 

Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at ilt er at spáa um, hvussu 2022 fer at roynast, men tey halda ábendingar vera um, at góða gongdin við fólkatalinum fer at halda fram, tá tey eru vitandi um, at tað eru fleiri, sum hava ætlanir um at seta búgv í kommununi.

 

Á heimasíðuni - www.tvk.fo - síggjast eisini tølini yvir skattainntøkur í Tvøroyrar kommunu.