við kenning. Tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg harafturat, at hann hevði stolið bilin. Men tað skuldi ikki so nógv til, tí lyklarnir lógu í bilinum, so tað var bara at seta seg inn og fara avstað. Tey [...] forskriftunum, og tað var tað. Her verður hugt eftir um fólk eru inni, sum ikki hava fylt 18, um rýmingarleiður eru merktar og at tær ikki eru sperraðar, o.s.fr. Løgreglan var eisini til gongu í býnum í [...] Tey, sum eiga bil, hava eisini skyldu at tryggja bilin ímóti stuldri og tí er tað ikki loyvt at lata lyklarnar liggja í bilinum. Sostatt fær bileigarin eisini bót. Løgreglan sigur, at tey hava eisini verið
hevur nakran yndissang, so hugsar hann seg væl um. Tað eru nevniliga so nógvir at velja millum. - Nei, tað er ringt hjá mær at velja nakran burturúr. Men tað er altíð stuttligt at syngja her í kirkjuni, tá [...] Tað er altíð hugaligt at práta við fólk, ið hava sum vana at koma í Guds hús, so ofta sum tað nú einaferð kann lata seg gera. Hesi trúføstu kirkjufólkini eru líkasum kjarnin í føroysku fólkakirkjuni. Lítið [...] sær ein sunnudag ella ein heiligdag, uttan at hava verið í kirkju. Fyri tey hevur tað minni at siga, um prestur er, ella tað er ein deknur sum stendur fyri gudstænastuni. Tey fara kortini. Ein av hesum trúføstu
Árið í fjør var eisini eitt gott ár hjá kanningarstovuni Thetis. Roknskapur felagsins vísir eitt avlop upp á slakar fimm milliónir krónur. Tað er tó ikki eins gott og tað var í 2021, tá avlopið var slakar [...] urin hjá felagnum í fjør var góðar 11 milliónir krónur í mun til slakar 37 milliónir krónur í 2021 og góðar 17 milliónir krónur í 2020. Til samanberingar kann sigast, at í 2019, sum var árið fyri koronu
sum landsstýrismaðurin greiddi teimum frá á vitjanini. “Eg haldi, tað er ómetaliga gott, at okkara ungu hava áhugað fyri fiskivinnuni, tað eru jú tey, sum eru næsta ættarlið innan fiskivinnuna og í framtíðini [...] áhaldandi at menna fiskivinnuna, sum er eitt týðandi grundarlag undir vælferðini í Føroyum, hevur tað stóran týdning, at okkara ungu eisini hugsa fisk og fiskivinnu, tá tey velja útbúgvingarleið. Í februar [...] okkara fiskivinna skal fara. Eg gleðist eisini um, at skúlanæmingar við áhuga fyri økinum venda sær til okkum, og havi eisini í hyggju at brúka enn meiri tíð uppá at kveikja áhugan hjá okkara ungu í fólka-
Tað skal tað verða bíligari at leiga sær eina íbúð frá Bústøðum. Tað er eitt endamálið við einum uppskoti, Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum. Undanfarna [...] ráð til tað. Upprunaliga endamálið við Bústøðum er at tryggja, at útboðið av bústøðum, og kostnaðurin av teimum, eru á einum støði, so at fólk kunnu fáa eitt nøktandi heim. – Í summum førum kann tað vera [...] verður tað eisini lættari at byggja bústaðir í økjum, sum ikki eru so áhugaverd fyri vinnuligar íleggjarar. – Soleiðis verður møguleikin fyri at seta búgv uttan fyri meginøkið størri, og tað er gott fyri
serliga er tað nógva umsitingin av ymsum slag, alt árið runt, ið hevur tyngt nevnd og fólk, ið hevur tað við at troytta og taka fokusið frá øðrum minst líka týdningarmiklum uppgávum, sosum tað reint ítróttaliga [...] lætnaða arbeiðsbyrðan á verandi nevndarlimir og hjálparfólk elva til meiri yvirskot og arbeiðsorku, umframt at tað í seinasta enda skal elva til meiri nýhugsan og betri avgerðir í øllum viðurskiftum. Ætlanirnar [...] verið fordeildar har. Hendan nýggja arbeiðsfordeilingin ynskja vit skal koma felagnum til góðar, bæði við atlit til at umsitingin hjá B71 verður á hægri støði og at uppgávurnar verða loystar bæði skjótari
Síðan leygardagin hava vit havt bæði gott og støðugt veður. Tað er eitt hátrýst yvir Skotlandi, sum er orsøkin til tað. Hetta hátrýst er so máttmikið at tað hevur hildið øllum stormlágtrýstunum burtur [...] teirri køldu síðuni á hátrýstinum. Tað fer at kølna nøkur stig, og halda forsøgnirnar verður kavaælingar og um náttina fer tað at frysta. Sum tað sær út nú, verður tað fríggjadagin, at vit verða rakt av [...] stig. Hósdagur: Lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, vestan, skiftandi skýloft og sólglottar, í nátt tó skýggjað. Hitin millum 3 og 7 stig. Fríggjadagur: Frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, vestan, seinni
Tað skrivar Hagstovan í dag. Nú bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til hvussu prísgongdin er. Mátið [...] bæði árini. Tað var millum annað niðurgongd í byggivinnu og matvøruvirking, ið var orsøk til realu afturgongdina í framleiðsluvinnuni. ##med3## Reala bruttovirðisøkingin var stór árini 2011 til 2014. Hesi [...] miðal frá 2008 til 2021. Stórur búskaparvøkstur eftir fíggjarkreppuna Eins og í fleiri øðrum londum var føroyski búskapurin fyri realari afturgongd í 2009 og 2010. Í 2011 vendist afturgongdin til stóra framgongd
strikast.Haldi at formaðurin í Fiskimannafelagnum, hevði eitt sera gott poeng viðv fas skipanini og avtøku av hesi.Neyvan var tað tað stjórin hevur hugsa sær,tí her peikar pílurin á hansara egnu limir [...] støða kann skjótt blíva,at eingin sleppur til lækna ella á sjúkrahús uttan fyrst,at gjalda! Hugsandi er kanska eisini,at tað vera fleiri fólk,sum als ikki hava ráð til lækna/sjúkrahúsvitjan og harvið verður [...] Vinnuhúsið hevur fyrr nevnt, at vit skula hava lægri skatt og heldur tænastugjøld ístaðin.Tað verður,um vit vilja tað ella ikki = Amerikanskar tilstandir,har einki kann gerast fyrrenn visakortið hevur verði
vinnarunum síggjast við at trýsta HER Tað var aftur H71, sum vann flestar finalur, tilsamans 6. Hjá monnum og kvinnum, umframt D18, D16, D12, G10. VÍF hevði eisini eitt gott vikuskifti og vunnu fýra finalur [...] Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum, og ongantíð áður hava so nógv fólk vitjað í høllini til finalurnar. Heili 18 finalur blivu leiktar, harav fleiri vóru serstakliga spennandi. Harumframt var