Løgreglan hevur aftur nú gjørt heilt nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Hesa ferð hava tey verið ymsastaðni í meginøkinum og í Suðuroynni.
Løgreglan sigur, at heilt nógvir bilar eru kannaðir, men at støðan var heilt góð. Eingin varð tikin fyri at koyra ov skjótt, men ein varð tikin tí hann hevði ikki koyrikortið uppi á sær.
Hinveg varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra við kenning. Tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg harafturat, at hann hevði stolið bilin.
Men tað skuldi ikki so nógv til, tí lyklarnir lógu í bilinum, so tað var bara at seta seg inn og fara avstað. Tey, sum eiga bil, hava eisini skyldu at tryggja bilin ímóti stuldri og tí er tað ikki loyvt at lata lyklarnar liggja í bilinum. Sostatt fær bileigarin eisini bót.
Løgreglan sigur, at tey hava eisini verið á fleiri skeinkistøðum fyri at vita um alt varð eftir forskriftunum, og tað var tað. Her verður hugt eftir um fólk eru inni, sum ikki hava fylt 18, um rýmingarleiður eru merktar og at tær ikki eru sperraðar, o.s.fr.
Løgreglan var eisini til gongu í býnum í nátt tá ið skeinkistøðini lótu eftir og í onkrum føri máttu tey upp ú at forða fyri, at illstøður endaði við bardaga.
Men kortini kannar løgreglan eitt mál um harðskap. Tað eru tvey fólk, sum skuldseta hvønn annan fyri harðskap, so nú skal løgreglan fyrst fáa greiði á, hvart vendir upp, og hvat vendur niður, áðrenn nøkur støða verður tikin.