Nú verður eitt sindur kaldari aftur

Hátrýstið, sum hevur givið okkum gott veður seinastu dagarnar, er nú á veg norður eftir

Síðan leygardagin hava vit havt bæði gott og støðugt veður. Tað er eitt hátrýst yvir Skotlandi, sum er orsøkin til tað. Hetta hátrýst er so máttmikið at tað hevur hildið øllum stormlágtrýstunum burtur frá Føroyum, samstundis sum vit hava ligið í einum lýggjum luftráki. Lýggj luft er komin sunnan eftir, tann reyði pílurin, hetta er tað, veðurfrøðingar kalla ta heitu síðuna á hátrýstinum. Men kaldari luft er komin norðan eftir, tann blái pílurin og tað tann kalda síðan á hátrýstinum.

 

Men alt hevur sína tíð. Nú er hátrýstið farið at ganga norðureftir og í útnyrðing. Um vikuskiftið fara Føroyar tí at liggja í teirri køldu síðuni á hátrýstinum. Tað fer at kølna nøkur stig, og halda forsøgnirnar verður kavaælingar og um náttina fer tað at frysta.

 

Sum tað sær út nú, verður tað fríggjadagin, at vit verða rakt av luftrákið av útnyrðingi, men tað verður ikki fyrr enn seint leygardagin, ella sunnudagin, at tað verður ælaveður við kava.

 

##med2##

 

Kortið omanfyri vísur eitt boð uppá hvussu veðrið fer at vera fríggjadagin. Køld luft fer at koma norðaneftir, men aðrar forsagnir siga, at kuldin fer ikki at koma fyrr enn um vikuskiftið.

 

Men áðrenn vit fara so langt fram, kunnu vit gleða okkum til veðrið í morgin, mikudagin. Tað verður eitt sindur kalt um morgunin, men sum líður á fyrrapartin fer sólin at síggja í flestu støðum kring landið. Sólsetur er klokkan 17.47, og møguleikin er fyri einari góðari løtu tá, við klárum lofti.

 

Men veðrið verður kortini rættiliga gott hesar næstu dagarnar.

 

Mikudagur:

 

Lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, av ymsum ættum, seinni av útnyrðingi, smáskýggjað og sólglottar ella sól og turt. Í nátt skýggjað vestaneftir. Hitin millum 2 og 8 stig.

 

Hósdagur:

 

Lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, vestan, skiftandi skýloft og sólglottar, í nátt tó skýggjað. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Fríggjadagur:

 

Frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, vestan, seinni útnyrðingur, smáskýggjað og einstakir ælingar. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Leygardagur:

 

Lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, av útnyrðingi, seinni norði, skiftandi skýloft og einstakir ælingar, møguliga eisini við vátakava. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Sunnudagur:

 

Lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, av útsynningi ella norði, skiftandi skýloft og ælingar, eisini við vátakava ella kava. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.