Árið í fjør var eisini eitt gott ár hjá kanningarstovuni Thetis. Roknskapur felagsins vísir eitt avlop upp á slakar fimm milliónir krónur.
Tað er tó ikki eins gott og tað var í 2021, tá avlopið var slakar 23 milliónir.
Kanningstovan Thetis hevur rættiliga tjent pengar upp á koronufarsóttina, tá tey mentu eina skipan við koronukanningum, sum hepnaðist sera væl, og sum gav felagnum stóran vinning.
Bruttovinningurin hjá felagnum í fjør var góðar 11 milliónir krónur í mun til slakar 37 milliónir krónur í 2021 og góðar 17 milliónir krónur í 2020. Til samanberingar kann sigast, at í 2019, sum var árið fyri koronu, var bruttovinningurin 2 milliónir krónur og avlopið 2,2 milliónir krónur.
Tey trý koronuárini hava verið sera góð fyri Sp/F Thetis. Tilsamans hevur felagið tjent 34,5 milliónir roknskaparárini 2020, 2021 og 2022. Sama tíðarskeiðið hava teir báðir partaeigararnir fingið 28,2 milliónir krónur í vinningsbýti, vísa roknskapir felagsins, sum eru tøkir á vinnuvitan.biz