Simonsen og Olaf Berg fara ivaleyst at mynda toppin í ár. Tann meira royndi Sigurð Justinussen úr Havn plagar altíð at blanda seg í toppin, og spennandi verður at síggja um tann garvaði telvarin av Toftum [...] tí bestu dystarvenjing undan FM og tað kann koma at verða avgerandi. Tíggju telvarar luttaka í hesum bólki, og eru tí sostatt aðrir telvarar sum ætla at gera ein vørr í ár. Nevnast kunnu Rani Nolsøe, Eyðun [...] veteranar fara um Páskir at stríðast sum í gomlum døgum. Eitt nú hava føroyameistarin frá 1972 Hans Petersen og Niels Durhuus úr Vestmann boða frá luttøku. Av Toftum kemur Jústines Hansen at telva við, úr Havn
Tað var í hesi øldini, at eg gekk um garðaliðið við kúnni, har eg fekk loyvi til at fylgjast við frægum monnum, sum í dag hvíla undir grønu torvu, ikki tí at teir doyðu av elli, nei tíðin var úti, dagarnir [...] men framburðurin var rættuliga merkbarur. Nevnast kann at tað nýggjast fiskifarið í flotanum í dag hevur gott 7.000 HK. Tað er í hesi øldini, at veiðimøguleikarnir eru munandi skerdir hjá fiskimonnum okkara [...] sum hava verið dýrabar fyri fólk okkara. Hvussu bygdasamfelagið fer at síggja út, tá eitt hundrað ára skeið aftrat er runnið, er ilt at meta um. Ja, men hvat er tað sum ikki broytist? Jú, tað er jólaboðskapurin
hava teir sent eitt greitt tekin um, at teir enn kunnu seta eld í dansigólvið, og vit gleða okkum tí at kunna kunngera, at When Saints Go Machine kemur til Syðrugøtu at skapa eina dansiveitslu. Bólkurin hevur [...] enntá við heiðrinum at lata Orange pallin upp á Roskilde festivalinum, ein heiður, ið bert tey mest spennandi nøvnini fáa. Men mest av øllum er hetta ein framúrskarandi bólkur, ið dugir at seta lív í eina [...] sínum lívliga tónleiki og eyðkendu Kristiansand dialekt, fer alt upp at kóka. Hetta verður stutt sagt garrvilt, tí gleða vit okkum at uppliva Honningbarna í Syðrugøtu í summar. Axel Flóvent Axel Flóvent
rumensku, sum vóru stinnari at lukka, og tí vann rumenska parið 4-1. Hitt føroyska parið, Birthe Sikivat og Nadja Tróndardóttir, sótu yvir í fyrsta umfari. Men ikki kann sigast at tær høvdu fingið eitt heppið [...] vísa seg at gerast ein sannur gysari. Jan McIntosh og Uni Árting løgdu væl út og vunnu fyrstu tvey settini. Jan Erik Fjallstein og Marjus taptu næstu tvey settini. Eftir hetta skiftust liðini um at vinna [...] Jan vóru sera neyvir í teirra síðstu settum og megnaðu at javna til 8-8. Nú høvdu allir spælt móti øllum og tí skuldu liðini velja hvør sín leikara at spæla eitt avgerandi sett. Italia valdi Basetti, meðan
strategi Russlands og russisku ambitiónini um at røkka nationalum sjálvbjargni viðvíkjandi matvøruframleiðslu. Tað merkir, at Russland hevur ætlanir um at gera seg óheft av innflutningi, ið, sum frá líður [...] komandi árini. Tí eiga Føroyar at gera eina langtíðarstrategi fyri førda russlandspolitikkin Russland hevur eina langtíðarætlan um nationalt “matsjálvbjargni”, sum merkir, at landið sjálvt framleiðir allar [...] endurnýggjað á hvørjum ári síðani 1977. Greiningin vísir, at avtalan hevur givið Føroyum yvirskot seinnu árini, men ikki í 2024. Orsøkin til, at avtalan ikki longur gevur yvirskot, er minkandi kvotan í
vónloysi við høvdinum, tí hann var tann, sum átti at merkt álopsprofilin úr Lyon, og danski dribblarin royndi beinanvegin at bøta skaðan. Danir tóktust ikki at missa mótið á nakran hátt, og Gustav Isaksen var [...] Hetta hevði við sær, at dysturin mátti fara í yvirtíð, og tá var galið aftur. Kekkia fekk eina góða byrjan og fekk fleiri hornaspørk áðrenn eitt innkast eftir 100 minuttir vísti seg at vera lagnan hjá Danmark [...] Danmark sleppur ikki at luttaka í HM í summar í USA, Meksiko og Kanada. Týskvøldið tapti liðið hjá Brian Riemer fyri Kekkia eftir brotssparkskapping, har Rasmus Højlund, Anders Dreyer og Mathias Jensen
hevði verið. Café Nátúr broyttist seinni til eitt skeinkistað eftir at rúsdrekkalógin í 1992 varð broytt soleiðis, at loyvt varð at skeinkja rúsdrekka alment í Føroyum. Síðani Thurid og Óli Samró [...] gólvið hægri. Eftir tað at Handilsforeiningin var givin, keyptu brøðurnir Eliesar Jacobsen, føddur í 1897, vanliga róptur Essaba, og Hans á Lag, húsini, og fóru um 1922 at handla við klæðum bæði til [...] Talan er um húsini, sum nú standa at kalla mitt í eini rundkoyring í býnum. Aftan fyri húsini er Kopargøta, frammanfyri Áarvegur, tann parturin, sum er oman á ánni, sum rann millum Handilsforeiningina
spakuligt tølt vísast, síðani tølt við valfríari ferð og at enda tølt við sløkum teymum – tvs. at reiðfólkið skal klára at halda rossið í tølti uttan at hava teymsamband. T7 er ein lættari flokkur, har spakuligt [...] beinum strekki, og av tí at banin er heldur stuttur, er bert pláss fyri at skeiða einar 60 m. Leygardagin vóru so finalurnar á skránni – flott at síggja hesi vøkru og góðu rossini saman við reiðfólkunum vísa [...] flokkunum er, at V1 er hægri flokkurin, og tá skal vísast bæði skjótt og spakuligt tølt, meðan í V5 skal bert valfrítt tølt vísast. F1 – fimmgongd Íslendsku rossini eru rættiliga serlig við tað, at flestu teirra
B36 ikki at finna málmeskarnar ímóti TB, sum vísti framúr hugburð Stigatalvan sigur, at tað als ikki gongur eftir vild hjá tvífalda meistaraliðnum. Tað varð spátt, at B36 eftir fimm umfør fór at hava fimtan [...] tætt við, at Karl Løkin minkaði um munin eftir spenta støðu í KÍ brotsteiginum. 67) 0-2 0-2: Páll A. Klettskarð So gekk tað soleiðis, sum tað ofta ger í fótbólti. ÍF royndi at pressa fyri at javna, og [...] 65) 0-1 Nú er tað ÍF, sum hevur hug at leggja trýst á í royndini at fáa mál og at javna KÍ leiðsluna. 63) 0-1 Tað er sera lívligt í Fuglafirði. Eftir fríspæling frá Súna Olsen var Páll A. Klettskarð í góðari
Fuglafirði! Nú má kunna sigast, at HB verður meistari, tí tað verður so at siga ógjørligt at fáa HB aftur. Tað eru átta stig á muni millum HB og ÍF og níggju stig eru eftir at spæla um. 90. (+1) min: Poul [...] hálvleikur endar annars við, at Beinir Ellefsen fær gult kort fyri at smekka til bóltin, eftir at Petur Reinert hevði bríkslað til hálvleiks. 44. min: Ndende fær gult kort fyri at seta alboga í høvdi á Jobin [...] royndir eydnaðist tað loksins at fáa bóltin í netið. Ein uppiborin leiðsla! 73. min: Soleiðis sum tað sær út í løtuni, so sær tað mest út sum, at tað verður Víkingur, sum fer at skora næsta málið. Finnur hevur