Talan er um húsini, sum nú standa at kalla mitt í eini rundkoyring í býnum.
Aftan fyri húsini er Kopargøta, frammanfyri Áarvegur, tann parturin, sum er oman á ánni, sum rann millum Handilsforeiningina og Vertshúsið, sum nú verður kallað Áarstova.
Vegur er allan vegin kring húsini hjá Essaba – og hornið Kopargøta/Áarvegur, var serliga trupult fyri bussførarnar hjá Bussleiðini í Havn.
Tá nýggir bussur skuldu keypast varð altíð hugsað um, hvørt bussarnir kláraðu »Essaba«. Frætt er um danskar busssølumenn, sum hildu »Essaba« vera eina serliga roynd hjá Bileftirlitinum í Føroyum. Men tað snúði seg bara um klára hornið kring handilshúsini hjá Essaba.
##med2##
Hendan avbjóðingin er nú burtur, tí Bussleiðin koyrir ikki g jøgnum trongarnar í miðbýnum í Havn longur.
Finnur Hansen skrivar um húsini í bókini »Traðkaðu fólkinum slóð«. Myndin sýnir húsini um 1935.
##med3##
Handilsforeiningin bygdi fyrst tann niðara partin av húsinum í 1894, har sum Ólastova og Stórastova stóðu. Seinni vórðu húsini hjá Gregersen, bøkjara, sum stóðu beint omanfyri, tikin niður, og Handilsforeiningin g jørd tað longri.
Innan sæst skilliga, hvat er gamli, og hvat er nýggjari parturin, tí har, sum Gregersenshús hava staðið, er gólvið hægri.
Eftir tað at Handilsforeiningin var givin, keyptu brøðurnir Eliesar Jacobsen, føddur í 1897, vanliga róptur Essaba, og Hans á Lag, húsini, og fóru um 1922 at handla við klæðum bæði til mannfólk og konufólk. Tað varð ikki roknað sum hissini klæði, tí skuldi tú hava góð klæði, skuldu tey vera frá Essaba, sum handilin varð róptur í vanligar talu.
##med4##
Essaba var hjá Handilsforeiningini, men av tí at hann hevði verið bróstsjúkur og tí ikki var so sterkur, bað hann beigg ja sín, sum var á fútaskrivstovuni, vera við. Inngongdin til Handilsforeingina var út til
Kopargøtu, men eftir tað at lokið var lagt á Havnará fram við húsunum í 1930, varð nýggj og stásilig inngongd, ið er har enn, g jørd frá Áarvegnum.
Hans á Lag hevði verið til skips, men vildi ikki fara aftur til sjós, eftir tað at teir, í 1920 á veg heim til Føroyar við Puritan fóru á land í Hebridunum. Palli á Lava og sonurin Jákup sjólótust, Sofus Jacobsen, Sofus hjá Linu, og Hans á Lag skolaðu upp á land í eini óbygdari oygg j. Í oynni var bara seyður og okkurt seyðahúsið, men ein kúrv við frukt, teir høvdu keypt at hava við heim, skolaði upp á land og helt lív í teimum, til fólk kom og bjargaði teimum.
Eftirkomarar hjá teimum báðum Essaba og Hans á Lag, sum hildu fram við handlinum, góvust um 1990. Eitt skifti stóð húsið óvirkið, men í nítárunum læt Thurid Samró upp tógvhandilin og kaffistovuna Café Nátúr, har handilin hjá Essaba hevði verið.
Café Nátúr broyttist seinni til eitt skeinkistað eftir at rúsdrekkalógin í 1992 varð broytt soleiðis, at loyvt varð at skeinkja rúsdrekka alment í Føroyum.
Síðani Thurid og Óli Samró góvust við Café Nátúr, sum var eitt vælumtókt stað, hava ymsir aktørar roynt seg við virkseminum í húsinum, sum Føroya Bjór eigur.
Seinastu árini navnið verið Essabarr – við greiðari tilsiping Eliesar Jacobsen, Essaba.
Siga vit, at húsini standa einsamøll við koyrivegi allan vegin rundan um húsini, so hevur tað ikki altíð verið so. Tí bæði norðanfyri og sunnan fyri húsini stóðu fleiri onnur hús, og vestanfyri rann áin. Einasta farleið fram við húsunum
var kopargøta, sum seinni varð víðkað og g jørd til koyriveg til ferðsluna niðan eftir Áarvegnum.
Stutt samanumtikið kunnu vit siga, at húsini hava hýst Handilsforeiningini í 20 ár. Hýst klædnahandlinum hjá Essaba í út við 70 ár, og tey hava verið ølstova – ella skeinkistað nú í góð 30 ár.
Café Nátúr mundi vera av fyrstu skeinkistøðum í Føroyum eftir nýggju rúsdrekkalógini í 1992. Hinumegin vegin finna vit fyrsta skeinkiloyvi í Føroyum nakrantíð. Tað var skeinkiloyvi hjá Vertshúsinum, sum tað fekk í 1836. Tað var eisini einasta skeinkiloyvi, ið varð latið í 19. øld í Føroyum. Vertshúsið er grannahúsið hjá Essaba, ið hýsir matstovuni Áarstovu.