fatur á tí persóninum. Og tá tey kannaðu hann nærri, vísti tað seg, at hann hevði fleiri aðrar lutir, sum løgreglan hevur mistanka um, at hann hevur tikið onkustaðni. Sjálvi sigur persónurin seg einki kenna [...] elektrisk spøl til tráður, sum kosta fleiri túsund krónur stykki. Men trupulleikin er, at vit hava onga fráboðan fingið um, at hesir lutir eru stolnir, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Talan var eisini um
sum vóru dottin, og at onkur svav á vegnum. Men eingin harðskapstilburður er fráboðaður í nátt. Løgreglan hevur eisini kannað vertshús í sambandi við duravørðar. Tað er ikki krav, at vertshús skulu hava [...] i vóru í lagi hjá teimum flestu, og har tey ikki vóru heilt í lagi, har var tað tí, at viðkomandi var í ferð við at taka neyðug skeið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Kalifornia fyri at spæla dyst móti Sacramento Repuplic FC í næstbestu amerikonsku fótbóltsdeildini. Petur byrjaði inni og var skiftur út tá 67 minuttir vóru leiktir. Leingi sá út til, at El Paso fór at fáa eitt [...] upp til Monterey sum hevur 40 stig. Átta tey fremstu liðini fara víðari til endaspælið. HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Sacramento og El Paso: ##med2##
- Vit ætla okkum at byggja á góðu úrslitini frá undanfarnu árunum og verða í toppinum. Vit skulu út í Europa og har vilja vit eisini royna at gera ein góðan figur, sigur John Syderbø í stuttari viðmerking [...] uppvaksin í Mjølnir, hann byrjaði at spæla flogbólt sum 12 ára gamal og hann kom á besta liðið sum 18 ára gamal. Hann hevur vunnið 2 meistaraheiti fyri Mjølnir og var við til at vinna fyrstu steypafinaluna í
Team Klaksvík fer í vikuskiftinum at spæla sínar fyrstu dystir nakrantíð í einari evropeiskari kapping. Team Klaksvík fer at spæla báðar dystirnar í Europa Cup móti bosniska liðnum, Sloboda Tuzla í Bosnia [...] dystin, ið verður leiktur fríggjakvøldið klokkan 18.30, og tær hava lítla tiltrúgv til, at Team Klaksvík fer at vinna dystin. Oddsini upp á sigur til Team Klaksvík liggja millum 6,80 og 7,00. Oddsini upp
dokumentarfilm á filmfestivalinum Devour í Canada. Festivalurin skrivar í tíðindaskrivi, at tað gleðir tey, at The Most Remote Restaurant in the World var við á festivalinum í ár. Dómsnevndin skrivar [...] Viaplay, síðan hann kom út í summar. Men nú liggur hann eisini á DR TV, soleiðis at øll kunnu síggja hann ókeypis – hygg at filminum HER .
Møguleiki verður at hyggja seg um á skúlanum, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað siga tey í Hvannasunds kommunu. Á skúlanum verða myndaframsýningar frá árunum 1983-2023, og hesar verða at síggja á stóru [...] og sunkist verður at fáa í fimleikarhøllini. Klokkan 15 í morgin verða røður, felagssangur og sangframførsla hjá skúlakórinum í fimleikahøllini. Í Hvannasunds kommunu bjóða tey øllum at vera hjartaliga vælkomnum
blálongu. - Allir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í vikuni. Av teimum smáu trolbátunum, eru fimm til fiskiskap í løtuni. Allir uttan hin eini koma inn at landa fyrst í vikuni. - Trolbátarnir fáa mest [...] serliga longu, hýsu og tosk. - Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, og soleiðis hevur verið leingi. Í løtuni eru tríggir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Teir fiska [...] fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. - Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.
verða skuldsettir fyri at vera ávirkaðir av rúsevnum. Hetta eru tvey mál, har annar bilførarin varð steðgaður í norðurøkinum og hin í eysturoyarøkinum. Vaktleiðarin sigur í morgun, at løgreglan javnan ger [...] Jú, vit gera átøk, har vit hava rúsevni í huga. Vit steðga onkrum bilum, har illgruni kann vera um, at alt ikki er í lagi. Tíðliga í gjárkvøldið hendi eisini eitt ferðsluóhapp á Tvøroyri, har ein bilførari [...] Hetta var á krossinum miðskeiðis á Tvøroyri, har vegurin kemur niðan av bryggjuni. Vaktleiðarin sigur, at tað var bilførarin, ið hevði treytaleysa víkiskyldu, sum koyrdi inn í síðuna á einum øðrum bili.
í bili á einum festivali í heimbýi forsetans, Plains í Georgia. Útlendskar tíðindastovur vita at siga, at fyrrverandi forsetahjúnini vórðu koyrd í einum bili gjøgnum býin, og tey veittraðu til fleiri av [...] ár. Seinastu árini hevur heilsan bilað, og í februar gjørdist tað alment kent, at Jimmy Carter fær hospisu-viðgerð og fer at brúka seinastu tiðina heima saman við familjuni. Tíðindastovan NTB er millum mongu