Sunnudagin vann dokumentarfilmurin um Koks, "The Most Remote Restaurant in the World", eina virðisløn fyri besta dokumentarfilm á filmfestivalinum Devour í Canada.
Festivalurin skrivar í tíðindaskrivi, at tað gleðir tey, at The Most Remote Restaurant in the World var við á festivalinum í ár.
Dómsnevndin skrivar somuleiðis soleiðis um Koks-dokumentarfilmin:
A perfect combination of real-life drama, stunning visuals, and culinary expertise, this documentary is a riveting portrayal of a chef's race against the odds to open a fine dining restaurant in a remote settlement in time for its grand opening.
Filmurin hevur ligið á Viaplay, síðan hann kom út í summar. Men nú liggur hann eisini á DR TV, soleiðis at øll kunnu síggja hann ókeypis – hygg at filminum HER.