asta. Av øðrum áhugaverdum tiltøkum kann nevnast, at í kvøld er ein kjakfundur á skránni við evninum ”Umhvørvið og ferðavinnan”. Kommunan skrivar, at seinastu árini er ferðavinnan í Føroyum økt munandi [...] hava á umhvørvið og hvat vit kunnu gera fyri at minka um tann neiliga partin. Í annaðkvøld er aftur kjakfundur um ”Umhvørvið og húsarhaldið”. Kommunan skrivar, at fleiri og fleiri geva sær nógv far um, hvussu [...] framløga um evnið, har ið lagt verður upp til kjak um, hvussu vit sum borgarar kunnu gera mun umhvørvinum at frama. Mikukvøldið er spurnarkapping á skránni. Har eru 36 spurningar helvt um helvt staðbundnir og
tað er eingin samarbeiðsvilji ella áhugi at hóma frá Runavíkar Kommunu. Kommunan heldur fram at "týna" sínar borgarar dag út og dag inn. Felagið hevur ikki orð at lýsa framferðarháttin hjá Runavíkar Kommunu [...] ##med2## Tað skrivar felagið Heimafriður. Men Runavíkar Kommuna letur sum einki. – Vit mugu ásanna, at hvørki felagið ella borgarar verða hoyrdir ella vird av Runavíkar Kommunu. Heimafriður fær fleiri klagur [...] klagur um vikuna frá borgarum í Runavík og á Strondum, sum klaga um gang frá skipum. – Tað er harmuligt, at felagið ferð aftaná ferð má fráboða um gang frá skipum, serliga á Skálafjørðinum. – Frá Klaksvíkar-
neytalortakapping, sum B71 stendur aftanfyri. Í B71 siga tey, at her eru nógvir góðir vinningar at vinna. Klokkan 15 er seinasta freist at lata inn til matkynsturkappingina. Ein forvitnisligur pallborðsfundur [...] ymiskum á skrá í hugnaliga bygdalagnum í Trøðum. Tiltøkini byrja klokkan 10, tá fleiri sølustøð fara at selja, og her kann keypast bæði grøði, kjøt og ymiskt annað forkunnugt. Klokkan 10 letur eisini Djóragarður [...] í Miðstovuni, og her verður tað Jákup Reinert Hansen, ið var prestur á Sandi ein mansaldur, sum fer at siga nøkur orð. Klokkan 14 seinnapartin letur pubbin á Verkstaðnum hjá Jógvani Gubba upp, og tá verður
men skal virka til nýggjur løgmaður er valdur. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at hann væntar at kunna geva tí, sum verður tilnevndur samráðingarleiðari boð klokkan 15:30. Tað verður mest sannlíkt [...] umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs. Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaður uppskot um løgmansevni fyri løgtingið [...] innan 4 yrkadagar eftir, at uppskot hansara var havnað, framaftur uppskot um løgmansevni, sum løgtingið sama dag greiðir atkvøðu um eftir reglunum í stk. 3. Stk. 5. Um so er, at løgtingið fýra ferðir hevur
Inntil tað restaði eitt korter á Dungasandi í Sørvági mikukvøldið, bendi alt á, at heimaliðið fór at vinna fulla úrtøku, men soleiðis endaði tað ikki. Teir næstbestu hjá Víkingi vitjaðu teir bestu hjá [...] Víkingi at javna til 2-2. Málskjútti var 16 ára gamli Noah Mneney, sum skoraði fyri aðru ferð í fimm dagar. Nú hevur hann skorað trý mál á næstbesta Víkinga liðnum í ár. Javnleikurin ber við sær, at Víkingur [...] er bara Solomon Kwao, sum hevur skorað fleiri mál. Máltalið hjá honum er átta. Fýra minuttir eftir, at heimaliðið hevði økt um leiðsluna til 2-0, svaraði Víkingur aftur. Tað var við brotssparki, sum Óli
Hentze sigur í upptaktini í VikuskiftisSosialin, at tað er ongin ivi um at Sølvi Vatnhamar spælir hesaferð. Víkingur hevur brúk fyri øllum kreftum, eftir at hava tapt tveir dystir upp í salg. Fyrst á ólavsøku [...] ólavsøku móti B36, og síðani móti NSÍ. - Vit eru trýstir, um vit ætla at vera við í FM-stírðnum. Serliga tá vit hava tapt tveir dystir móti teimum, sum berjast um FM, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá [...] trýstið er ikki størri enn eitt vist, leggur hann afturat: - Viðvíkjandi málsetningum hjá felagnum um at koma í Evropa, so er tað ongin vanlukka um vit ikki vinna. Vit vilja bara gjarna vera við í oddastíðnum
mest vónbrotnir av at Brøchner ikki fullførdi. Torkil Veyhe: Vit royndu sum fræðast eftir tað, men vit mugu bara staðfesta, at vit høvdu brúkt ov nógva orku fyrstu helvtina fyri at halda troyggjuna, og [...] og liðfelagarnar í Riwal Readynez, sum heldur ikki á seinasta teininum í dag megnaðu at gera um seg. Torkil heldur, at teir hava brúkt ov nógva orku fyrr í kappingini. Vinnari av dagsins teini gjørdist danski [...] og tað kostaði til seinnu helvt, tá ið vit ”sjálvir” skuldu út at skapa úrslit. in.fo: Tíverri. Takk fyri frásagnirnar! Torkil Veyhe: Takk somuleiðis! Lesið eisini: SMS-dagbókin, 1. teinur SMS-dagbókin
møguleikarnar at veita lán til føroyskt vinnulív. Harumframt eru eyka krøvini til føroyskar SIFI-peningastovnar kappingaravlagandi í mun til útlendskar peningastovnar, sum hava áhuga í at sleppa inn á føroyska [...] tíðindaskrivi. Umframt aðalmálið at vera fremsti og tryggasti heildarveitari innan trygging, fígging, pensjón og húsamekling í Føroyum, er tað eisini ábyrgdin hjá stórum feløgum at taka lut í føroyska samfelagnum [...] Góðu úrslitini hjá feløgunum í Betri samtakinum førdu við sær, at móðurfelagið, Betri P/F, hevði eitt gott úrslit í 2018. Ársúrslitið fyri 2018 gjørdist 124,5 mió. kr., ið leggjast afturat eginpeninginum
Johansen. Hann leggur aftrat, at um hetta er El Nino-fiskur ella ei, vil hann ikki gera seg klókan uppá. Í samrøðu við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini vísir hann á, at umstøðurnar á landgrunninum [...] hevur verið meiri at fingið av toski á upsaleið enn undanfarnu árini. Vit fiska vanliga upsa frá 80 favnum og djúpri - og tosk frá 80 favnum og grynri. Skiparin á Karlamagnusi sigur, at ein triðingur av [...] oljutrýstsnellum. - Vit eru allir so gamlir, at tað er altíð onkur av okkum, sum er til klassingar, sigur Magnus Johansen brosandi. Sjálvur heldur hann, at hann ivaleyst er ein rímiliga vinaligur skipari
fyri harðskapi. Í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Kvinnuhúsinum verður upplýst, at Kvinnuhúsið fekk 505 áheitanir í fjør, og at 11 kvinnur og átta børn gistu á Kreppumiðstøðini í 2017. Í 2016 fekk Kvinnuhúsið [...] bæði sálarligum og likamligum harðskapi. Sjey teirra søgdu seg ikki ætla at melda mannin til løgregluna, og fýra kvinnur umhugsaðu at melda mannin. Menninir, sum framdu harðskapin, eru úr øllum samfelagsstættum [...] kvinnur sjálvbodnar í vaktarskipan, sum ger tað møguligt hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi, at ringja ella at flyta inn á Kreppumiðstøðina alt samdøgrið. Sjálvbodnu kvinnurnar í Kvinnuhúsinum arbeiddu í