Góðu úrslitini hjá feløgunum í Betri samtakinum førdu við sær, at móðurfelagið, Betri P/F, hevði eitt gott úrslit í 2018. Ársúrslitið fyri 2018 gjørdist 124,5 mió. kr., ið leggjast afturat eginpeninginum hjá Betri P/F, sum harvið kemur upp á 3.070 mió. kr.
- Hóast Betri P/F við eginognini á omanfyri 3 mia. kr. skuldi verið væl bjálvað, sær samtakið avbjóðingar í nýggju kapitalkrøvunum, sum ætlandi verða áløgd SIFI-peningastovnum komandi árini. Ætlaðu krøvini eru rættilig hørð í mun til líknandi peningastovnar uttanlands og kunnu avmarka møguleikarnar at veita lán til føroyskt vinnulív. Harumframt eru eyka krøvini til føroyskar SIFI-peningastovnar kappingaravlagandi í mun til útlendskar peningastovnar, sum hava áhuga í at sleppa inn á føroyska marknaðin. Betri vónar tí, at myndugleikarnir umráða støðuna viðvíkjandi krøvunum til SIFI-peningastovnar av nýggjum, nú tey nýggju sokallaðu NEP-krøvini eisini eru partur av samlaðu kapitalkrøvunum, skrivar Samtakið í tíðindaskrivi.
Umframt aðalmálið at vera fremsti og tryggasti heildarveitari innan trygging, fígging, pensjón og húsamekling í Føroyum, er tað eisini ábyrgdin hjá stórum feløgum at taka lut í føroyska samfelagnum og stuðla samfelagsgagnligum virksemi.
- Tí samtykti Betri ein CSR-politikk í 2018, og sæst úrslitið av politikkinum millum annað aftur í tí stuðli, sum varð latin vælgerandi endamálum gjøgnum Betri Stuðulsgrunnin. Stuðul var millum annað latin til Barnaheimið, Kvinnuhúsið, Kris og bjargingarfeløgini, skrivar Betri-Samtakið.
Árið í stuttum
• Ársúrslitið: 124,5 mió. kr.
• Úrslitið áðrenn skatt: 147,3 mió. kr.
• Eginognin: 3.070 mia. kr.
• Fíggjarstøðan javnvigar við 12.447 mió. kr.
• Solvensurin við árslok: 40,2%










