Tour de Normandie er av fyri Torkil Veyhe og liðfelagarnar í Riwal Readynez, sum heldur ikki á seinasta teininum í dag megnaðu at gera um seg. Torkil heldur, at teir hava brúkt ov nógva orku fyrr í kappingini.
Vinnari av dagsins teini gjørdist danski Johan Langballe frá Team Waoo, og vinnari av samlaðu kappingini gjørdist norski Ole Forfang frá Team Joker.
Niðanfyri sæst 7. og seinasti partur av SMS-dagbókini, sum Torkil Veyhe og in.fo hava latið skrivað seinastu vikuna.
Í Sosialinum í morgin verður drúgvari greining og samanumtøka av Tour de Normandie og fyrstu mánaðunum hjá Torkili Veyhe á Riwal Readynez.
in.fo: Hvussu gekst í dag?
Torkil Veyhe: So sum so. Vit eltu nøkur útbrot, men raktu tey ikki, og vit koyrdu so spurtin fyri Tobias Kongstad, ið bleiv nummar 18.
in.fo: Og hvat er so ein skjót niðurstøða av kappingini?
Torkil Veyhe: Vit komu eftir meira, og tað sá leingi gott út við Nicolai Brøchner. Vit eru jú glaðir fyri tað, sum vit uppnáddu, men mest vónbrotnir av at Brøchner ikki fullførdi.
Torkil Veyhe: Vit royndu sum fræðast eftir tað, men vit mugu bara staðfesta, at vit høvdu brúkt ov nógva orku fyrstu helvtina fyri at halda troyggjuna, og tað kostaði til seinnu helvt, tá ið vit ”sjálvir” skuldu út at skapa úrslit.
in.fo: Tíverri. Takk fyri frásagnirnar!
Torkil Veyhe: Takk somuleiðis!
Lesið eisini: