Altíð onkur maður til klassingar

- Vit hava fingið bæði meiri, størri og feitari fisk í ár enn somu tíð síðsta ár, sigur skiparin á snellibátinum Karlamagnusi.

- Vit hava fingið bæði meiri, størri og feitari fisk í ár enn somu tíð síðsta ár, sigur skiparin á snellibátinum Karlamagnusi, Magnus Johansen. Hann leggur aftrat, at um hetta er El Nino-fiskur ella ei, vil hann ikki gera seg klókan uppá.

 

Í samrøðu við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini vísir hann á, at umstøðurnar á landgrunninum eru nógv betri, enn tær hava verið seinastu mongu árini - við atlitið til æti og hita.

 

- Hóast fiskiskapurin hevur verið betri í ár, hava vit als ikki rokast, sum til dømis trolbátarnir hava. Vit fiska vanliga upsa, men í ár hevur verið meiri at fingið av toski á upsaleið enn undanfarnu árini. Vit fiska vanliga upsa frá 80 favnum og djúpri - og tosk frá 80 favnum og grynri.

 

Skiparin á Karlamagnusi sigur, at ein triðingur av veiðini higartil í ár er toskur, og restin er upsi.

 

Mánadagin landaði Karlamagnus 25.000 pund. Báturin er ein longdur 20 tonsari, sum nú er ein 30 tonsari. Tríggir mans eru fast við bátinum og onkuntíð fýra. Teir royna við átta oljutrýstsnellum.

 

- Vit eru allir so gamlir, at tað er altíð onkur av okkum, sum er til klassingar, sigur Magnus Johansen brosandi.

 

Sjálvur heldur hann, at hann ivaleyst er ein rímiliga vinaligur skipari, tí mennirnir hava verið saman við honum á skipi í 12 ár. - Eg ringi bara. Teir møta upp - og so fara vit avstað, sigur Magnus Johansen eitt sindur skálkaliga, men fegin, tá sjómanstrúboðarin vitjar umborð.