ungu. Rætt er tað eisini, at hjá teimum undir 18 ár er lítið og einki at fara í býin eftir. Í hvussu so er, tá talan er um høvuðsstaðin. Her er bara loyvt ungum at fara til tiltøk, tá talan er um konsertir [...] so er vera gjørligt uttan fyri Havnina, so hví ikki eisini í Havnini? Er tað veruliga soleiðis, at tað ikki loysir seg at skipa fyri tiltøkum fyri tey ungu, ella er tað bara tað at eingin áhugi er at skipa [...] hevur ráð at sleppa inn. Møguliga hava foreldrini so ráð at rinda, men tað er jú ikki hjá øllum at soleiðis er statt. Hartil er tað rættuliga sjáldan, at líkinda konsertir verða fyriskipaðar. T.v.s. konsertir
hóvastákið er bara ov mikið av tí góða. Golgata Hvussu sannlíkt er tað so, at hetta veruliga er tað Golgata, vit lesa um í evangeliunum? Fyri tann trúgvandi er ikki nøkur grund til iva um, at hetta er »staðið« [...] verður víst á at vera Golgata. Tey fetini skulu vera 1.120 í tali. Sannlíkið fyri, at hetta veruliga er staðurin, er avgjørt til staðar, hóast einki er eftir av tí býnum, har hesar í evangeliunum umrøddu [...] kirkjuna fæst ein ábending um, at tað, ið lisið er um kirkjuna og søgu hennara, kanska ikki er heilt av leið. Hetta við hurlivasanum inni í kirkjuni, sum staðin er upp av øllum hesum ymsu meiningunum, sum siga
odda í tí arbeiðinum, stóra tøkk fyri. Tað er væl, at so er. Men vandi er í hvørji vælferð! Hugsa vit um skúlans arbeiði, soleiðis sum eg havi røtt um tað, so er skjótt, at bókin, ella tilfarið, kemur at [...] títt lív og mítt lív. Tað er okkara egna lív, vit skulu fáa stuðul til, og mót uppá at liva við einum góðum grundarlag í uppvøkstrinum, og tá er skúlin ein týðandi táttur. Tað er eingin kunstur at leggja [...] trúgvin og sjálvsálitið fokin hjá mongum. Hetta er ein gomul søga, sum nógv kenna alt ov væl. Eingin regla er uttan undantøk, men taka vit barnið, soleiðis sum tað er, so stendur tann myndin ljós, at børn flest
lutakastið, sum er í Kiev í Ukreina. So tað gongur nokk ein løta áðrenn sjálvt lutakastið byrjar. Greitt er longu, at Pólland verður í bólki A og Ukreina í bólki D. Styrkisbólkur 1: Ukreina: Hetta er fyrstu ferð [...] ferð at Ukreina er við til eitt EM endaspæl. Stóra stjørnan er fyrrverandi AC Milan og Chelsea framherjin, Andrej Shevchenko. Hann spælir nú við Dinamo Kiev. Venjari er Dinamo Kiev legendan Oleg Blokhin [...] Styrkisbólkur 3: Kroatia: Er við fyri fjórðu ferð. Fyrstu ferð var í 1996. Tók øll av bóli í HM endaspælinum í Fraklandi í 1998. Stóra stjørna er Tottenham miðvallarin, Luka Modric. Venjari er Slavan Bilic, sum
tað generella - er fokus á kvinnuna; tí tá talan er um fosturtøku, er tað aloftast hennara ynski, sum vigar mest. Hetta er sjálvsagt, av tí at tað er hon, sum ber barnið. Men - og hetta er eitt stórt men [...] Sum eg segði í 1. parti av greinarøðini, sum er í trimum pørtum, skuldi fyrsti partur snúgva seg um barnið; meðan hesin parturin fer at snúgva seg um kvinnuna, sum er við barn. Tað eru nógvir spurningar [...] (Hetta er upplýsing og meiningar, sum eg havi fingið við at práta við ymiskar kvinnur; eisini havi eg fingið upplýsing úr bløðum og dokumentar sendingum - tískil eftirfarandi, hóast generelt). Hvar er pápin
kunna siga, at tað er skeivt, vísa teir báðir á, at kommunan hevur "involverað" seg ógvuliga breitt. - Nógv er sett út í kortið, og av hesum er nógv, sum ikki er framt í verki enn. Tí er spurningurin, um [...] at rímiligt lutfall er millum tað, vit samtykkja og tað, vit krevja inn í skatti. Rani og Kristian ásanna, at tað ivaleyst er í góðum tíðum, at tørvurin á neyvari fíggjarstýring er størstur. Pát við báðar [...] Báðir eru teir samdir um, at skatturin er ríkiliga høgur sum er – og at málið má vera, at skatturin í framtíðini lækkar. - Men skal skatturin lækkast seinni, er neyðugt at hækka hann nú, tí annars eru
umframt NEAFC, eisini NAFO, sum fevnir um Flemmish Cap, har er NASCO, sum fevnir um laksaveiðu, ICAT er fyri tunfisk og NAMCO fyri hval. ICES er so tann stovnur, sum ráðgevur hinum um støðuna hjá ymsu f [...] stóran vanda, at tað ikki er eftirlit við fiskiskapinum uttanfyri hjá einum sjálvum. Sjálvur heldur Kjartan, at støðan við fiskiskapi uttanfyri 200 fjórðingar er batnað sera nógv. Tað er ikki nógv pláss eftir [...] at fiska í. Her er tó ein floti av piratskipum, sum sigla í Norðuratlantshavi. Hesi eru undir hentleikaflaggi og skifta flagg alla tíðina. Men hetta er ein sera lítil floti. Talan er um eini átta skip
skipanina, er eyðsæð eitt álvarsligt bakkast fyri verkætlanina hjá Heilsumálaráðnum. Avgerðin fær avleiðingar fyri allar kommunulæknar í Føroyum. Í hesum sambandi er rímiligt at spyrja : "Hvar vóru komm [...] sjóndar, at EDV-verkætlanin hjá Heilsumálaráðnum minni enn so er liðug. Álvarsligur ivi er m.a um trygdina hjá sjúklinginum í hesi skipan. Tað er mín greiða fatan, at tann standardur fyri trygd, sum umboðini [...] Mín greiða meting er , at kommunulæknarnir í Føroyum og fakfelag teirra eru eftirbátar. At tann menning, sum øðrum líknandi feløgum hevur verið fyri seinastu árini, eitt nú í Danmark, er ikki hend í Føroyum
Og egning er fittligt arbeiði, er tú komin upp í árini, sigur Magnus Peturson. - Eg haldi eisini, at tað er harmiligt, at teir ikki skulu tora at egna fyri skattamyndugleikunum. Karsten er also for grammur [...] menn. Men Karstin er ov grammur. (Tað er fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen, teir tosa um.red) Pensiónistar missa fyrimunir og verða hart skattaðir, um teir egna nakrar stampar og tað er ein trupulleiki [...] stampin, so er tað sagt. 45 setur Vit koma uttan nakra stýring inn aftur á fiskivinnuprát, tað er sjálvsagt annað orðið í hesum sambandi. Vit eru stødd seinastu dagarnar í november og tað er sjálvandi eitt
lim, sum er í tjúgunum. - Vit hava skilt, at yngsti danin, sum er raktur, er 19, leggur hann aftrat. Hann vísir á, at í Føroyum var eingin staðfest sclerosa fyri seinna kríggj, men seinnu árini er ein nýggjur [...] sclerosutroyttleiki, er eitt ósjónligt brek, sum hevur stóra ávirkan á lívsvirðið, og sum samstundis er trupult at greiða frá. Mogens sigur, at orsøkin til sclerosutroyttleika er í stóran mun ókend, og [...] læknavísundin veit, hvat sclerosa er, men vísundin veit ikki, hví tú fært hana. - Hetta er ein samantvinning av arvaeginleikum og øðrum viðurskiftum, og mín varhugi er, at tað, sum ger, at sjúkran fer í