Løgmaður leggur nú upp til, at eitt breitt samstarv fæst í lag, soleiðis at trygd verður veitt fyri, at tað er breið undirtøka í Føroyum, bæði í løgtinginum og millum fólkið, tá landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um ein framtíðar sáttmála.
-Hvítabók gevur ikki øll svar. Hon er heldur ikki ætlað sum samráðingarupplegg við danir. Í Hvítubók verða nøkur modell sett upp. Samráðingaruppleggið er nú nakað, sum flokkarnir skulu til at tosa saman um og finna eina felags loysn uppá um sigur Anfinn Kallsberg, og appelerar við hesum til andstøðuna á tingi um at vera við til at gera eitt skilagott samráðingarupplegg.
Løgmaður dylur ikki fyri, at tað hevði verið sera ynskiligt við eini breiðari semju enn henni millum samgonguflokkarnar, um trygd skal fáast fyri, at sáttmálin sum verður samtyktur í løgtinginum, fer at fáa breiða undirtøku í fólkinum. Løgmaður ásannar, at hetta fer at krevja av øllum pørtum gott politiskt hegni og handalag, og hann ásannar eisini, at tað verður fyrst og fremst hansara leiklutur at vera høvuðsmaður fyri at skapa hesa semju.
Breiðan meiriluta
-Samanbera vit parlamentariskar meirilutar í mun til fólkaatkvøður aðrastaðni, so vísir tað seg oftani, eitt nú í Danmark, at hevur tú havt ein stóran meiriluta í fólkatinginum, so hevur tú fingið ein minniluta í fólkinum. Í okkara føri er tað tí altavgerandi, hvat vit fáa føroyska fólkið til at ganga við til. Tí er tað ikki bara ein spurningur um at finna ein minst møguligan meiriluta í løgtinginum sigur løgmaður, sum nú bíðar við spenningi eftir útspælinum frá andstøðuni og aðalorðaskiftinum á tingi. -Eg vóni, at orðaskiftið fer at vísa, hvørjir møguleikar eru fyri eini breiðari semju. Og so er tað uppgávan hjá okkum at gera brúk av teimum. Og tað má vera út frá hesum, at víðari politiska kósin verður løgd. Nústaðani fer tann prosessin í gongd , sum skal liggja til grund fyri einum samráðingaruppleggi. Fyrsta stigið í henni er aðalorðaskiftið og latið okkum ikki nú, áðrenn prosessin byrjar, sláa fast, hvar hvør stendur. Tað avgerandi er, hvussu vit finna eitt felags stað at standa á, tá prosessin er liðug.
Samdir um endamál
Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur, at tann stóri politiski spurningurin í løtuni er ikki endamálið, men heldur mátin, sum vit røkka endamálinum uppá, tí hann heldur seg síggja eina rættiliga breiða semja um endamálið. Við hesum sipar løgmaður eisini til orðini hjá Jóannesi Eidesgaard á landsfundi í Danmark, um, at løgtingið skal vera evsta lóggevandi vald í Føroyum, at vit skulu hava størri ávirkan á uttanríkispolitiskar avgerðir ol.
Løgmaður vísir á, at politiska telvingin verður um tær ymsu nyansurnar, sum liggja í hesum og hvussu vit prioritera. Er málsetningurin nøkunlunda tann sami, so má bera til at finna semjur.
Hvat úttalilsunum hjá formanni javnaðarfloksins viðvíkur, heldur løgmaður, at tey eru at sammeta við suverenitet. -Avleiðingin av at hava evsta vald er jú, at allur avgerðarrættur liggur hjá løgtinginum. Og tá er tað ikki ein spurningur um at hava eitt endamál, men nær og hvussu tú nært hesum endamáli. Er man samdur um eitt endamál, so eiga vit eisini at kunna semjast um, hvussu vit røkka tí. Tú kanst so sjálvandi leggja túsundtals ymsar møguleikar í hetta.
Vit spurdu Anfinn Kallsberg, um Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin í veruleikanum ikki standa longur frá hvørjum øðrum í spurninginum um sjálvstýri og fullveldi, enn Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin?
-Útgangasstøðið er, at allir flokkar hava ymsar stevnuskráir. Vit eru kanska samdir um endamálið men kanska ikki so fullsamdir um, hvussu vit røkka endamálinum. Og tað er hetta, sum nú liggur fyri framman. Vit mugu uppá ongan máta longu frammanundan læsa okkum fastar í eina ávísa støðu. Tí tá koma vit onga leið.
-Sær tú ein møguleika fyri, at tað verða Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum fara at byggja brýr í hesum málinum?
-Tað er ov tíðliga at siga nakað um tað. Tað veldst um, hvussu liðiligir allir eru. Eg hevði vónað, at vit kunnu fáa tað neyðuga forstáilsi um at røkka tí máli, sum vit allir hava. So mugu vit finna út av og brýna og mýkja, soleiðis at loysnirnar enda við tí málinum, sum vit allir tykjast vera meira og minni samdir um.
Anfinn Kallsberg ber ótta fyri, at einki fer at henda í málinum, um allir partar grava seg niður. Og tað er tað ringasta, sum kann henda. So ymisk sum sjónarmiðini eru í hesum máli, krevur tað forstáilsi frá øllum síðum.
Gravið tykkum ikki niður
Hvørjar vónir hevur løgmaður til landsfund Javnaðarfloksins í vikuskiftinum?
-Tað er sjálvandi fyrst og fremst upp til javnaðarflokkin sjálvan, hvat hann setur seg fyri politiskt, men eg hevði ynskt, at man ikki grevur seg niður.
Anfinn Kallsberg sigur annars, at miðjað verður móti at enda samráðingarnar við danir í hesum árinum, men um dagurin verður 1. januar, 15. januar ella ein annar dagur hevur minni at siga. Tað, sum umræður, er fyri tað fyrsta at fáa gjørt eitt gott heimaarbeiði og síðani at fáa gongd á málið, so tað ikki dregur út.
Samráðingarleiðarar vera løgmaður og danski forsætisráðharrin váttar Anfinn Kallsberg. Uppá fyrispurning um tað ikki hevði tænt søkini at latið umboð fyri andstøðuna verið við í samráðingarnevndini - um ikki annað sum eygleiðarar - sigur løgmaður, at hann ikki í løtuni kann siga nakað um hetta. Formliga er tað landsstýrið, sum stendur fyri samráðingunm og skulu tær verða í neyvum samstarvi við uttanlandsnevnd.
Ikki politisk propaganda
Løgmaður Anfinn Kallsberg er annars ikki samdur við tey, sum halda, at landsstýrið við síni kunningarferð um Hvítubók brúkar almennar pengar til politiska propagandu. -Hvítabók er líka so gott amboð fyri andstøðuna sum fyri samgonguna. Tað, sum verður lýst, er alt tað, sum liggur millum verandi skipan og fult sjálvstýri. Hetta er eitt katalog, sum allir politikarar og Føroya fólk kunnu brúka til at víðka sjónarringin við. Eg vóni eisini, at orðaskiftið á kunningarfundunum er á einum fakliga støði og ikki einum politiskum.
Løgmaður sigur, at tiltakið er ætlað sum ein kunning fyri vanliga føroyingin. Her er fyrst og fremst talan um fakligar spurningar. At tað so koma politiskir spurningar er ringt at koma uttanum. Men tað er ikki endamálið við hesum fundum.
-Tú kanst heldur ikki siga, at Hvítabók vísir á nakra ávísa loysn. Hon er meira ein gjøgnumgongd av avleiðingum fyri fíggjarlóg ol., um tú velur hesa ella hasa leiðina.
-Er Hvítabók nøktandi til at taka støðu til, antin vit skulu taka fullveldi nú ella velja aðrar loysnir?
-Sum heild er hon tað, men tað eru sjálvandi nógvir aðrir faktorar og spurningar, sum verða reistir. Men spurningar sum privatøkonomiin hjá fólki og tann vinnubúskaparligi vinkulin eru ikki nóg væl lýstir.
Løgmaður leggur annars dent á, at Hvítabók kann ikki geva øll svar.
Hann viðurkennur, at uppgávan at fara til Danmarkar hesaferð verður helst hansara størsta nakrantíð í politikki. Og tá vit enda við spurninginum, um tað ikki hevði verið nógv lættari fyri alt hetta stóra málið, um Javnaðarflokkurin varð tikið við í Tinganes í fjør sigur Anfinn Kallsberg brosandi: -Tað veit eg ikki, men tað er møguligt, at setningurin tá hevði verið minni, men lat okkum nú síggja, hvat hendir.










