vóru sjey beiggjar og bert ein systir. Tað stuttliga var, at fleiri av beiggjunum, og serliga Bernhard og Albert, vóru sera húsligir. Teir kundu hjálpa mammuni Elspu bæði at vaska og rudda. Men tá hetta [...] væl at svimja, eisini Albert, pápin, og Hannus, pápabeiggin. Johan lærdi at svimja á Eiði. Mamma hansara Anna var ættað haðani, og hann plagdi at vera har norðuri og ferðast sum smádrongur. Her lærdi Johan [...] treytur og raskur, sum tað sømir seg einum Hornamanni. Eina ferð baksaðust teir við eitt brek í gamla hylinum og einki vildi bera til. Maðurin, sum Johan arbeiddi saman við, hevði hug at gevast og fáa hendur
Tiltakið varð væl fagnað, og menn og kvinnur um alt landið tóku sera væl undir við arbeiðinum og stuðlaðu tí dyggiliga og fjølment bæði handaliga og andaliga við at geva og at hjálpa til. Fyrsta árið [...] Umstøðurnar eru so við og við vorðnar frábera góðar við innandura svimjihyli, graslíkisvølli og spæliútgerð, eins og kano- og róðrarbátum at rógva við hjá børnunum og teimum ungu á vatninum og í ánni. Arbeiðið [...] satt Guds undur, og tað er Harrin og ikki vit, ið eiga æruna fyri tað! „Zarepta“ hevur knýtt tey trúgvandi og samkomurnar saman sum einki annað og hevur havt stóran týdning fyri land og fólk okkara. Har
at okkara felags uppfatan av havsins stóru styrki og sjálvsvirkni stingur so djúpt og er vorðin vandmikið sjálvsøgd, at ein ávís nøgd av vreiði og hugflog skal til fyri at fáa okkum at vakna.« Víðari verður [...] Sherpard vísir til greinina, og Paul Watson er errin og sigur í tíðindaskrivi á somu heimasíðu: »Um tú sleppur innar í The New Yorker, so sleppur tú allastaðni.« Hetta er eitt gamalt og væl kent blað við yvir [...] um at heimsins høv verða rænd og oyðiløgd, og at Sea Shepard Conservation Society er tann einasti felagsskapurin, ið ger nakað við málið. Hesin boðskapur kemur hart og týðuliga fram í greinini, so stóra
frá mær og valdi at arbeiða fulla tíð við at binda, selja tógv og gera uppskriftir. Tógvsølan er heilsøla, har hon selur til fleiri handlar í Føroyum og eisini til Danmarkar, og umframt tógv- og uppskr [...] sjálvt um siðvenja er góð og føroysku bindimynstrini eru virðismikil, so hava vit eisini brúk fyri at koma víðari. Framsýningarnar Hendur og Hugflog og Gluggaglæma høvdu stóran týdning, millum annað tí tær skaptu [...] mammu sína. Og hetta at finna uppá, at broyta mynstur og at flyta seg er nakað, sum hevur stóran týdning fyri kreativitetin. - Føroysk binding er eitt sindur fastløst í ávísum tingum og mynstrum, og sjálvt
kreativum fólki og fólki við fjølbroyttum royndum. Fólki, ið kunnu opna dyr og flyta mørk. Hetta er ein katastrofal gongd, sum sigur okkum, at vit bæði mugu styrkja samhaldsfestið eins og tora at taka lut [...] føri snýr tað seg um vantandi arbeiðs- og menningarmøguleikar hjá fólki við serligum førleikum. Samfelagið hevur stóran tørv á kvinnunum. Longu nú eru uml. 2000 færri kvinnur enn menn í Føroyum. Hugsið [...] kvinnur í aldrinum millum 20 og 39 ár, sum eru í stórum minniluta. Vit hava so sanniliga eisini brúk fyri teimum væl lærdu. Vinnulívið, heilsuverkið útbúgvingarskipanin og ikki minst mentunarlívið - øll
fór í flintur. “Hann bað meg fara inn og lata meg í arbeiðshandskarnar. Talan var um nakrar stórar og ófantaligar handskar, ið bert høvdu fremstafingur og tummil. Og hesar handskarnir skuldi eg ganga við [...] hann og felagarnir alt bestikk, og allar borðiskar at liggja væl á borðinum. Og teir gjørdu tað framúr, tá teir serveraðu fyri tignarligu gestunum. Við stoltleika góvu yvirmennirnir hjá honum og øllum [...] undir Vetrarkrígnum. Og tað liggur í kortunum, at Göran, Thom og Martin skulu arva hvør sína medalju. Martin fylgir væl við í finskum viðurskiftum, og serliga finskum ítrótti, og finskum ítróttarfólkum
Rømer, sum er hoyribrekað, og tað førdi til, at Felagið bjóðaði Lotte til Føroya at halda fyrilestur og hava konsert. Hon gisti hjá Regini og Birte og tey koyrdu hana alla staðir og vístu henni blíðskap. Tiltakið [...] í motorlarmi og tí gavst hann lutfalsliga tíðliga á arbeiðsmarknaðinum og hann og konan Birte fluttu tá heim til Føroya at búgva, fyrst eina stutta tíð í Hoyvík, síðan nøkur ár í Leynum og at enda, tá íbúðirnar [...] væl. Í 1998 varð hildið Heilaár, og tá hevði MBF funnið uppá at leigað gomlu Ternuna og skipa eina framsýning umborð. Regin og Birte ferðaðust um landið við skipinum og høvdu umsjón við framsýningini. Tey
Anholt, Læsø, Ísland og Føroyar. Danmark skuldli eisini lata 12 herskip, 2.000 reiðmenn og 2.000 vanligar hermenn til svenska herin. Fríðrikkur var óttafullur, um at skula missa alt, og var hann mest, sum [...] Hollandi, Onglandi og Preussen, og skundaðu teir sær at linka um krøvini. Nú var kravið: Blekinge, Bornholm, Halland og Skåne. Hetta metti danakongur verða ein diplomatiskan sigur, og valdi hann at skriva [...] mans, og Karl sjálvur doyr av lungnabruna. Danmark fær hernaðarliga hjálp úr Póllandi, Preussen og Eysturríki, og svenski herurin verður trýstur aftur til Svøríkis. Friðartingingar byrja aftur, og danir
skipum, og í 1942 fór hann at føra galeasuna Marie. Teirra uppgáva var alment at sigla millum Sæby sunnanfyri Skagen og Keypmannahavn. Millum reiðaran og mótstøðurørsluna var gott samband, og tí løgdu [...] hildin at vera fransur, og tí varð hann væl móttikin í fyrsta umfari. Skipar Hansen hevði verið umborð fyrr um dagin. Honum mundi ikki dáma skilið, og hann slapp sær í land og niðan í hagan at krógva seg [...] fór Johan við honum til Lorvíkar, og her kom hann at verða til hann doyði 72 ára gamal. Jákup var yngstur av systkjunum. Foreldrini Poul og Margretha doyðu ung, og Jákup fór sum 9 ára gamal til Húsar
kopari og nógvum dagligdags vørum, sum til dømis salt. Kongostaturin var so framkomin, at hann kravdi inn skatt og toll. Hann hevði eisini eina miðstjórn og ein stóran her. Her var fýra daga vika, og fyrsti [...] marknaði uttan fyri Europa, men teir høvdu enn størri áhuga fyri at fáa hendur á teimum mongu ráevnunum í Afrika, sum gull og fílabein, og seinni eisini til dømis gummi. Tað gjørdist eisini áhugi hjá europearum [...] lond. Tað er fyrst og fremst ”demokratiska lýðveldið Congo”, fyrrverandi belgiskt Congo, sum er eitt av størstu londunum í Afrika. Víddin er um 2,5 mill. ferkilometur, sum er nærum 2.000 ferðir so stórt sum