Lítlibeiggin valdi at fara í finska herin

Meðan báðir teir eldru brøðurnir valdu arbeiðið fram um, og fingu sær danskt pass, fyri at sleppa undan at gera hernaðartænastu í landinum við teimum túsundtals vøtnunum. So valdi Martin Wennerström ta hørðu leiðina

“Lívið er mangan merkiligt. Meðan abbi mín í faðirættini, Böljer Nikolaj Wennerström, og hansara felagar bardu manniliga fyri at verja Finnland ímóti sovjetisku álopunum í Vetrarkrígnum 1939-1940. So sat omma mín í móðirættini, Hanna Djurhuus norðuri í Hósvík, og bant vøttir til Finnlands. Serligar vøttir við fremstafingri og tummli.” Vit eru stødd inni hjá Martini Wennerström í Jákup Nolsøes Gøtu, í Havn. Tey flestu kenna Martin frá hansara arbeiði í pakkhúsinum hjá Faroe Ship, í Havn. “Eg vil siga, at eg eri 51% finni, og 49% føroyingur. Tað er tað finska “Sisu”, sum koppar meg eitt prosent tann vegin. Eg meini, at orðið “Sisu” stavar frá Vetrarkrígnum. Finnar siga sjálvir, at einki annað fólkaslag skilir hugtakið Sisu, uttan bara teir sjálvir. Teir nágreina tað við, at rýmir konan frá tær, og fær sær ein svenskari, og doyr hundurin hjá tær samstundis. So er tað bara eitt, sum ber teg gjøgnum kvølina.” Júst hetta sama “Sisu”, sum ger, at hann kennir seg eitt sindur meira sum finna, enn sum føroying!

Høvdu ikki tíð

Martin er sonur Böljer Wennerström úr Finnlandi, og Veronicu fødd Djurhuus úr Hósvík. Tað bleiv fast millum Böljer og Veronicu í Sjónleikarahúsinum í Havn, í 1963. Sum Böljer plagar at svara so rámliga, tá onkur spyr hann hvussu hann endaði í Føroyum: “Eg fór í dans!”. Børnini hjá Veronicu og Böljer eru: Thom, Göran, Martin og Guðrun Elisabeth, vanliga rópt Elisabeth. Øll fýra fingu finska passið í vøggugávu, men trý teimum hava valt at gerast danskir ríkisborgarar. Tað er bara Martin, sum verjir finska skansan. Og í orðsins sanna týdningi, er Martin tann einasti, sum hevur vart finska skansan. Allir mannligir finskir ríkisborgarar fáa hertænastuboð úr Finnlandi. Thom og Göran fingu boðini í 1980-unum, tá teir rokaðust við at fáa nógva inntøku til høldar, sum so nógv onnur gjørdu í teimum glaðu 80-unum. Teir høvdu av givnum orsøkum ikki umstøður at seta 8 mánaðir av til hernaðartænastu í upprunalandinum. Tá gjørdist teir danskir ríkisborgarar, sum hava heimstað í Føroyum. Og tá er herskylda jú ikki tvungin. Tað eru kanska bara 3-4% av føroyingum, sum velja at gera hertænastu. Elisabeth hevur ongantíð fingið somu boð. Finskar kvinnur sluppu ikki uppí herin fyrr enn í uml. 1993. Tær kvinnur, sum eru í finska herinum, eru allar sjálvbodnar í herinum.

Fór sjálvboðin

Tá Martin vaks til mann rakti búskaparkreppan Føroyar meint. Hann hevði vunnið til dagin og vegin við at arbeiða á ymiskum arbeiðsplássum í Havnini. Hann var ikki heilt vísur í, hvat hann skuldi gera, men pápin var ikki ráðaleysur. Böljer skaffaði honum eina hýru við einum skipi, sum skuldi royna seg í Loynikrókinum við Svalbard. Men Martin sá ikki nógva meining í at fara til eitt økið, har skipini ofta drógu svart, og hava eina tilveru, sum fyri tað mesta bygdi uppá minstulønina.

Hann valdi at gera tað, sum eldru beiggjarnir ikki høvdu havt tíð og umstøður til í 1980unum. Hann meldaði seg sjálvboðin í finska herin, áðrenn hertænastuboðini komu við postinum. “Meldar ein seg sjálvur, kann ein velja hvørja herdeild man ger hertænastu í.” greiðir Martin frá. Og tað var ikki uttan grund, at hann vildi sleppa at velja sjálvur. Tað er bara ein svenskttalandi herdeild í øllum tí finska herinum, og er hon í Dragsvik, í Suður-Finnlandi. Pápin og Pápabeiggjin Carl, nevndur Kalle, og finsku systkinabørnini hava gjørt hertænastu í somu herdeild. Kalle sigldi við føroyskum bátum í 5 ár, og eru tað fleiri eldri føroyskir fiskimenn sum kenna Kalla, sum t.d. ikki kenna Böljer. Kalle skilir enn í dag rættuliga væl føroyskt, og tosar tað rættuliga væl eisini.

“Ger sum hinir”

Martin fekk eittans góð ráð frá pápanum, og tey vóru: “Ger sum hinir”. Men tað vóru holl ráð. Martin meldaði seg uppí finska herin, sum 18 ára gamal í 1990. Og í 1991 gekk leiðin til upprunalandið í faðirættini. Martin valdi at verða í Finnlandi tveir mánaðir áðrenn hann skuldi gera herskyldu fyri at koma ordiligt inn í svenska málið. Familjan hjá honum eru tað, ein nevnir finnlandssvenskarar. Hesar tveir mánaðarnir búði Martin hjá ommu sínari Gudrun. Fyrstu boðini Martin fekk tá hann møtti upp á hernaðarleguni í Dragsvik saman við uml. 200 øðrum “rekruttum” var, at oyraringarnir hjá honum skuldu ekspress av. So var tað til eksaminering hjá hernaðarlæknanum, og har fingu teir óteljandi sproytur ímóti øllum hugsandi sjúkum, skógarkyktum og skógarvøkstrum. Uml. 2000 hermenn hoyrdu til hernaðarstøðuna í Dragsvik. Herdeildin hjá Martini nevndist “Första Jägarkompaniet”. Pápin var við í “Andra Jägarkompaniet”. Böljer heldur fast við, at teir vóru besta herdeildin tá hann var ungur. Ongar kvinnur vóru á hernaðarstøðini, undantikið tær, sum hoyrdu til stóra felagskøkin. “Tær vóru so stórar, sterkar og prúðar. Tær mintu mest um ítróttarkvinnurnar frá tí gamla DDR. Ella tær, sum servera øl í Oktober-festini í München.” sigur Martin flennandi.

Boðini á finskum

Martin var ikki tann einasti í herdeildini, sum hevði havt ein uppvøkstur uttanfyri Finnland. Onkur kom úr USA, og onkur annar kom úr Thailandi. Og so vóru fleiri frá Álandi. “Men hesir dugdu rímuliga væl finskt, ella ið hvussu er gøtufinskt. Men kom onkur innar, sum noktaði at tosa svenskt, so skiftu allir yvir til finskt. Og so var eg totalt uttanfyri samrøðuna!” Øll kommando-orðini – ella hernaðarboðini – vóru eisini á finskum. Tey mátti hann so eisini læra. Tá teir høvdu teoretiska frálæru, ella kunnandi fundir, henda tað seg meir enn so, at tað var ein finskttalandi yvirmaður, ið hevði frálæruna, ella kunningina. “Tá bleiv bara sagt við síðumannin hjá mær: “Tú umsetur fyri Wennerström!”. Men tað hevði ofta tað avleiðing við sær, at eg fekk bara 50-60% við av tí, sum bleiv sagt.” Martin, og allir hinir í hernaðarstøðini vóru allir uppá eftirnavn. Tað gav onkran stuttleika. Tí í herdeildini vóru tvey tvíburðapør. Tá t.d. “Hansén” var róptur út, so komu tvíburðabrøðurnir báðir stormandi út. Onkur í herdeildini hevði hug at arga hann við Føroyum. T.d. var tað “amerikanarin”, sum bað Martin vælsignaðan taka nakrar pingvinir við heim úr Føroyum, tá hann var heima í stuttum farloyvi. Vitanin um Føroyar var ógvuliga avmarkað á herdeildini.

Hundaføði

Martin upplivdi, sum so mangur annar hermaður hevur sannað, at maturin var nærmast tað ein kann nevna hundaføði. Fyrstu vikurnar misti Martin 8 kg. Men so innsá hann, at tað var ikki annað, enn at eta, um hann skuldi yvirliva. Hvønn hósdag fingu teir ertrasúpan, sum minnir nokk so nógv um saltkjøtssúpan. Men tá var dessertin góð. Tá fingu teir pannukøkur, sum vóru í skuffulongd, og duppult so tjúkkar. Men til allar máltíðar var nógv knekkbreyð aftur við, og við teimum kundi ein yvirliva leingi. Sum Martin segði so ironiskt við eitt finskt lokalblað, at hann hevði, ið hvussu er lært at eta ertrasúpan og knekkbreyð!

Góður skjútti

Martin hevði bæði góðar og ringar løtur í finska herinum. Ein persónligur sigur var, at hann stóð seg framúr í hernaðar-royndini at skjóta til máls. Í hesi hernaðar-royndini fekk hann eina medalju, sum hann vísir undirritaða við stoltleika. Farloyvisskipanin var soleiðis, at stóð ein seg væl í einari hernaðarroynd, so fekk viðkomandi hermaður ein dag eyka í farloyvi. Martin royndi seg eisini í “Cooper-royndini”. Skal ein standa seg í Cooper-royndini, so má ein megna at renna 3.000 metrar innanfyri 12 minuttir. Rennir ein undir 3.000 metrar uppá 12 minuttir, er ein dumpaður. Fyrstu ferð Martin skuldi royna seg gekk ikki eftir vild. Tað var í juni-mánað, í finska summarhitanum við bakandi sól. Martin small um, tá hevði hann fingið hitaslag, og endaði á sjúkrahúsinum. Men í oktober – í føroyskum “veðurlagi” – við oysandi regni, eydnaðist tað honum at fullføra Cooper-royndina. Enn ein stórur persónligur sigur. 3.260 metrar uppá 12 minuttir. “Unglingameistarin í Finnlandi á 5.000 metrum var í okkara herdeild, so tað var bara at fylgja honum. Og tað eydnaðist so!”

Revsingar

Martin var einaferð upphavið til, at herdeildin hjá honum fekk eina kollektiva revsing. “Vanligt var, at vit blivu vaktir klokkan seks um morgunin. Tá skuldu vit upp, og í hernaðarbúnan, og út at standa í rættari hernaðar-formasjón. Men hvat? Eg var ikki farin í teir autoriseraðu skógvarnar – eg var í mínum egnu skóm – og orsaka av hesum, so fingu allir boðini, um at fara inn aftur í kasernuna. Og so skuldu vit allir renna tað duppulta av tí vit plagdu. 10 km. og ikki 5, sum var tað vanliga. Og yvirmaðurin gloymdi ikki at nevna upp til fleiri ferðir, at Wennerström hevði skyldina av hesum. Men eitt er vist. Eitt slíkt mistak gjørdi ein ikki aftur.” Av skaði gerst ein klókur, men sjáldan ríkur. Tó vóru eisini einstaklinga-revsingar. Ein felagi hjá honum hevði snúsað uttanfyri avmálda “roykjara-økið”. Hann bleiv “fangaður” av einum yvirmanni. Og so mátti hann renna 5 km. við einum spaka í hondini, og við skuffuni fullari við snús. Aftaná 5 km. renning saman við einum harðrendum undiryvirmanni, mátti neyðars felagin grava eitt hol uppá ein metur í sandlendi. Og tað tók langa tíð, tí tað rann niður aftur í holið alla tíðina. Tá stakkalin so langt um leingi hevði nátt einum meturi, fekk hann boðini um at spýta snúsklumpin niður í holið, og so at grava fyri aftur.

Revsaður sjálvur

Eitt kvøldið Martin hevði frí fór hann niðan á eitt hermannaheim, sum eru vanlig í Finnlandi, fyri at keypa eina sodavatn. Á veg niðan gloymir hann at heilsa uppá ein yvirmann við hernaðarheilsuni. Yvirmaðurin fór í flintur. “Hann bað meg fara inn og lata meg í arbeiðshandskarnar. Talan var um nakrar stórar og ófantaligar handskar, ið bert høvdu fremstafingur og tummil. Og hesar handskarnir skuldi eg ganga við, líka inntil hann gav mær kontraboð. Í samfullar 3 dagar gekk eg við hesum ófantaligu handskunum. Eg át, svav og var í brúsu við teimum. Eg slapp av við teir triðja dagin, tá vit skuldu á hernaðarlegu í Syndalen. Ein hægri yvirmaður spurdi meg hví ólukkan eg gekk við hasum handskunum? Eg segði honum orsøkina, og hesin hægri yvirmaðurin gav mær kontraboð. Og eg skuldi heilsa lægra yvirmanninum, at hann var ein tápulingur. Tað gjørdi eg kortini ikki, men eg glaður var eg at sleppa úr teimum!”. Týðiligt er, at hetta var ein at teimum verri upplivingunum.

Dulur í fleiri dagar

Øll hernaðarboð vóru søgd á finskum. Við tað einu hernaðarroyndina høvdu allir uttan Martin fingið boðini, um at teir skuldu koyra oyraproppar í oyruni, tí “fíggindin” fór at skjóta við tungum skotvápnum. Hann hoyrdi bara ein yvirmann rópa á finskum, og tá so skotriðan kom frá simuleraða “fíggindanum” bleiv hann totalt dulur. Tað sang í oyrunum, í dagavís. Tá endaði hann á einum hernaðar-sjúkrahúsi, sum liggur í Helsingfors, sum nevnist Tilka-Sjúkrahúsið. Eitt sum hann minnist væl frá hernaðarleguni í Syndalen, vóru tey saniteru viðurskiftini. Har vóru tvær rekkjir við 30 bukkum hvør, og har einki fyri. So har mátti Martin og felagarnir gera síni ørindi. Teir, ið forbrutu seg ella dummaðu seg undir hernaðarroyndini fingu sjálvsagt tann ivasama heiðurin at tøma bukkurnar. Yvirmennirnir vóru sum gribar yvir teir fyrstu “syndarnar”. Tá teir komu aftur til hernaðar-búðina í Dragsvik var tað ein stórur lætti. “Tað føldist sum at koma til eitt 5-stjørna Hotel” sigur Martin við einum smíli.

Stuttleiki av telegrammi

Martin argar undirritaða við, at hann var staddur í Finnlandi, júst tað árið, tá HB vann 8-2 á B36. HB-viðhalds­mað­urin og gamli vinmaðurin hjá honum, Brian Joensen sendi eitt telegram til hernaðarleguni í Dragsvik. Hetta var jú í tíðini áðrenn teldupost og sms. Fyri at spara pening skrivaði Brian øll boðini í einum orði. Á telegraminum kom tí at standa: “HBB3682BJ”. Útgreinað: “HB-B36 8-2, Brian Joensen”. Ein ógvuliga strangur yvirmaður spurdi Martin hvat tað var fyri ein “koda”, sum stóð á telegraminum. Martin var yvirmanninum svar skyldigur. Hann hevði onga hóming av hvat “HBB3682BJ” merkti. “Men dagin eftir rann eitt ljós upp fyri mær. Og tá flenti eg væl og leingi”.

Rík uppliving

Tað var jarnharður disiplinur allan vegin. Seingin skuldi verða so væl reidd uppá millimeturin, at ein yvirmaður kundi sleppa eina finska peningamynt á hana. Hoppaði mynturin ikki upp aftur, so gjørdi yvirmaðurin ikki mætari, enn at skræða alt av seingini, og so mátti neyðars hermaðurin reiða alt upp av nýggjum. Líka inntil tað “sat”. Sama var við tronga skápinum. Allir tríggir hermannabúnarnir – vetrarbúnin, summarbúnin og farloyvisbúnin skuldu inn í skápið saman við alskyns hernaðarútgerð. Um bara eitt smáting var av leið, so tók yvirmaðurin og hálaði alt út úr skápinum. Og so máttu neyðardýrini aftur at stúva. Líka inn til yvirmaðurin var nøgdur eftir hernaðarligu forskriftunum. “Eg haldi teir brutu okkum niður sálarliga, fyri at kunna byggja okkum upp aftur eftir teirra tykki. Men tá vit skuldu heim aftur, so trappaðu teir niður uppá aktivitetirnar. Hetta var eisini við beráddum huga. Hetta fyri at nú skuldu vit venja okkum við sivila lívið aftur. Men ímóti endanum gjørdist ein rastleysur, um ein fekk ov nógvar frítímar.” Martin er glaður fyri tíðina hann hevði í finska herinum. Hann forvann ikki meir, enn fyri ein sigarettpakka um dagin. Men hann kundi so koyra frítt við tokunum og bussleiðunum, meðan hann var í herinum. Sum hann sigur sjálvur: “Hevði eg livað umaftur. So hevði eg aftur farið í finska herin.” Hann meinar, at allur føroyskur ungdómur burdi gjørt samfelags- ella hernaðartænastu av onkrum slagi. Tað er altíð gott og mennandi við disiplini.

Serveraðu fyri Elisabeth Rehn

Finnlandssvenska Elisabeth Rehn, sum stillaði upp til finska forsetavalið í 1994, var finskur verjumálaráðharri, tá Martin var í herinum. Tann eina dagin kom hon á vitjan í Dragsvik-hernaðarleguni saman við hinum norðurlendsku verjumálaráðharrunum. Tá hendi tað óhepna fyri granatkastara-herdeildina, at teir raktu so skeivt, at teir skutu flaggstongina við norska flagginum í spønir. Deildin hjá Martini kom hinvegin til heiður og æru. Eingir sivilir tænarar vóru tøkir til galladøgurðan hjá Elisabeth Rehn fyri norðurlendsku starvsfeløgunum. Tað bleiv litið Martini og teimum upp í hendur at servera fyri tignarligu gestunum. Við millimeturs presisjón fingu hann og felagarnir alt bestikk, og allar borðiskar at liggja væl á borðinum. Og teir gjørdu tað framúr, tá teir serveraðu fyri tignarligu gestunum. Við stoltleika góvu yvirmennirnir hjá honum og øllum hinum í herdeildini ein eyka farloyvisdag. Hann er sera errin, tá hann greiðir frá hesum tilburðinum.

Stoltur av finska upprunanum

Martin er stoltur av sínum finska uppruna. Tað eru bara hann og Rolf Björklund, sáli, sum eru uppvaksnir í Føroyum, og hava verið í finska herinum. Við serligum stoltleika minnist hann rørandi løtuna tá hann kom á land á hernaðaroynni, sum nevnist Russarö. Hendan oyggin liggur uttanfyri Hangö. Familjan hjá Martini býr í Hangö. Tað var júst á Russarö, at abbi hansara - sum eisini nevndist Böljer -bardist manniliga saman við øðrum ímóti sovjetisku yvirmaktini undir Vetrarkrígnum. Pápin hevur tríggjar hernaðar-medaljur, sum abbi Martin fekk undir Vetrarkrígnum. Og tað liggur í kortunum, at Göran, Thom og Martin skulu arva hvør sína medalju. Martin fylgir væl við í finskum viðurskiftum, og serliga finskum ítrótti, og finskum ítróttarfólkum. Hann er eisini stoltur av teimum finsku uppfinningunum, sum m.a. eru við til at ríka føroyska gerandisdagin. Wärtsilä, Jäspi, Kone, Nokia, Fiskars, Fazer og nógvar aðrar framleiðslur. Martin er eisini hugtikin av finska hernaðar-akfarinum, sum sjálvsagt nevnist “SISU-bilurin”. Hann er tó vónbrotin av, at Kringvarpið ikki nevndi 90 ára tjóðardagin hjá Finnlandi við einum orði. Og at “3-2” ikki vil vísa brot úr landsdystum hjá Finnlandi, tá teir vísa brot hjá hinum norðurlondunum.

Einki løgtingsval

Sum finskur ríkisborgari kann Martin ikki eins og hini systkini atkvøða til eitt løgtingsval. Hann sleppur kortini á kommunuval, og hevur annars øll rættindi, sum aðrir borgarar í Føroyum. Saman við konuni Gunnvá Svartá Wennerström, og synunum, sum eita Bogi (11), Gunnar (9) og Magni (7) hevur hann eitt hugnaligt heim í Jákup Nolseøes Gøtu, tætt við Vesturkirkjuna. Í 2005 vóru tey øll í Finnlandi, og Martin fegnast um, at synirnir dámdu væl at verða í Finnlandi. Tey fyrstu árini eftir hernaðartænastuna arbeiddi Martin á roykivirkinum, sum fyrst nevndist “Samfisk”, men síðani broytti navn til “Farfish”. Í 1997 fór Martin at starvast á Skipafelagnum, ella Faroe Ship, sum tað nevnist í dag. Í øllum tí Martin fæst við, er tað ein góður førningur, at hava verið í finska herinum. Hann eigur lut í einum finskum “Sisu”, sum vit ikki ikki-finnar einki kenna til.