Hetta eru ikki bert hagtøl – tað eru menniskju

Hagtølini siga, at nógvar  kvinnur eins og nógv vælútbúgvin fólk trívast ikki í Føroyum. Orsøkirnar eru mangar. Ein av orsøkunum eru vantandi  vælferðartænastur  -  hjá til dømis stakum uppihaldarum, og lágløntum føroyingum. Ein einsamøll mamma, sum vil brúka sína útbúgving og varðveita sítt arbeiði og sín førleika, hevur ongan møguleika at fá endarnar at røkka saman í dag. Tá ið húsaleiga, el, olja,  stovnspláss og skatturin er goldin, er einki eftir av lønini. Helst røkkur lønin ikki so langt

Men tað eru eisini tey væl útbúnu, ið velja Føroyar frá. Í hesum føri snýr tað seg um vantandi arbeiðs- og menningarmøguleikar hjá fólki við serligum førleikum.

Samfelagið hevur stóran tørv á kvinnunum. Longu nú eru uml. 2000 færri kvinnur enn menn í Føroyum.   Hugsið um avleiðingarnar, um gongdin heldur fram! Hagtølini siga nevniliga, at tað eru kvinnur í aldrinum millum 20 og 39 ár, sum eru í stórum minniluta.

Vit hava so sanniliga eisini brúk fyri teimum væl lærdu. Vinnulívið, heilsuverkið útbúgvingarskipanin og ikki minst mentunarlívið -  øll rópa  eftir væl útbúnum fólki, kreativum fólki og fólki við fjølbroyttum royndum. Fólki, ið kunnu opna dyr og flyta mørk.

Hetta er ein katastrofal gongd, sum sigur okkum, at vit bæði mugu styrkja samhaldsfestið  eins og tora at taka lut í alheimgerðini.

Tað er stór skomm fyri Føroyar, bara at lata standa til. Tað mugu ikki vera ósolidariskar skipanir og vantandi hugflog, sum ger, at so nógvir føroyingar velja Føroyar frá.

At venda gongdini er ein av størstu avbjóðingunum, skulu Føroyar innan fá ár teljast millum fremstu tjóðir.