SAMRØÐA
Vit hava hitt tann 87 ára gamla Johan Norðfoss í Havn, sum hevur eitt sjáldsamt avrik. Hann hevur nevniliga, síðan hann fylti 80 ár, svomið ein tein, sum svarar til leiðina millum Føroyar og Ísland, meira enn 300 fjórðingar.
Tá ið vit komu inn á gólvið hjá Johan og Emmy var høvuðsendamálið at fáa eina søgu um svimjng. Hana fingu vit eisini. Men Johan veit so ómetaliga nógv annað. Hann hevur siglt í nógv ár og hevur eisini upplivað nógv á sjónum. Hann hevur verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Við tí, hann kann greiða frá, er avgjørt grundarlag fyri fleiri frásagnum frá hansara munni.
Hurðin mátti læsast tá dreingirnir vaskaðu upp
Johan er rættur havnarmaður. Pápi hansara var Albert, sum var sonur Dánjal í Horni. Í hesum javnstøðutíðum kann forteljast ein stuttlig søga úr Horni, sum Petra hjá Hannus hevur greitt frá. Teir vóru sjey beiggjar og bert ein systir. Tað stuttliga var, at fleiri av beiggjunum, og serliga Bernhard og Albert, vóru sera húsligir. Teir kundu hjálpa mammuni Elspu bæði at vaska og rudda. Men tá hetta var ”skomm” fyri ein drong, mátti eingin sleppa ar síggja hetta í verki. Tí varð hurðin læst, áðrenn teir fóru til verka!
Johan er uppkallaður eftir einum pápabeiggja, sum var í donsku marinuni, men sum doyði av sponsku sjúku í 1918, 27 ára gamal. Hann er jarðaður í gamla kirkjugarði.
Uppvaksin í Havn Johan kennir væl viðurskifti í býnum, sum tey vóru fyrr. Tað er óneyðugt at siga, at Havnan tá ið Johan var ungur var ein heilt annar býur enn í dag.
Johan giftist ungur við Helenu, sum var úr Kvívík, og tey búsettust undir Gráasteini á trøðni hjá teimum. Hetta er enn nakað fjarskotið, men tá ið Johan bygdi har, hevur tað verið uttan fyri allan lóg og rætt. Fyrimunurin var, at tey búðu á trøðni, sum var ein partur av tilverugrundarlagnum. Tey høvdu kúgv beint við dyrnar, og her var hoyggjað, eisini beint fyri dyrnar.
Men skjótt kom vanlagnan. Johan var bert 26 ár, tá ið hann gjørdist einkjumaður, tá konan knapliga doyði. Nøkur ár seinni giftist hann aftur við Emmy, sum er ættað av Toftum, og eiga tey synirnar Allan, Sigmund og Hellan, sum allir eru sjómenn.
Lærdi at svimja á Eiði
Í hesi greini verður bert høvi til at greiða frá svimjingingi hjá Johan. Fleiri av teimum í Horni dámdu væl at svimja, eisini Albert, pápin, og Hannus, pápabeiggin. Johan lærdi at svimja á Eiði. Mamma hansara Anna var ættað haðani, og hann plagdi at vera har norðuri og ferðast sum smádrongur. Her lærdi Johan at svimja niðri á Vatni ella Múlavík, sum tað var kallað. Tískil dugdi hann at svimja, áðrenn hann fór í skúla.
Í Havn vóru eingir svimjihyljar tá í tíðini, men svomið var í fleiri áum, sum tá vóru reinar og væl egnaðar til svimjing. Ein var Havnardalsá, ið rennur úr Havnardali. Her vóru fleiri smáir hyljar. Beint oman fyri gamla spinnaríð var ein hylur, bæði djúpur og reinur. Her var vatnhjólið, sum dreiv spinnaríið. Her dámdi Johan einki at svimja, tí sagt varð, at onkur var druknaður har, og at fossurin skuldi draga til sín!
Síðan vóru tað Marknagilsá, Havnará og Hoydalsá. Her lá Hoydalshylur, sum var roknaður fyri at vera ein fínur svimjihylur. Tað var eisini svomið á sjónum inni í vágunum, sum á Eystaruvág, í Vágsbotni og í Sandágerði.
Fyrsta kappsvimjingin
Fyrsta kappsvimjingin hjá Johan var í 1930, tá ið hann var níggju ára gamal. Tað var Absalon Joensen, ættaður úr Gerðum í Klaksvík, sum skipaði fyri. Hann var upprunaliga prestur, men hevði eisini onnur áhugamál. Hann var eisini íðin myndatakari. Hann var í Íslandi sum prestur hjá føroyskum fiskimonnum í 1920-unum, og hesa tíðina tók hann nógvar manningarmyndir, sum eru gull verdar í dag. Nógvar vóru í síni tíð í FF-blaðnum, og tað eydnaðist at fáa sett nøvn á nógvar manningar.
Absalon hevði eisini áhuga fyri svimjing, og hann kom nakrar dagar fyri ólavsøku og bað Johan vera við í eini kappsvimjing. Hann játtaði, men mátti fyrst venja eitt sindur í Hoydalshyli.
Ólavsøkudagur kom. Um morgunin hevði regnað illa, tí var Havnará stór og gruggut. Hildið varð, at hetta mundi ikki fara at bila kortini. Svimjast skuldi frá Müllarbrúgv yvir á Kongabrúnna og aftur, umleið 100 metrar. Johan skuldi kappast við Jóhannis Toftum. Tað gekk ikki so væl, tí Johan tapti. Men hann svam teinin enn einaferð og fyri hetta fekk hann eitt hamrað silvurpennaskaft við haldara, sum hann enn eigur. Tað var kalt at svimja 200 metrar á sjónum. Av tí, at áin var so stór mátti leggjast upp fyri áarstreyminum fyri at koma á mál.
Sluppu ikki at svimja fyri neytini
Henda kappsvimjing á Eystaruvág helt uppat. Tann fyrsti svimjihylurin var bygdur í Gundadali í 1932. Hann var til støddar sum ein 25 metra hylur, men ein triðing av honum var ikki svimjandi í, tí tað var ov grunt.
Men her vóru eisini aðrir hentleikar, nevniliga eitt hús at skifta í. Víst vóru bert fimm skiftirúm, men hetta var roknað fyri at vera óført. Hesin hylur lá har, sum tennisvøllurin nú er.
Eitt annað er so eisini broytt nú í mun til tá. Hetta var úti í haganum. Tí var ikki altíð so lætt hjá børnunum at koma hagar vegna neytini, sum gingu leys!
Her var kappsvimjing hildin á ólavsøku, og Johan var við fleiri ferðir, eisini í 1932. Hóast umstøðurnar ikki vóru so góðar, so legði hesin svimjihylur lunnar undir svimjing í Havn.
Johan fór til skips í 1937, og var tí burtur frá svimjing i mong ár. Hertil kom, at undir krígnum kom bretska hermegin at brúka Gundadal til venjingar og tílíkt.
Seinni, í 1959, varð so svimjihylur bygdir, har Badmintonhøllin er nú, og seinni, í 1982 aftur tann núverandi hylurin.
Fekk starv í svimjihylinum
Seinasta ferðin hjá Johan til skips var við Nornagesti við Thorvald Andreassen sum skipara. Tá ið hann eina ferð er heima kemur Ivan Carlsen, sum var leiðari í svimjihylinum og biðjur hann koma at arbeiða har. Ein treyt fyri eitt slíkt starv var at duga at svimja, men her var eingin trupulleiki, og Johan byrjaði 28. januar 1963. Hetta var tá ið svimjihylurin ikki var innilokaður og bert var opin á sumri. Men um veturin fekk Johan so umvælingararbeiði at gera.
Í 1975 varð hann settur sum fastur maskinmaður við svimjihylin. Tað varð sagt um hann, tá ið hann hevði 25 ára starvsdag, at hann var ein slítari, treytur og raskur, sum tað sømir seg einum Hornamanni. Eina ferð baksaðust teir við eitt brek í gamla hylinum og einki vildi bera til. Maðurin, sum Johan arbeiddi saman við, hevði hug at gevast og fáa hendur á einum maskinsakkønum uttani frá. Hetta hevði Johan ongan hug til: ”Geva upp! Tú er óður í høvdinum. Hvat um vit vóru staddir 100 fjórðingar úr Kappanum?” Tað er óneyðugt at siga, at teir fingu maskinaríið at rigga.
Svimjingin til Ísland
Nú koma vit aftur til yvirskrivtina til hesa grein. Eftir at Johan var blivin pensjoneraður sum 70 ára gamal, fekk hann blóðpropp í beinið. Hann var so ringur, at hann fekk ikki gingið og sat í rullustóli. Afturat tí hevði hann nógva pínu. Tað vóru nógvir læknar, sum vóru um hann, men tað gjørdi tað sama. Eina ferð sigur Johan við Essa Arge, at nú fór hann niður at royna at fáa gjørt nakað við hetta. Nei, segði Essa, far tú og royn Elina Mørkøre. Hann so gjørdi. Elin staðfesti, at tað var bruni í øllum nervunum, og hon fekk hann so til at royna ein nýggjan heilivág. Tríggjar vikur eftir var pínan burtur. Tað ráddi eisini um at røra seg, og her er einki betri enn svimjing.
Í ár 2000, tá ið hann var 80 ára gamal helt Johan, at tað kundi verið áhugavert at fáa staðfest, hvussu langt hann svam.
Dagligi setningurin var 500 metur, og hvørja ferð, hann hevði svomið hesa longdina, setti hann ein kross í álmanakkan. Uppgerðin fyri árini aftaná vísir, at Johan hevur svomið hesar teinar síðan 2001:
85 km
82 -
95 -
83 -
85 -
92 -
50 - til dagin vit tosaðu saman.
Hetta gevur tilsaman 556 km ella góðar 300 fjórðingar. Hann svimur fýra dagar um vikuna í 11 mánaðir. Svimjihylur er afurlatin ein mánað á jólun, so tá er einki.
Aldurin er farin at merkjast eitt lítið sindur. Hetta sæst av, at fyrr brúkti Johan 25 minuttir um 500 metur. Nú brúkar hann 30 minuttir.
Tá ið Johan var upp á sítt besta nýtti hann 12-14 tøk fyri at svimja longdina á hylinum, 25 metur. Nú má hann nýta 22 tøk! Umframt svimjingina er hann eisini ein tíma í hitarúminum. Tað er alment kent, at her frættist alt, sum hendir í samfelagnum, og hesi viðurskifti verða eisini viðgjørd út í æsir.
Annars má tað sigast at vera gott fyri heilsuna at svimja. Teir eru nakrir gamlir knarkar, sum hittast har uppi. Tann elsti er 90 ára gamli Sámal Patursson í Kirkjubø.
Vanliga svimja menninir seinnapart, meðan konufólkið, morgunfrúurnar, svimja um morgunin. Tær eru eisini upp til 90 ára gamlar!
Nú er eftir at svimja heim aftur úr Íslandi
Nú Johan er komin til Íslands er næsta stigið at koma heim aftur. Tað skuldu vónir verið fyri tí, tí Johan hevur gott til at bregða, tá ið tað ræður um at eldast. Hornamenninir er kendur fyri at eldast væl. Abbin Dánjal í Horni gjørdist 95 ár, og tað sama hevur verið við pápabeiggjunum, sum teir flestu komu upp í 90-ini. Hetta er ikki minni galdandi í móðurættini. Mosturin Jacobina í Pállshúsi á Eiði gjørdist 102 ára gomul, og hinar systrarnar hjá henni blivu fleiri og 90 ára gamlar.
Heilsan hjá Johan er góð enn. Tó er farið at bila við eygunum.
Fekk seg royndan sum lívbjargari
Fyri at kunna arbeiða í einum svimjihyli er tað sjálvsagt neyðugt, at duga at svimja. Men tað er eisini neyðugt at kunna trakka til, um nakað hendir. Tí er eisini neyðugt við lívbjargaraprógv. Hetta hevur Johan eisini. Hann tók fyrsta prógvið í 1982, og í 1984 tók hann eitt víðkað lívbjargaprógv við munandi hægri krøvum millum annað við upplívan av fólki.
Tíbetur er svimjihylurin í Havn sloppin væl frá álvarligum óhappum, takkað veri tí væl útbúna starvsfólkinum. Men eina serliga ferð fekk Johan kortini brúk fyri allari sína vitan á økinum, og tað var í Nólsoyarfirði.
Tað var ein bátur sum sendi út neyðarkall. Bátar fóru at leita og komu fram á ein mann, sum hekk í eini boyu, og sum var illa fyri. Hann var tikin umborð í ein bát, sum royndi at hjálpa upp á mannin, samstundis sum kós varð sett móti Havnini. Eisini var kallað eftir fólki, sum dugdi fyrstuhjálp.
Johan var saman við øðrum á floti hendan dagin og luttók eisini í leitingini. Teir fingu so hendan mannin umborð til teirra. Teir fóru beinanvegin undir at geva royna at fáa lív í mannin eftir øllum fyriskriftum, eins og maðurin fekk hjartamassagu, meðan teir við fullari ferð sigldu móti Havnini, og varð maðurin beinanvegin fluttur á landssjúkrahúsið. Maðurin doyði nakað seinni, men Johan og hansara felagar gjørdu í hvussu er tað, sum kundi og skuldi gerast.
Johan hevur dámt væl at vera á floti, og hetta hevur hann gjørt nógv av. Men nú hava teir yngru tikið yvir. Eisini hevur hann havt kríatúr á trøðni, eisini gæs. Tískil hevur tað ongantíð verið nakar spurningur, hvat borðreiðast skuldi við á jólum.
Her kann verða skoytt uppí, at Johan altíð hevur roynt at gera seg dugnaligari. Sum 53 ára gamal tók hann prógvið ”Teknisk Forberedelseseksamen”. Karakterirnir vóru upp til 11!
Sum sagt veit Johan nógv at greiða frá, og ætlanin er at fáa eitt prát við hann seinni um hansara hendingaríka lív. Men fyribils takka vit fyri hesa áhugaverdu frásøgnina.