kundu forútsíggjast, so hevði eg í stundini kravt eina rætting frá blaðmanninum at koma í blaðið dagin eftir, og eg hevði sent rættingina til føroysku fjølmiðlarnar eisini. Tá hevði einki meira hent. Ikki [...] at limirnir í Búskaparráðnum vilja verja sín kroysta formann í hes-um tíðum. Men hetta kann vera eitt høvi til at seta nøkur viðurskifti uppá pláss. Tað, sum er avgerandi í øllum hesum máli, er, at danskir [...] gera vit jú føroyingum ein beina við at endurskoða hann. Nú aftaná, at hetta hevur skapt alt rokið í Føroyum, sigur Hermann seg vera skeivt endurgivnan. Hertil er bert at siga, at um eg sjálvur hevði verið
samanbretsur í seinasta valstríðnum Ólavur skrivar í greinini, at eg skírdi hann fyri nazist á veljarafundinum í Sumba. Hetta er ikki rætt Ólavur, og tú gert teg her sekan í tí sama, sum aðrir í málinum hjá [...] ikki segði. Tí kom Ólavur Rasmussen í tøkum tíma við sínum íkasti til kjakið, sum sambært honum sjálvum var endað í einum gruggutum dunnuhyli. Uttan at vera samdur í øllum, hann skrivar, so eigur hann tøkk [...] tað hon brúkti. Hon kundi brúkt kríggið í Iraq, har Bush og Blair hvør í sínum lagi royndu at billa fólki inn, at nú var avgjørt neyðugt at leypa á, tí Iraq hevði hópoyðingarvápn. Hetta hevur seinni víst
seinni eina brúkta hørpu, tá eg var í London einaferð í 1982, og so hevði eg so at siga gjørt mær eitt tónlistarligt“ image“. Fyrsta útgávan kom so trý ár seinni, tá eg hevði lært meg nøkulunda at spæla á [...] andaligan tørv Ert tú ein religiøsur persónur? - Eg fór seint í song í gjár, og kom ikki upp fyri enn klokkan gott tíggju í morgun, sum er stór skomm í mínari verð. Men eg fór so út at ganga mær ein túr, og tá [...] seta sær fyri at granska í øllum heimsins mentanum, tí tað nær ein jú ongantíð. Men har eru jú so mong spennandi ljóðføri, ið ein kemur fram á, sum ein kundi hugsað sær at vovið inn í tónleikin. Til dømis
Javnaðarfloksins í hesum máli stóðst als ikki av suðuroyarsiglingini, sum jú var ónervað av landsstýrismansins avgerðum, og Henrik Old og onnur kunnu vissa seg um hetta við at lesa grundgevingina í misálitis [...] óhepnu hond í samferðslumálum, og hann varð jú eisini loystur úr starvi av táverandi løgmanni, formanni Sambandsfloksins. Men tað var í teirri tíð, tá Føroyar aftur átti løgmann, sum hevði rygg at standa [...] Jóannes Eidesgaard, floksins vegna legði fyri tingið uppskot um misálit á Sámal P. í Grund, landsstýrismann. Í viðmerkingum sínum til misálitisuppskotið nevndi uppskotsstillarin m.a. søluna av Teistanum fyri
ígjøgnum uttan nakra viðgerð. Í vónini um, at ongin gav sær far um tað. Og tað var júst tað, ið samgonguumboðini mæltu til í sínum áliti - uttan fyrivarni. Men í kjaki í SvF í gjárkvøldið, vildi løgmaður [...] Tórbjørn Jacobsen í vinnunevndini, sum gjørdist alment týsdagin 29. mai, var ein politisk og løgfrøðislig útpensling og útgreining av, hvussu gongdin hevði verið í hesum máli: At landsstýrismaðurin [...] virkna og nærlagda andstøðu, gekk sjón fyri søgn í tinginum í gjár. Uppskotið um broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap fekk eina broyting í seinastu løtu, sum forðaði fyri ringastu avleið
øllum tí, sum hann hevði upplivað í skúlanum í dag. Og frá tí, sum skuldi henda í morgin. - Tú ert so heppin, at tú sleppur í skúla, og kanst uppliva alt hetta. Eg vildi so fegin sloppið í skúla eisini, men [...] Smederevo: Hesin dagurin var ikki sum hinir dagarnir í lívinum hjá fimm ára gamla Muzafer. Hann hevði í eina tíð gingið í barnagarði í økinum, har hann býr. Ein deiligur og væl útgjørdur barnagarður, har [...] var, hvat tey skuldu brúka tað til? Jú, hevði tann eini maðurin, SR9AN, sum arbeiddi í barnagarðinum sagt. Hesin maðurin Suni - er úr Føroyum, hann er formaður í Reyða Krossi, og tað er hesin felagsskapurin
landsnevndina í Sambandsflokkinum var nakað av tí sama, ið Anders Fogh hevði ført fram fyrr á degnum. ?Hann tosaði nokk mest til okkum sum forsætisráðharri enn sum formaðurin í Venstre. Hann veit jú, hví hann [...] passaði teimum rættiliga væl. ?Hetta er jú fullkomiliga tað sama, sum stendur í okkara Nýskipanaruppskotið, har Anders Fogh eisini sjálvur hevur skrivað eina grein, sum inniheldur júst tey somu sjónarmiðini [...] fundin fingu vit hendur á forkvinnuni í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen og næstformanninum, Alfred Olsen. Gekk væl Tey bæði, Lisbeth og Alfred, vóru á einum máli um, at talan var um ein góðan fund
borgarar. JAMEN siga tey, sum taka undir við hesum - talan er jú um fólk, sum hava tikið onnur av døgum, og tí mugu tey gjalda við sínum egna lívi. Í okkara hugaheimi er hetta primitiv hugsan fyri ikki at siga [...] Men okkara samfelag má seta til síðus resursir soleiðis at hesi fólk kunnu liva í fongslum ella á institutiónum. Í hesum máli eiga vit heldur ikki at gloyma, hvussu mong ósek mugu lata lív ella fáa lívlangt [...] annað enn Guds egna land, tá boðini frættust tíðliga mikumorgunin um, at staturin Texas hevði tikið ta fyrstu kvinnuna í meira enn 130 ár av døgum. TAÐ er einki nýtt - hetta at USA tekur sínar egnu borgarar
skrásett í London, og ber tað til at halda fast í avmarkingum í eigaraskaranum, tá eitt virki verður skrásett á einum virðisbrævamarknaði? Hetta eru bert nakrir av spurningunum, sum verða settir í samband [...] innkomna peninginum í eini nýteknan fer beint út aftur sum útreiðsla til hesa. Eftirfylgjandi kundi Graham Stuart so staðfesta, at í teirra føri hevði arbeiðið við at skráseta fyritøkuna í London kostað um [...] kjakið, og sum ein liður í hesum, skipaðu Føroya Kolvetni og Føroya Tele fyri fyrilestri seinasta mikukvøld. Fyrilesturin var partvíst komin í lag, nú offshore-messan varð hildin í Norðurlandahúsinum. Ein
in, Hallur Thorsteinsson, mátti bukka og tapa 4-2 í settum. Ætlaði at spæla fótbólt Sum børn flest hevði Peter í hyggju at spæla onkra ítróttargrein, og sum 11 ára gamal var kósin eisini sett ímóti einari [...] hetta mundið eisini við í HM í Gøteborg og EM í Prag. Við á ferðini vóru eisini Høgni Carlsson, Vilmund Jacobsen, Dagbjartur Hammer og Eyðun Luid, meðan Elias Mikkelsen var venjari. Í HM, har tað varð kappast [...] lisið í Danmark kemur Peter aftur til Føroya í 1992. Hann steðgar ikki leingi, men fær nógv burturúr. Fyrst upplivir hann hvussu kreppan í grundini betraði um umstøðurnar at spæla borðtennis í Føroyum