Vitjan
Ein tann mest umtalaði fundurin undan vitjanini hjá danska forsætisráðharranum var fundurin við Sambandsflokkin. Formaðurin fyri Javnaðarflokkin, Jóannes Eidesgaard, segði undan vitjanini hjá Anders Fogh Rasmussen, at hann helt tað vera løgið, at forsætisráðharrin valdi at fundast við ein andstøðuflokk og ikki allar ella tann størsta.
Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum, segði undan vitjanini, at Sambandsflokkurin og Venstre altíð hava havt eitt tætt samstarv, og tey høvdu eisini biðið um ein fund við Anders Fogh Rasmussen, og hetta høvdu tey fingið játtað.
Á fundinum mánadagin við forsætisráðharran var tað ein væl mannað landsnevnd hjá Sambandsflokkinum, sum sessast við fundarborðið á Hafnia.
Eftir fundin fingu vit hendur á forkvinnuni í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen og næstformanninum, Alfred Olsen.
Gekk væl
Tey bæði, Lisbeth og Alfred, vóru á einum máli um, at talan var um ein góðan fund. Ein góður, óformellir og positivur fundur kallaðu ovastu fólkini í Sambandsflokkinum fundin við leiðaran hjá bróðurflokkinum í Danmark.
Samstarvið millum Venstre og Sambandsflokkin er eins gott, ið tað altíð hevur verið, vilja tey ikki lata nakran iva vera um.
Í Sambandsflokkinum kenna tey væl Anders Fogh Rasmussen, og hann hevur eisini fleiri reisir verið í Føroyum áður m.a. fyri at vitja Sambandsflokkin.
Tað, ið Anders Fogh legði fram fyri landsnevndina í Sambandsflokkinum var nakað av tí sama, ið Anders Fogh hevði ført fram fyrr á degnum.
?Hann tosaði nokk mest til okkum sum forsætisráðharri enn sum formaðurin í Venstre. Hann veit jú, hví hann er her, siga tey bæði.
Sjálv er Lisbeth í einari serstøðu, tá ið hon jú er limur av tingbólkinum hjá Venstre, og harvið eisini ein partur av donsku stjórnini, men Lisbeth metir ikki sjálv, at hon hevur avgerandi ávirkan á støðutakanina hjá donsku stjórnini.
Allir limirnir í stóru nevndini hjá Sambandsflokkinum fingu høvi til at hitta Anders Fogh Rasmussen, og tað var eisini eitt sindur av fjáltri gekk runt og heilsaði øllum við fryntligum atburði, áðrenn hann fór víðari til døgurðan til við landsstýrismonnum og øðrum.
Passaðu saman
Alfred og Lisbeth lótu ongan ivi vera um, at hetta var ein fundur og ein politkkur, sum passaði teimum rættiliga væl.
?Hetta er jú fullkomiliga tað sama, sum stendur í okkara Nýskipanaruppskotið, har Anders Fogh eisini sjálvur hevur skrivað eina grein, sum inniheldur júst tey somu sjónarmiðini sum hesi, sigur Alfred Olsen.
Tað er rættiliga sjónligt, at ovastarnir í Sambandsflokkinum eru fegnir um hetta.
?Politiskt er hetta ein sigur fyri Sambandspolitikkin. Hetta er jú tað, ið vit hava sagt allatíðina, sigur Lisbeth L. Petersen.
Tey bæði undirstrika, at av hesari orsøk var tað eisini ein øgilga góður stemningur á fundinum.
Eingin stuðul
Anders Fogh Rasmussen hevur á Føroya vitjan sínari ikki roynt at dylja útyvir, at hann heldur tað vera mennandi fyri føroyska samfelagið at yvirtaka ymisk mál, eitt nú flogvøllin.
?Sambandsflokkurin er av teirri fatan, at øll mál ? uttan felagsmál ? skulu kunna yvirtakast, og Føroyar skulu eisini sjálvar gjalda fyri allar yvirtøkurnar, sigur Lisbeth L. Petersen.
Markið hjá Sambandsflokkurin er rættiliga líkt við markið hja Anders Fogh Rasmussen. Einasti munurin er, at Anders Fogh er av teirra fatan, at rættarskipanin kann yvirtakast, men heldur ikki her eru Sambandsflokkurin og forsætisráðharrin lagt frá hvørjum øðrum.
?Vit vilja fyrst og fremst tryggja, at vit fáa sama ágóða og somu rættindi, sum eru tryggjaði í m.a. grundlógini. sigur Alfred Olsen.
Eisini var eftir øllum at døma semja millum Sambandsflokkin og Anders Fogh viðvíkjandi blokkstuðulinum.
?Vit eru samd viðvíkjandi tí, at blokkstuðulin ikki er nøkur gávan, men heldur eitt gjald fyri veitingarnar, sigur Alfred Olsen.
Lisbeth leggur afturat, at Anders Fogh á fundinum fleiri ferðir vísti á, at tað ikki vóru danir, sum vildu lækka blokkin.
Tá vit spyrja Lisbeth um, hvørji eru vinnarar og taparar, nú forsætisráðharrin hevur meldað út, vil hon ikki beinleiðis kalla nakran vinnarar ella taparar av flokkunum, men hon heldur, at sambandspolitikkurin og fólki hevur vunnið við hesum.