við Vlada Filopovic megnaði var hann ikki kaldur nokk og skeyt bæði upp um og við síðurnarav. Nógv fólk fram Í seinna hálvleiki var myndin tann sama. KÍ stríddist manniliga, men tað var B68, sum var [...] tey á Toftum helst hava vant seg við tankan, at megna tey at vera best av taparunum og fáa silvur, so er árið meira enn góðtikið. KÍ allastaðni Útiliðið legði út sum eitt óløgi. Og nógvar broytingar vóru [...] megnaði at skjóta bóltin tveir metrar upp um, eftir at Keita vísti stórspæl. B68 hevði bóltin øgiliga nógv, og kom til fleiri hálvar møguleikar, men onkursvegna manglaðu avgerandi loysnirnar í avgerandi løtunum
liggja undir, tykjast klaksvíkingar lítið hugaðir at flyta nógv fólk fram á vøllin, tá ið teir hava møguleika at fara í álop. Tað er stutt sagt ov nógv dillarí! Jákup á Borg er sera vandamikil, tá ið hann hevur [...] vinstra borði. 50 min 1-0 Hóast klaksvíkingar eftir hvíldina hava roynt at flyta fólkið longri fram, so er tað einki, sum bendir á, at KÍ avrikið á nakran hátt kann sammetast við tað, sum KÍ vísti mikukvøldið [...] at vinna øll stigini, og at KÍ harvið verður enn nærri næstbestu deildini. Soleiðis sum gongdin er, so er tað tættari við, at B36 fer at økja um leiðsluna heldur enn, at klaksvíkingar skulu minka um munin
bygdir. Hann heldur, at hetta er nógv meiri tengt at arbeiðsmøguleikunum hjá foreldrunum. - Nú er nógv lættari at koma til og frá og tey flestu hava bil og tí verða fólk búgvandi á smábygd, tó at tey arbeiða [...] hevur eisini gjørt seg galdandi, at børn á smábygd hava verið í dagrøktarskipan í eini størri bygd og so halda tey bara fram í skúla har, tí har kenna tey onnur børn og umstøðurnar. Hetta vilja bæði foreldrini [...] hevur samband við fleiri børn og fleiri lærarar enn tey hava í einum lítlum skúla. Harafturat kemur so eisini tað, at børn læra av hvørjum øðrum. Tí ásanna fleiri og fleiri foreldur, at tað er ein fakligur
tørvurin á lidnum laksavørum nógv. Á henda hátt varðveittu vit eitt høgt virksemi, hóast truplu marknaðarstøðuna. Samstundis merkti økta sølan av liðugvørum, at fleiri fólk royndu laks fyri fyrstu ferð [...] og er hetta ein ógvuliga týdningarmikil geiri fyri laksavinnuna. Seinastu mongu árini hava vit selt nógv tann størsta partin av okkara feska laksi til vinnurekandi í hesum geira. Tað sigur Regin Jacobsen [...] n hevur eisini av álvara víst týdningin av, at fyritøkan hevur fleiri bein at standa á. Hvørji eru so útlitini nú? - Útlitini eru sum heild góð. Eftirspurningurin eftir feskum laksi er aftur veksandi,
Visti tú til dømis at: · Fyri hvørji 100 tons, sum verða fiskað kring heimin, so fiska føroyingar 1,46 tons? · Ein milliard fólk eru tengd at havinum fyri at kunna liva · Fiskur er tann mest keypta og selda [...] heimasíðan er ætlað næmingum í sætta flokki, eiga onnur eisini at lesa hana. Flestu føroyingar kunnu læra nógv nýtt við at blaða gjøgnum hesa væl myndaprýddu síðuna. Her eru bara nøkur fá dømi um, hvat nýtt tú [...] latini í miðal verið 33 stig lægri · Heitari hitalag ger, at nebbasildin brennir feittið skjótari, so fitigoymslan verður tóm, áðrenn veturin er liðugur. Hetta eru bara nøkur fá dømi um áhugaverd fakta
síðani 1936 hevur kappríðing verið á hvørjari ólavsøku. ##med2## Sum sæst á myndini vóru heilt nógv fólk til kappríðing hesi árini, myndin er tikin í 1957 á Velbastaðvegnum. Tað er Vilhjálmur Patursson [...] fult fyri breytina. Hendan breytin er frá tíðini áðrenn kommunan byrjaði at rinda fyri ítróttaranlegg, so hon er 100% goldin og gjørd av Føroya Ríðingarfelag. Ólavsøkuskrúðgongan byrjaði í 1941, tað vóru reiðfólk [...] tá ólavsøkan verður sett. Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl. 15, og eru tað nógv sum hava tað sum fastan tátt, at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak, skrivar Føroya
vánaliga heilsu, luttekur nógv minni í felagskapinum við onnur, nívd av einsemi og tunglyndi, liva kanska einsamøll og hava sum heild eina vánaliga lívsgóðsku. Hetta eru so álvarslig viðurskifti, at vit [...] At síggja svart uppá hvítt, at tølini fyri kynsligan ágang eru so stór og samstundis fáa at vita, at hetta eru ikki tøl, ið yvirdríva, men heldur tvørturímóti eru tøl fyri støðuna í besta føri, er skelkandi [...] ágangi antin sum børn ella vaksin er onki minni enn ein vanlukka. Hetta hevur stóra ávirkan á hesi fólk og teirra umhvørvi, ikki bara tá ið ágangurin fer fram, men merkir persónin fleiri ár – allarhelst
ráðstevnu so væl sum einstakar luttakarar. Fyri okkum, sum royna at halda fast um hugmyndina av pressuni sum ”óhefta fjóðra statsvaldið” er hetta sjálvsagt hugstoytandi lesnaður. Sum nevnt er ikki nógv nýtt [...] undir Kalda krígnum. Hóast hesa atfinning er frágreiðingin áhugaverd fyri okkum føroyingar, treyðugt so. Tað er sjálvsagt áhugavert at lesa, at danska stjórnin við virkseminum hjá PET breyt sínar egnu reglur [...] virksemi hjá lógligum politiskum flokkum og felagsskapum í ríkinum. Grefligasta dømið man vera eitt nógv umrøtt loyninotat frá 1968 vent ímóti vinstrahallum politiskum virksemi. PET skuldi skráseta einstakar
lond hava sett í verk skjótar og virknar viðgerðir, so hevur føroyska skipanin ikki fylt við, sigur føroyski yvirlæknin. Í øðrum londum verður nógv gjørt fyri at upplýsa og fyribyrgja alt við góðum úrslitum [...] Í gjár tustu fólk út á havnagøtur at renna fyri fólkaheilsuni. Hetta frálíka og afturvendandi tiltakið fekk í ár betri undirøku enn nakrantíð áður. Tað er alt, sum bendir á, at vit í Føroyum uppliva eitt [...] aðrar álvarsamar sjúkur við. Fara vit bert fá ár aftur í tíðina, mundi fáur duga at ímynda sær, hvussu nógv hugburðurin til royking, fór at broytast. Tað er lítið at ivast í, at almenni roykipolitkkurin hevur
er so torført at sleppa upp í fiskivinnuna, um tú hevur áhuga fyri hesum, sigur Rodmundur Nielsen, sum hevur kallað trolbátin upp eftir pápa sínum Teir eru vinnuligir samstarvsfelagar og eiga nógv virksemi [...] skipari er hin royndi Sakaris Zachariassen, ið er ættaður úr Fugloy, men býr í Havn. Hann hevur í nógv ár siglt hjá Ossa og Tummasi í Leirvík. Hinir tríggir eru eisini allir royndir fiskimenn. Manningin [...] Jónsvein Knudsen hevur verið honum góður í ráðum, sigur Rodmundur: - Ja, eg vil siga, at eg havi gott fólk aftrat mær, bæði umborð og í landi. Jónsvein hevur hjálpt mær í gongd. Hann hevur verið hollur í ráðum