Fótbóltur
Leygardagin var allur møguleiki hjá KÍ at yvirliva í bestu deildini avlívaður av miðlunum. Tað sá og sær framvegis sera torført út hjá klaksvíkingum at yvirliva í deildini, men sum úrslitini háttaðu sær í gjár, hevur KÍ framvegis møguleika at yvirliva, nú teir eru trý stig aftanfyri B36. Helst ikki tað tey flestu væntaðu eftir dystin leygardagin ímóti ÍF.
B68 var hinvegin nærmasti kappingarneyti hjá HB um meistaraheitið, hóast tey á Toftum helst hava vant seg við tankan, at megna tey at vera best av taparunum og fáa silvur, so er árið meira enn góðtikið.
KÍ allastaðni
Útiliðið legði út sum eitt óløgi. Og nógvar broytingar vóru gjørdar síðan seinasta dys. Heðin á Lakjuni var fluttur niðan á vinstra vong, Kristoffur Jakobsen var komin inn á høgra vong og Hjalgrím Elttør spældi í fríum leikluti frammanfyri miðvøllin.
Hetta vísti seg at rigga væl, tí stórt trýst var á B68 málið fyrstu løtuna.
Tað gav eisini úrslit. Eftir fleiri hálvar møguleikar sprakk bólturin útfrá og ímóti Hjalgrím Elttør. Hjalgrím gjørdi skjótt av og smekkaði bóltin ímóti málinum, og umvegis ein B68 leikara fór bólturin í málið.
B68 fyri rest
Restina av fyrra hálvleiki sat B68 á øllum, og serliga Jóhan Dávur Højgaard kann iðra seg um, at hann úr fimm metrum púra ódekkaður megnaði at skjóta bóltin tveir metrar upp um, eftir at Keita vísti stórspæl.
B68 hevði bóltin øgiliga nógv, og kom til fleiri hálvar møguleikar, men onkursvegna manglaðu avgerandi loysnirnar í avgerandi løtunum.
Aftur ímót dúvaði KÍ mest upp á skjótálop.
Tann størsta møguleikan fekk málskjúttin. Eftir skjótt elegant og beinleiðis álopsspæl, bleiv Hjalgrím Elttør púra leysur, men púra einsamallur við Vlada Filopovic megnaði var hann ikki kaldur nokk og skeyt bæði upp um og við síðurnarav.
Nógv fólk fram
Í seinna hálvleiki var myndin tann sama. KÍ stríddist manniliga, men tað var B68, sum var spælstýrandi.
Nú byrjaði tolið hjá Bill Mcleod Jacobsen at ganga undan, og tað hevði millum annað við sær, at Pól Jóhannus Justinussen varð fluttur fram á vøllin, so B68 hevði tríggjar leikarar í verjuni.
Hetta gjørdi bara myndina av dystinum sterkari. B68 við bóltinum og KÍ við skjótálopum.
Rok
Sum dysturin leið lógu KÍ leikararnir meira og meira. Hetta hildu B68 leikararnir lítið um og tað hevði fleiri smábardagar við sær.
Serliga Ahmet Keita og Jan Andreasen vóru í miðdeplinum í fleiri førum, og øll kring B68 hildu sera lítið um, at KÍ leikarar lógu heldur longi, tá onkur snuddur kom fyri.
Úrslitið merkir, at KÍ framvegis er undir, men at liðið hevur tikið eitt risatak ímóti vatnskorpuni. Fyri B68 merkir úrslitið, at nú er silvur hægsta vónin hjá B68.