Fiskivinna
Teir eru vinnuligir samstarvsfelagar og eiga nógv virksemi saman, Rodmundur Nielsen og Jónsvein Knudsen.
Meðan Jónsvein hevur verið leingi í fiskivinnuni sum útgerðarmaður hjá fleiri skipum, hevur Rodmundur ikki verið aktivur í hesum partinum av vinnuni.
Men tað er hann nú.
Við bryggjuna á Bakkafrost hevur seinastu dagarnar ligið ein trolbátur við navninum Gorm – eitt navn, sum ikki er ókent í føroyskari bankasøgu.
Keypti Kneys
Rodmundur Nielsen hevur nevniliga keypt trolbátin Gáshólm frá Ólavi Petersen, sum áður var reiðari hjá P/F Vesturvón.
- Eg havi keypt felagið Kneys, sum Ólavur keypti av Viðareiði. Tað var hetta felag, sum upprunaliga átti Gáshøvdi, ið trolbáturin tá kallaðist.
Nýggi eigarin hevur stovnað Sp/f Gorm, sum nú eigur og rekur ognirnar hjá Kneysi.
Fýra mans eru við Gormi, og skipari er hin royndi Sakaris Zachariassen, ið er ættaður úr Fugloy, men býr í Havn. Hann hevur í nógv ár siglt hjá Ossa og Tummasi í Leirvík. Hinir tríggir eru eisini allir royndir fiskimenn.
Manningin er hin sama, sum var við trolbátinum fyri eigaraskiftið.
Góðir stuðlar
Spurdur, um Jónsvein Knudsen við sínum royndum í fiskivinnuni og sum frammanundan er samstarvsfelagi hjá Rodmundi, hevur verið góður í ráðum, sigur nýggi skipaeigarin:
- Ja, eg vil siga, at eg havi gott fólk aftrat mær, bæði umborð og í landi. Jónsvein hevur hjálpt mær í gongd. Hann hevur verið hollur í ráðum, men tað eri eg sjálvur, ið taki mær av rakstrinum sum útgerðarmaður.
Gorm hevur 116 fiskidagar, men til ber at útvega sær nakrar eykadagar fyri livratøtøku. Eisini kunnu avlopsdagar fáast í juni, juli og august, tá fiskiárið fer at halla.
Tað eru tríggir trolbátar, sum hava somu loyvi, ið innibera, at teir ikki sleppa at fiska á landleiðini. Teir eru Gorm, Jens Leon, sum Jónsvein hevur kallað upp eftir pápa sínum – og Raðhamar.
Ógvuliga spentur
- Eg eri ógvuliga spentur upp á hesa nýggju avbjóðingina í lívinum, og eg trúgvi, at vit fáa hetta at bera til, sigur nýggi skipaeigarin.
Pápi Rodmund doyði í 1996, tá hann var miðskeiðis í fimmtiárunum, og mamman, sum kallaðist Elisabeth, doyði longu, tá Rodmundur bert var 6 ára gamal.
- Pápi var úr Sandavági og mamman úr Sørvági. Vit fluttu inn á Skálafjørðin at búgva, tá pápi fekk leiðarastarv í Føroya Banka í Saltangará.
Hann heldur, at bankakreppan fyrst í nítiárunum tók mongum fast – eisini pápa sínum, sum upplivdi alla hesa tíðina, áðrenn hann doyði av sjúku.
Ikki trupult
Nýggi skipaeigarin heldur ikki, at tað er so trupult at sleppa fram at í vinnuni, sum summi vilja siga, at tað er.
- Vit, sum eingi skip eiga – ella hava átt, hava sama møguleika sum aðrir at liggja fram við, tá sølur fara fram. Neyðugt er at hava eygu og oyru opin, og eg vil viðganga, at eg havi ligið fram við at fáa hendur á onkrum skipi í eina rúma tíð.
Rodmundur Nielsen sigur seg ivast í, hvussu stórur áhugin er hjá nýggjum íleggjarum í fiskivinnuni á sjónum.
- Eg veit um skip, sum eru seld, har fleiri spurdu um tilfari í sambandi við søluna. Men tá saman um kom, komu bert eini tvey einstøk boð, sigur hann.











