Heilsa og fólkaheilsa

Oddagrein:

Í gjár tustu fólk út á havnagøtur at renna fyri fólkaheilsuni. Hetta frálíka og afturvendandi tiltakið fekk í ár betri undirøku enn nakrantíð áður. Tað er alt, sum bendir á, at vit í Føroyum uppliva eitt støðugt vaksandi tilvit um heilsu og heilsubøtandi lívsstíl. Politiski áhugin fyri fólkaheilsuni er øktur seinastu árini, og hetta er ikki minst landsstýrismanninum í heilsumálum fyri at takka. Men eisini tey mongu áhugafeløgini, sum taka sær av áhugamálum hjá fólki, ið hava ella hava verið rakt av ávísum sjúkum gera eitt framúrskarandi arbeiðið til tess at upplýsa og fyribyrgja. Sama er um Fyribyrgarráðið at siga.

 

Eitt gott dømi um úrslitið av øllum hesum heilsuliga strevi hjá politiskum myndugleikum eins væl og hjá NGO felagsskapum er roykingin. Tað er í dag eingin, sum ivast um vandan við royking. Tað er í dag øllum greitt, at royking er ein atvoldin til ikki bara hjarta- og lungnasjúkur men til aðrar álvarsamar sjúkur við. Fara vit bert fá ár aftur í tíðina, mundi fáur duga at ímynda sær, hvussu nógv hugburðurin til royking, fór at broytast. Tað er lítið at ivast í, at almenni roykipolitkkurin hevur breiða undirtøku í fólkinum, og vit fara heilt vist at síggja tær jaligu fylgjurnar av hesum politikki um nøkur ár.

 

Eitt anna mál, sum tað má vera orsøk at meta sum eitt fólkaheilsumál, er ferðslan og tær mongu ferðsluvanlukkurnar. Ferðslutrygd ger ivaleyst sítt besta til tess at minka um vandarnar í ferðsluni, men kortini so stendur ikki væl til. Tað tykist vera eitt rák um øll Norðurlond, at ferðsluvanlukkurnar aftur fara at vaksa í tali eftir nøkur á við eini jaligari gongd. Vónandi fara avvarðandi mydugleikar at taka hetta mál í størsta álvara við at meta ferðslutrygd sum eitt fólkaheilsumál, soleiðis at neyðuga fíggjarliga og fakliga orkan verður sett inn á hesum øki.

 

Eitt triðja fólkaheilsumál, ið her skal verða nevnt er mál, ið varð umrøtt í vikuskiftisblaði okkara. Her var viðtala við føroyskan yvirlækna, Johan Poulsen, ið arbeiðir uttanlands. Læknin er serfrøðingur í urologi. Yvirlæknin ger vart við, at vit í Føroyum eru eftirbátur, tá tað ræður um at fyribyrgja og grøða krabbamein í prostata. Johan Poulsen sigur, at alt ov nógvir føroyskir menn ganga við prostata krabbameini uttan at fáa tað staðfest, fyrr enn krabbameinið hevur breitt seg, og tá er mangan ov seint at fáa lekjandi viðgerð. Hetta er niðurstøðan hjá serfrøðingi. Hann sigur víðari, at prostatakrabbamein hevur verið eitt forsømt øki í Føroyum. Hann heldur, at lítið hevur verið gjørt fyri at staðfesta sjúkuna. Meðan onnur lond hava sett í verk skjótar og virknar viðgerðir, so hevur føroyska skipanin ikki fylt við, sigur føroyski yvirlæknin. Í øðrum londum verður nógv gjørt fyri at upplýsa og fyribyrgja alt við góðum úrslitum. Hetta er eisini eitt fólkaheilsumál, sum avvarðandi myndugleikar eiga at taka í størsta álvara.