sær aftur í ár út til at koma í bogaskjóting, har serliga Sigrid Vang er stórfavorittur. Tað er føroyska compound liðið eisini, og so er at vóna, at alt gongur eftir ætlan, og at føroysku bogaskjúttarnir [...] oyggjaleikahøpi, og tað er ein smeitur, at føroyameistarin hjá kvinnum, Guðrun Jacobsen, ikki fær verið við vegna skaða. Tennis hevur heldur ikki tey stóru úrslitini at vísa á, og sum oftast hevur føroyska [...] við í fimleiki og vunnu gull, men fimleikur er ikki á skránni í ár). Tá stóðu føroyingar seg væl í so at siga øllum ítróttargreinunum. Størsta áhuga millum fólk munnu svimjingin og frælsi ítrótturin hava
eina góða byrjan upp á endaspælið við at vinna í Vestmanna. Tað hevði við sær, at strandingar komu upp á ovasta pláss í 1. deild, men tað er rættiliga sannlíkt, at teir missa hetta plássið aftur longu í [...] lættari av teirri orsøk. Fyri VÍF er bert gullið nóg gott, men tað er sjáldan, at ein føroyameistari byrjar endaspælið við at tapa tveir teir fyrstu dystirnar. Tað vita vestmenningarnir, og teir vera ivaleyst [...] Nú skulu Neistamenn so vísa, um teir megna at halda góðu gongdina. Teir eru framvegis væl við í oddastríðnum, men um tað skal halda fram, hava teir ikki ráð at missa stig móti KÍF ? tí nú telja bæði stigini
sum Toda Jónsson, Jákup Mikkelsen og Julian Johnsson, sum allir hava tað til felags, at teir eru sáttmálabundnir at teirra fótbóltsfeløgum. Og aðrir, sum spæla fótbólt á høgum stigi uttanlands, eru Jan [...] gjørdi, var at fáa Jón Johannesen til felagið. ? Hetta er so 1. deild, sum er næstbesta deildin í Danmark, og eg veit ikki hvat tað kann blíva til, sigur Jón Johannesen og leggur afturat, at fótbólturin [...] í lívinum hjá honum. ? Men man skal royna at vera realistiskur, og eg eri jú 30 ára gamal. Var eg 20 í dag, hevði eg gingið 100 prosent inn fyri tí og roynt at komið enn hægri, men eg havi bæði familju
roynir at savna tankarnar eitt sindur, sum mala í heysinum á honum. Hann er týðiliga stressaður av øllum roksinum og tónleikinum, hann hevur havt um oyruni í seinastuni. Fyrst í Januar í ár fóru vit at leggja [...] hildnar. Vit hava lagt alt til rættis út í æsir. Tað góða er, at alt hevur riggað, sum ætlað, sigur Terji. Eg havi ongantíð verið við til at gera so nógv burturúr áður. Professionelt Jón McBirnie hevur [...] ófatiliga nógv um allan heim. Terji fortelur, at hann í avtaluni við Metallica tryggjaði sær eina krónu burturav hvørjari seldari fløgu; og tá man hugsar um, at meira enn 17 milljónir eintøk eru seld av tí
trýstu fyri at fáa øll stigini. Teir høvdu átjan royndir móti málinum, meðan ÍBV hevði trettan, og heimaliðið hevði níggju hornaspørk, meðan ÍBV hevði tvey. Ellivu hundrað áskoðarar hugdu at, og teir sóu [...] ð ikki so stórt, og tað vóru 250 áskoðarar og hugdu at, tá Breiðablik vitjaði. Talan var um eina tætta og javna uppgerð, og leingi sá tað út til, at liðið hjá føroyingunum skuldi liggja undir. Breiðablik [...] fimta plássi, og teir hava tíggju stig. Fleiri føroyingar Tað ljóðaði leingi, at Sámal Joensen skuldi yvir til Íslands at spæla við Leiftri, men tað spurdist einki burturúr hesum. Leiftur leitar framvegis
norður at kopiera. Eina viku áðrenn Bogi fór foldum frá, segði hann við meg; Gerhard, tú skal fáa taskuna við klippunum, hann visti, at eg hevði eina ætlan við tí. Eitt annað, sum eg noyðist at nevna er [...] Vit kendust frá barni av, hóast hann var nakað eldri enn eg. At vera og ferðast á Sandi, var mítt annað heim. Eg haldi, men ikki sikkurt, at “Sæborg” var fyrsta skipið, sum Bogi var við, Bogi var prátingarsamur [...] lin, hann hevði havt so sterkar meiningar um tunnilin, hann offraði so nógv av tíð at tosa um framburðin, sum fór at verða. So bleiv hansara síðsti túrur, á lívi, gjøgnum hetta stórverk. Bogi samlaði alt
spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Tað sást frá fyrsta bríksli, at heimaliðið hevði øgiliga góðan hugburð, og at viljin var stórur at vinna ársins fyrsta sigur. Poul Kallsberg setti [...] 8-0 ímóti teimum báðum niðastu á støðutalvuni, og tað eigur at kennast ikki serliga hugaligt at fara í summarfrí í nakrar dagar fyri síðani at fyrireika seg til ólavsøkudystin ímóti EB/Streymi. Ólavsøkudag [...] benda á, at allar súðir eru ikki syftar í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. AB er fimm stig røttu megin niðurflytingarstrikuna. Úrslitini tvær tær seinastu ferðirnar kundu bent á, at AB ikki er
skipaðari rørslu í skúlanum Vit fingu eisini staðfest, at rørsla í skúlum hevur jaliga ávirkan á trivna, innaru motivatión og evnini hjá næmingunum at hugsavna seg fakliga. Vit sóu dømi um eina stóra verkætlan [...] vit hava prógvað, at vit kunnu framleiða virðismikla vitan til altjóða ítróttagransking. Tey bestu Seinasti partur snúði seg um “tey bestu”, og hvussu vit í felag kunnu arbeiða saman um at náa enn hægri tindum [...] størri mun skal menna umhvørvið og gagna fleiri – heldur enn “bara” at rinda rokningar hjá einstøkum íðkarum. Magni Mohr vísti á, at vit við jøvnum millumbilum náa stórum úrslitum, men tað áhugaverda er
um reppið at taktikkurin eydnaðist - at koyra Jákup Petur inn aftur. Meðan Jákup Petur sá sær ein tjans at avgera dagsins etapu ávegis úr Kollafjarðatunnlinum, so gjørdi Pauli eina roynd at koyra útbrotið [...] broytt nakað vegna verkfallið. Fyriskipararnir praktiseraðu "best fyri flest" soleiðis, at tað bleiv so stutt sum tilber at koma til og frá kappingunum allar fimm dagar. Byrjað varð í Havn, og síðan gekk leiðin [...] útbrotið innaftur, eftir at ein rættiliga stórur bólkur hevði vent í Hósvík. Pauli, Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson settu ferð niðan úr Hósvík, og hendan trio royndu hvat teir kundu at heinta fremstu sú
Fyrst skal sigast, at Trøllanes er ein tann bygdin, sum eg føli meg knýttan at. Langabbi mín, langabbabeiggi Jógvan, kom av Trøllanesi, og mítt tilknýti til bygdina er fyrst og fremst takkað teimum í Innistovu [...] Vónandi verður hansara stóra vitan niðurskrivað. Sjálvur visti eg, at vit vóru í ætt gjøgnum mammu mína, men Jógvan kundi fortelja mær, at var farið longur aftur rann ættin hjá mammu og pápa í Norðragøtu [...] Eisini hevur hann verið nevndarlimur í Mjólkarvirki Búnaðarmanna. Tað er ikki minst Jógvani fyri at takka, at Trøllanes er ein av teim mest liviligu smábygdunum í Føroyum, har fólkatalið, og ikki minst barnatalið