Á Gotlandi hava tey síðstu tvey árini fyrireikað seg til stóru innrásina, sum svenska oyggin leggur rygg til í eina heila viku, tá áttandu oyggjaleikirnir verða settir í høvuðsstaðnum Visby.
Síðani byrjað varð á Isle of Man í 1985, eru oyggjaleikirnir støðugt vaksnir, og í ár verða 22 ymisk oyggjasamfeløg við (Gibraltar er bert ein hálvoyggj, men hevur kortini fullan limaskap í oyggjaleikasamstarvinum).
Føroyar hava verið við allar tær átta ferðirnar, og eina ferð ? í 1989 ? skipaðu vit fyri leikunum, sum tá als ikki høvdu vaksið seg so stórar, sum teir eru í dag.
Føroyingar skulu kappast í átta ymsum ítróttargreinum ? tær somu átta sum fyri tveimum árum síðani, tá leikirnir vóru á Ermasundsoynni Jersey (tá vóru føroyingar eisini við í fimleiki og vunnu gull, men fimleikur er ikki á skránni í ár).
Tá stóðu føroyingar seg væl í so at siga øllum ítróttargreinunum. Størsta áhuga millum fólk munnu svimjingin og frælsi ítrótturin hava. Vit fingu tvey gullmerki í frælsum ítrótti, meðan unga og óroynda svimjiliðið, sum var við á Jersey, ikki fekk heilt so góð úrslit. Vónandi verður tað betri hesaferð.
Nógv fylgja eisini við í súkklingini, og har sær tað sera spennandi út við tað, at vit nú hava fingið tveir súkklarar, sum eru við í besta bólkinum í Danmark. Stórar vónir verða settar til Boga Kristiansen og Rógva Johansen, sum hava fingið so góð úrslit seinastu tvey árini. Á Jersey vann Bogi bronsu í býarkoyringini.
Flogbólturin er eisini ein av best umtóktu ítróttargreinunum á oyggjaleikunum, ikki minst tí hann er so áskoðaravinarligur, og tí bóltspøl sum heild hava stóran áhuga millum fólk.
Kvinnulandsliðið hevur á hvørjum oyggjaleikum verið millum heiðursmerkjavinnararnar, og tað sama hava menninir, burtursæð frá á Jersey. Teir eru ivaleyst uppsettir upp á at koma upp aftur millum trý tey bestu, eins og kvinnurnar ikki vilja standa seg verri enn vanligt.
Í badminton hava føroyingar ongantíð verið millum tey fremstu londini í oyggjaleikahøpi, og tað er ein smeitur, at føroyameistarin hjá kvinnum, Guðrun Jacobsen, ikki fær verið við vegna skaða.
Tennis hevur heldur ikki tey stóru úrslitini at vísa á, og sum oftast hevur føroyska luttøkan í hesi fyri okkum lutfalsliga nýggju ítróttargreinini verið stutt.
Í borðtennis kom tann tá ókendi Kjartan Eli Hentze heilt í finaluna í einmansleiki og hevur sostatt eitt silvurmerki at verja. Gull er óhugsandi, tí maðurin hann tapti ímóti seinast, og sum aftur er við hesaferð, er í einum flokki fyri seg. So á ein hátt var Kjartan Eli eisini ein vinnari á Jersey.
Tryggasta føroyska gullið sær aftur í ár út til at koma í bogaskjóting, har serliga Sigrid Vang er stórfavorittur. Tað er føroyska compound liðið eisini, og so er at vóna, at alt gongur eftir ætlan, og at føroysku bogaskjúttarnir endurvinna gullið frá seinast.
Í Føroyum í 2005?
Oyggjaleikirnir hava alsamt størri áhuga runt um í heiminum, og fleiri av oyggjunum eru fjarskotnar. Falklandsoyggjarnar, Skt. Helena og Cayman Islands liggja ikki á okkara leiðum, men eru allar við. Annars eru tað bretsku oyggjarnar, sum eru best umboðaðar. Isle of Man, Jersey og Guernsey hava altíð nógv fólk við og fara ivaleyst at vinna eina rúgvu av heiðursmerkjum. Tað fara svensku oynnar Gotland og Áland ivaleyst eisini, og so er spurningurin, hvar Føroyar enda í samlaðu støðuni.
Oyggjaleikirnir verða settir leygardagin 26. juni og enda 2. juli.
Tá hesir leikirnir eru av, verður bólturin sendur víðari til Isle of Man, har hugskotið um leikirnir kom fram, og oyggin í írska havinum verður tann fyrsta, sum skipar fyri leikunum á øðrum sinni. Tað verður í 2001. Nógv bendir á, at Guernsey fær leikirnar í 2003, eins og teir høvdu í 1987, og skulu vit halda okkum til raðfylgjuna, verða Føroyar vertir fyri 11. oyggjaleikunum. Tað verður í 2005.










