Jógvan á Trøllanesi 70 ár

Tann 21. mars verður Jógvan Joensen, í Innistovu, á Trøllanesi, 70 ár. Dagurin verður hildin í morgin leygardagin, tí koma hesar reglurnar nú.

    Fyrst skal sigast, at Trøllanes er ein tann bygdin, sum eg føli meg knýttan at. Langabbi mín, langabbabeiggi Jógvan, kom av Trøllanesi, og mítt tilknýti til bygdina er fyrst og fremst takkað teimum í Innistovu, og her eigur Jógvan stóran leiklut. Vit báðir eru ”bert” fermenningar, men í heiminum hjá Jógvani er hetta nærmasti skyldskapur.
  Jógvan er sonur Mikkjal í Innistovu og Onnu, sum var av Húsum.  Hann er giftur við Gertrud, sum er av Syðradali. Tey eiga børnini Mikkjal, Durita, Birita og Annika.  Tað kann vera nevnt, at 100 ára gamla Jóhanna Mathea Skaale er fastur Jógvan.
  Eg kom fyrstu ferð til Trøllanesar í 1977, júst fyri 30 árum síðani. Síðan tá er neyvan farið árið burtur ímillum, og fleiri ár havi eg verið fleiri ferðir norðuri á Nesi.  Annars práta vit saman í telefon regluliga, so sigast kann at okkara samband er altíð  ”on line”.
  Tað sum verður sagt um tey í Innistovu, kann eisini sigast um hini húsini har norðuri.
  Blíðskapurin í Innistovu hevur alla tíðina verið frá hjartanum. Frá fyrsta degi av havi eg kunnað følt meg sum heima hjá teimum.  Tað sum liggur fremst hjá Jógvan er ættin, og tað er tiltikið hvussu nógv hann veit um ætt. Tú skal bert nevna eitt navn, so kennir hann ættina hjá teimum flestu hundraðtals ár aftur í tíðina.  Vónandi verður hansara stóra vitan niðurskrivað.
  Sjálvur visti eg, at vit vóru í ætt gjøgnum mammu mína, men Jógvan kundi fortelja mær, at var farið  longur aftur rann ættin hjá mammu og pápa í Norðragøtu saman, so skyldskapurin gjørdist dupultur.
  Kann til stuttleika nevna eitt dømi um, hvat ein slík vitan kundi og kann  nýtast til. Tá eg fyri nøkrum árum síðani fekk ein verson var ikki neyðugt at gera nakra kanning av hansara ”genum”. Eg kendi uppá staðið hansara ætt aftur til 1650.  Men hann var nú eisini systirsonur Jógvan, og hevur hetta ikki gjørt sambandið við ættina minni!
  Jógvan er annars ímynd av tí besta av bygdarmentan, soleiðis sum hon t.d. kom fram í umrøðuni av fastrini, tá hon gjørdist 100 ár. Jógvan hevur verið bóndi og her hevur hann eisini kent hvønn seyð gjøgnum fleiri ættarlið. Sonurin Mikkjal hevur tikið við bóndaskapin, men Jógvan er við kortini.
  Í Innistovu hava dyrnar altíð verið opnar fyri fremmandafólk, og tey eru eisini mong, sum eru komin inn á gólvið, sjálvt tá trupult var at ferðast. Sjálvur eri eg ofta komin norður á Nes við fremmandum gestum, og allir hava fingið ógloymandi upplivilsi har norðuri.
  Í 2001 skipaði eg fyri norðurlendskum fakfelagsfundi í Mikladali, har tað var etið á Trøllanesi. Tá eisini var farið norður á Kallin, sum er stórsligið í góðum sýni. Tá nøkur av teimum komu aftur í 2004 høvdu tey eitt ynski, og tað var at koma norður aftur á Trøllanes, og tað komu tey eisini.
  Jógvan er ein álitismaður í orðsins rætta týdningi, og hann hevur havt mong álitisstørv.  M.a. hevur hann verið limur í kommunustýrinum har norðuri. Hann hevur eisini verið limur í umsjónaráðnum hjá Norðoya Sparikassa í mong ár. Eisini hevur hann verið nevndarlimur í Mjólkarvirki Búnaðarmanna.
   Tað er ikki minst Jógvani fyri at takka, at Trøllanes er ein av teim mest liviligu smábygdunum í Føroyum, har fólkatalið, og ikki minst barnatalið, framvegis heldur sær á sama støði sum altíð.
  Tað er ótrúliga nógv, sum kundi  verið skrivað um Trøllanes,  men tað er ikki rúmd fyri tí í eini slíkari føðingardagsgrein.
  Her skal bert vera nýtt høvið at ynskja Jógvani tillukku við teimum 70 árunum við tøkk, eisini til Gertrud, fyri allar tær ferðirnar, eg havi sitið væl inni hjá teimum. Næsta ferðin til Nes verður heilt vist í morgin leygardagin!
 
 
ó.