umstøður at trívast og mennast í? Í svarinum til fyrsta spurning sigur landsstýrismaðurin, at tað at arbeiða á barnaverndarstovni krevur serligar persónligar og fakligar førleikar. – Ein sannroynd er, at ikki [...] leigumál fyri at kunna rúma hesum børnum. – Neyðugt er at nýta stutttíðarleigumál inntil varandi fyriskipan er stovnað. Tó er ein varandi fyriskipan ongantíð meira varandi enn so, at hon er tongd at talinum [...] verða innskrivað. Tað kemur eisini fyri, at børn verða útskrivað fyri seinni at verða innskrivað aftur. Eindin Barnaverndarstovnar hevur skipað seg soleiðis at sleppast kann undan óneyðugum flytingum.
politistum umborð, legði at bryggju í býnum fyri at temja uppreisturin endaliga. Hóast hesa buldrasligu byrjan í lívinum kom hesin ungi alvin hjá Ragnhild og Karsten at vaksa upp undir tryggum korum og dyggari [...] Hann var sáttmálasettur í fimm ár við tí setningi, at fáa í lag nýggjar lærara- og pedagogútbúgvingar og at umskipa frálæruna soleiðis á skúlanum, at færri fak og skeið vóru á skránni um somu tíð. Setningurin [...] stórliga við at hava teir tríggjar javnaldrarnar á skíggjanum, og teir hava skapt sær mikið álit sum informantar, greinarar og objektivir metingarmenn. Kom í hesum viðfanginum at hugsa um, at ein bók sum
tað, at vit síggja javnan, at fyrimyndir í samfelagnum, politikarar, limir í kongshúsinum og onnur, fáa bót fyri at koyra ov skjótt. - Ein orsøk kann eisini ver, at tey eru so mikið væl fyri, at ein bót [...] ikki tí, at tey halda at tað er ílagi. Tvørtur ímóti er lyndið hjá fólki at koyra ov skjótt, eitt sindur í stríð við teirra sannføring, tí kanningin hjá Gallup vísir, at 43% av bilførarunum halda, at ein [...] ímeðan nøkur heilt fá ikki siga seg vitað, hvussu skjótt tey koyra. Kortini ber kanska ikki at siga, at talan er um beinleiðis vitleysa koyring, tí kanningin vísir, at meiri enn helvtin av okkum koyra eitt
klombrum er deyðstali fyri hvøjar 100.000 íbúgvar. Tað kann vera munur á, hvussu londini gera tølini upp, tí eiga samanberingar at verða gjørdar við fyrivarni. * Svøríki: 3925 deyð (38,4). 67 deyð í 24 tímar
hann fortaldi henni, at hann hevði bjóðað uppá hetta arbeiði, sigur Marne: - Hon segði seg vóna, at eg ikki fekk kirkjuna at mála, og hon hevði heldur ikki droymt um, at eg fór at átaka mær hesa uppgávu [...] heldur Ian, at tað er frægast at fara uppeftir um morgunin, tá ið tú ert nývaknaður og úthvíldur. - Tað er líkasum, at tú hugsar minni og ert so linur, at tú gevur tær ikki stórvegis far um, hvussu høgt tað [...] duga at ímynda sær. Haraftrat kemur, at Fríðrikskirkjan stendur soleiðis fyri, at bert eitt smalt tún er niðanfyri kirkjutornið og síðan rímiliga brattur bøur oman til sjóvarmálan. Hetta ger, at niðara
Brahé Jørgensen skrivar grein um Føroya kirkjusøgu. Í hesi greinini viðger hann ta fyrstu tíðina, eftir at kristindómurin varð settur í gildi í Føroyum og trúbótina. Í ár eru 100 ár síðani William Heine-sen [...] Hansen bókmentafrøðingur grein um skald-skapin hjá Williami, sum hann nevnir: Paradis á jørð. Ella hvussu mýtan lyftir skaldskapin hja Williami Heinesen. Páll Mortensen skrivar grein, sum hann nevnir Jólagávur [...] skrivað av hundraðtals síður úr vártingbókini um Eysturoyar várting. Hesaferð úr vártingsbókini 1694-96. At enda er bókaummæli eftir Berg Hansen, sum hann nevnir Grýtuta leiðin gjøgnum 20. øld. Bergur ummælir
skiljandi, at fólki ikki dámar, at spurnartekin verða sett við, hvussu gagnligur føroyskur matur er. Men tað er ein sannroynd, at so langt frá allur føroyskur matur er heilsugóður. Vit ráða fólki frá at eta tað [...] mynd av, hvussu nógv fólk eru í vanda fyri at fáa eina ella aðra sjúku avleidda av royking, vánaligum kosti, høgari vekt, og øðrum. Kanningarnar eru tilboð til fólk, men Heðin Thomsen heldur ikki, at fólk [...] egnu heilsustøðu og at tey taka úrslit av kanningum í álvara. Jóhanna á Tjaldrafløtti, kostráðgevi, greiddi á fundinum frá um kost og hvørji tilmæli ein eigur at fylgja fyri at fyribyrgja fita, hjartasjúku
í nýggja leistinum er at tryggja eina fólksliga undirtøku fyri komandi føroysku stjórnarlógini. ? Tað fólksliga skal partvíst loysast við, at nevndin sjálv fær betri umstøður at kunna og hoyra um arbeiði [...] framhaldandi grundlógararbeiðið fer at kosta. Higartil hevur grundlógararbeiðið kostað 3 milliónir krónur og verður støðið tikið í hesum, verður mett, at írestandi kostnaðurin av at gera uppskotið til føroyska [...] eitt grundlógarráð. Eitt slíkt ráð eigur at vekja til lívs gamlan føroyskan sið. Fyrr hildu føroyingar várting í øllum sýslunum og møttu síðani á tingi á Tinganesi at røða um landsins viðurskifti, sigur Høgni
tjóðarflagg føroyinga. Løgtingslóg sigur, hvussu »Merkið« skal brúkast og hvørjir litirnir eru. Dagurin 25. apríl kallast eisini markusarmessa. TRÝST HER fyri at lesa grein hjá Una Arge um flaggið, tá tað [...] Í dag er flaggdagur, sum verður hildin til minnis um, at hendan dagin í 1940 varð føroyska flaggið, Merkið, góðkent sum flagg føroyinga. Hetta hendi undir bretsku hersetingini av Føroyum, sum byrjaði 13 [...] hertikið av týskarum 9. apríl. 25. apríl í 1940 gav bretska stjórnin boð um í bretska útvarpinum, BBC, at nú skuldu føroysk skip sigla undir føroyska flagginum, »Merkinum«. Tá vóru Føroyar hersettar av bretum
eisini áhugavert at nevna, at yvir 80% av fólkinum sigur, at prísurin fyri at koyra ígjøgnum tunnilin hevur als onga ávirkan á, hvussu ofta tey koyra, tí tey eru ongantíð setst aftur av i at tey skulu gjalda [...] skulu halda fram at gjalda, eisini eftir at tunlarnir eru útgoldnir. Felagið heldur, at kanningin kann ávirka eina politiska støðutakan til málið og tey halda ikki at tað er rætt, at felagið soleiðis leggur [...] gjald fyri at koyra ígjøgnum tunnilin og tað gjaldið skal so brúkast til at halda tunnilin fyri og til at gera tær ábøtur, sum eru neyðugar. Hinvegin nokta 27% av føroyingum fyri at halda fram at gjalda og