69% vilja gjalda fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar

TUNLAR og GJØLD Ein Gallup kanning vísir, at 69% av føroyingum vilja halda fram at gjalda fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, eisini eftir at teir eru útgoldnir

Føroyingar vilja fegnir halda fram at gjalda fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, eisini eftir at teir eru útgoldnir.
Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri felagið, sum rekur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Kanningin er gjørd í mai í fjør, ella fyri einum sløkum ári síðani.
Ein partur av kanningini er almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá tunnilsfelagnum.
Men felagið hevur ikki almannakungjørt tann partin av kanningini, sum er mest umrøddur í hesum døgum.
Og tað er spurningurin um, tey, sum koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin framvegis skulu halda fram at gjalda, eisini eftir at tunlarnir eru útgoldnir.
Felagið heldur, at kanningin kann ávirka eina politiska støðutakan til málið og tey halda ikki at tað er rætt, at felagið soleiðis leggur seg út í málið við at leggja tilfar fram, sum kann ávirka støðutakanina.

Halda fegin fram
Hendan partin av kanningini hevur Sosialurin fingið innlit í.
Og hann vísir, kanska heldur óvæntað, at heili 69% av føroyingum vilja halda fram at gjalda fyri at koyra ígjøgnum tunlarnar, eftir at teir eru útgoldnir.
Her verður kortini meint við eitt gjald, sum er lægri enn gjaldið er í dag.
Men 69% av føroyingum eru sostatt sinnaðir at rinda eitt lægri gjald fyri at koyra ígjøgnum tunnilin og tað gjaldið skal so brúkast til at halda tunnilin fyri og til at gera tær ábøtur, sum eru neyðugar.
Hinvegin nokta 27% av føroyingum fyri at halda fram at gjalda og 4% vita ikki.
Men upp aftur meiri áhugavert er tað, at eisini fólk í Vágum og í Norðoyggjum, eru sinnað at halda fram at koyra ígjøgnum tunlarnar, eftir at teir eru útgoldnir.
Gallup kanningin vísir nevniliga, at 45% av vágafólki og 51% av norðoyingum eru sinnað at halda fram at gjalda.
Harafturat vísir kanningin, at 67% av eysturoyingum, 75% av havnarfólki og 91% av sandoyingum eru sinnað at halda fram at gjalda.
Harafturat er tað heldur ikki óvæntað at stórur partur av suðuroyingum heldur, at tunnilsgjaldið skal halda fram og tað halda 82% av suðuroyingum eisini.
Gallup hevur tríggjar ferðir gjørt kanningar fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Og tað er eisini áhugavert at nevna, at yvir 80% av fólkinum sigur, at prísurin fyri at koyra ígjøgnum tunnilin hevur als onga ávirkan á, hvussu ofta tey koyra, tí tey eru ongantíð setst aftur av i at tey skulu gjalda fyri at koyra.
Loysnir heldur enn forðingar

- Hetta er ótrúliga gott at hava við sær í skjáttini, nú vit skulu arbeiða víðari við málinum um at útbyggja okkara samferðslunet.
Tað heldur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum í eini stuttari viðmerking til, at so stórur partur av fólkinum vil halda fram at rinda tunnilsgjald, hóast tunlarnir eru útgoldnir.
Vit hava spurt hann, hvat heldur um úrslitið av Gallup kanningini, sum vit umrøða í hinari greinini her á síðuni.
- Tað er stórt spell at vit hoyra so nógv til tær forðingar, sum eru og so lítið til tær loysnir, ið kunnu vera, sigur hann í eini stuttari viðmerking.
Eitt, hann sipar til, er kravið frá borgarstjórum í Vàgum og í Norðoyggjum, og øðrum, um, at tá ið tunlarnir eru goldnir, skal tunnilsgjaldið avtakast.
- Eg taki hetta sum eina kraftig fyribilsreaktión, kanska tí at teir hava sæð fyri sær, at tunnilsgjaldið skal avtakast.
- Men skattgjaldarin skal so undir øllum umstøðum rinda fyri at halda nlarnar um tað so verður við tunnilsgjaldið ella umvegis skattarokningina.
Kári P. Højgaard ivast heldur ikki í, at verður tunnilsgjaldið tikið av, noyðast politikararnir eisini at gera tað ókeypis at sigla við Strandferðsluni.
- Tað kann ikki vera rætt, at summi skulu rinda fyri at sigla við ferjum, tá ið onnur sleppa undan at rinda fyri at koyra ígjøgnum tunlar.
- Tað eru stórar upphæddir, sum skulu fíggjast og skal tað bera til, verður neyðugt at tunnilsgjaldið heldur fram.
Hann sigur, at tí kemur tað væl við, at so stórur partur av fólkinum tekur undir við eini samhaldsfastari loysn, eisini av vágafólki og norðoyingum.
- Fyri mær at síggja, verður tað ótrúliga tórført at halda fram at knýta oyggja saman, um so er at tunnilsgjøldini skulu takast av, sigur Kári P. Højgaard.