Klokkan 19.45 fer estlendski dómarin Kristo Tohver at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli, har tað verður fullsett. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Føroyar og Kroatia hittast í fótbóltslandsdysti. [...] Hvítarussland. Fyri ein av føroysku spælarunum er dysturin í kvøld serligur á tann hátt, at hetta verður 50. ferðin, at hann verður á landsliðnum. Tað er Gunnar Vatnhamar, sum nú umboðar Víking Reykjavík, [...] við 95 dystum. Um Jóan Símun Edmundsson verður á vøllinum í kvøld, so verður tað 95. ferðin, at hann fer at umboða føðilandið.
betur fyri tann einstaka og okkum øll, sum her búgva og virka. At handa ársins herðaklapp á Vestmannadøgunum, er ein máti hjá kommununi at siga takk. Aftur í ár komu fleiri góð boð inn til kommununa um [...] hava uppiborið herðaklappið. Viðkomandi, sum vit nú fara at heiðra, hjálpir til í tí stilla. Tær 13 kvinnurnar, sum hava sent uppskotið inn siga, at viðkomandi, sum hevur uppiborið herðaklappið í ár, er sum [...] afturfyri. Og av tí, at hon ger alt í tí stilla, so eru tað sikkurt eisini rættiliga nógv, sum ikki vita um ta arbeiði, ið hon ger fyri bygdina, ella hvør hon kanska er, tí hon so at siga flýgur undir radaranum
Fransmenn eru góðir, og vit skulu rokna við, at teir vera spælstýrandi. Men tað ræður eisini um at vit trúgva upp á okkum sjálvar, og vónandi ber til at fáa okkurt burturúr. Eitt stig hevði verið gott [...] stigatali. Men samstundis skal havast í huga, at dysturin í dag er tann fyrsti hjá Frankaríki í hesari undankappingini, og tí er ilt at meta um, hvat teir fara at koma við. Teir fyrstu ellivu, ið Ólavur Mikkelsen
víst á, at Svøríki níggjunda árið á rað liggur á odda í íløgum í gransking og menning. Svøríki, Danmark, Finnland, Belgia, Eysturríki og Týskland hava nú rokkið málinum hjá Evroparáðnum um at gera íløgur [...] gransking og menning í 2023. Størsta minkingin var í Føroyum. Havast skal í huga, at sveiggj í íløgunum kunnu væntast at vera størri í Føroyum, tí fólkatalið og granskingarumhvørvið er nógv minni enn í [...] og menning í 2023 samanborið við 2022. Nýggj hagtøl úr Norðurlondum og øðrum londum í Evropa vísa, at Føroyar liggja langt aftanfyri hini Norðurlondini og niðanfyri flestu onnur lond í Evropa, tá gjørt
her vóru eini 200 fólk. - Her var nógvur góður matur at fáa úr heimsins herðashornum, og her var góður tónleikur og dansur, eins og her var list at hoyra og síggja. Harumframt greiddi Daysi Lagos Jóanesarson [...] higar at spæla hondbólt, og nøkur fá hava búsett seg í samband við arbeiði. Summi hava eisini búð í Vestmanna í meira enn eina hálva øld, meðan onnur eru flutt fyri kortum. – Vit eru so heppin, at ein lítil [...] Jóanesarson væl og skemtiliga frá, hvussu tað var at flyta úr Honduras til Vestmanna. Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag. Í Vestmanna búgva 51 tilflytarar úr yvir 20 londum og úr
hann at ganga regluliga við posti og fór mest at arbeiða inni á posthúsinum. Hann gjørdist pakkmeistari. Tó bar hann framvegis post við peningi út. Tummas legði frá sær í 1939, tá ið heilsan fór at bila [...] m beinanvegin við teimum trupulleikum hetta skapti Kristani, at eingin var at seta hann inn í viðurskifti. Men Kristian ber Dagmari, at hon var eitt fitt fólk. Tey tóku eina gentu til fosturs. Hon endaði [...] undangongumaður at dyrka grønmeti og dyrkaði eisini fleiri sløg av berum, so tað vóru til dømis nógvar rabarbur eins og ber seld. Men einki skuldi fara til spillis, tí hevði hann kaninir at eta tann partin
hetta er ikki bara ein lívsháttur. Tað er eini herðindi, hetta, hugurin at fáa okkurt at bera til -! _ _ _ _ _ Eftir er bara at ynskja tær Hera og Evu og børnum tykkara: Rúnu, Dias, Judith, Heidi og Randi [...] “bláa landsins”. Tann einasti skuggi í huganum var, at vit ikki fingu verið við til veitsluna í “Bethel”, har ið mong høvdu leita inn hetta kvøldið fyri at fagna Hera. Sum tó tíðin fer, og nú strýkur 71 ára [...] ára dagurin aftur við borðinum. Men so ber til at viðmerkja, at Heri er ikki ein maður tú telur í 10-falda-árum. Hann er ikki hvør sum helst, og ein lítil nakað seinkað heilsa er betri, enn ein størri søgd
Toftum. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00, har tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá innan 20. juni, á tlf. 257021 (Rósa) ella 289091 (Frits), eftir kl. 17 [...] Ítróttarhúsinum á Svangaskarði frá kl. 14.00. Tey, sum vilja gleða okkum við at halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at boða okkum frá hesum innan týsdagin 28. juni á tlf. 279704 (Fríða), 220254 [...] Vælkomst verður í Samljóð í Skopun kl. 18.30. Tey sum vilja gleða okkum, við at halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 20. juni á tlf. 361600. Brúdleyp Leygardagin 9. juli kl
bjóðaði sær at taka Sámal við sær niður og seta hann í læru. Sjálvur hevði Sámal besta hug til at lesa, men hetta segði pápin nei til. Tað var heldur ikki ráð til tað. Hann vildi eisini hava sonin at fáa sama [...] nýtti samstundis høvið at síggja seg um í Danmark. Sámal gjørdist sjúkur av skarlaksfepur og fór við tungum huga heim aftur í 1868. Tá var læraraskúli byrjaður í Havn, og Sámal vónaði at kunna gerast lærari [...] amtmanni, men pápin segði nei. Hann vildi hava sonin at taka við starvinum sum politistur ella jekari, sum tað kallaðist. Samstundis lovaði hann pápanum at vera hjá mammuni, tá ið hann sjálvur doyði. Tað var
sum vildu hava Kieran Lynch at gera ljóð hjá The Edge í bólkinum til teirra World Tour, fortelur Høgni Reistrup, sum eftir øllum at døma hevur fingið ein dugnaligan íra at ljóðblanda sína fløgu, sum Tutl [...] og ósexutt tilgongd Uttan at Høgni sjálvur sigur tað, skuldu yrkingarnar helst verið sterkari í mun til fyrru útgávu hansara. Undir øllum umstøðum hevur hann gjørt sítt til at menna seg sum yrkjara. – Eg [...] lurtaranum, heldur Høgni Reistrup. Hann vísir á, at hóast fløgan ikki telur meira enn tíggju løg, so er hon umleið 50 minuttir til longdar. Tað merkir, at hvør sangur er umleið fimm minuttir til longdar