Sámal á Krákusteini: Okkara kendasti politistur

Sámal á Krákusteini er eitt sera kent navn í Havn, hóast tað eru nærum 80 ár síðani, hann doyði. Men Sámal hevur gjørt seg ódeyðiligan við síni skriving, sum í 2008 kom út í bókini Memoirer og Autobiografi. Umframt hetta er framvegis eitt “livandi” minni um Sámal. Hetta er nevniliga hansara vakri gravsteinur í gamla kirkjugarði

Sámal var føddur í 1852. Foreldrini hjá honum vóru Daniel Fr. Samuelsen, timburmaður, og Lorenze Jacobsdatter. Tey giftust 13. november 1851. Vit vita so ein gest, sum var í brúdleypinum. Hetta var Elsebeth Kristina Evensen, sum seinni giftist við handilsforvaltaranum Christoffer Michael Olsen, fyrr umrøddur í hesi røð.
Dánjal og Lorense búðu nærindis Skansanum. Tí­­skil kom Sámal frá barns­beini av at uppliva lívið á Skansanum, har pápi hans­ara eisini starv­aðist. Har­við skaptist tann áhugi, sum skuldi gerast hansara lívsstarv.
Sámal fekk undirvísing heima til hann varð 9 ár. Síðan gjørdist hann ein av fyrstu næmingunum í real­skúlanum.
Sámal varð konfirmer­aður inni á Nesi av V.U. Hammershaimb, tí tað var eingin prestur í Havn vet­urin 1866-67. Yvir­lær­arin á realskúlanum, Bojsen, sum í 1867 flutti til Danmarkar, bjóðaði sær at taka Sámal við sær niður og seta hann í læru. Sjálvur hevði Sámal besta hug til at lesa, men hetta segði pápin nei til. Tað var heldur ikki ráð til tað. Hann vildi eisini hava sonin at fáa sama starv sum hann sjálvur.
Sámal fór niður og arbeiddi sum snikkari. Hann nýtti samstundis høvið at síggja seg um í Danmark.
Sámal gjørdist sjúkur av skarlaksfepur og fór við tungum huga heim aftur í 1868. Tá var læraraskúli byrjaður í Havn, og Sámal vónaði at kunna gerast lær­ari. Hann var stuðlaður av sovæl presti sum amt­manni, men pápin segði nei.
Hann vildi hava sonin at taka við starvinum sum politistur ella jekari, sum tað kallaðist. Samstundis lovaði hann pápanum at vera hjá mammuni, tá ið hann sjálvur doyði. Tað var eingin annar til tess, tí Sámal var einabarn. Tí mátti hann eisini siga nei, táið hann seinni aftur fekk í boði at fara til Danmarkar.
Hetta endaði so við, at Sámal 21 ára gamal fekk starv við politiið tann 1. oktober 1873, og 1.apríl 1886 varð hann útnevndur til kvartermeistara. Hetta starv hevði hann inntil hetta starv varð avtikið í 1902. Tá fekk hann heitið “politibetjent for Færø Amt.” Í 1922 fall Sámal fyri aldursmarkinum.

Slagsmál á
Doktaragrund í 1899
Petur Alberg hevði í síni dagbók áhugaverdar og stuttligar frásagnir um hendingar, har Sámal eisini var við í. Henda er frá 22. juni 1899:
I Aften Kl. 10 var der Slagsmaal nede paa Doktorgrund, hvor nogle Grimsbyere fra Sluppen Presto var fulde og sloges indbyrdes. 3 blev arrester­ede, hvoraf den ene maatte bindes. Den sidst­nævnte gik ganske rolig mellem to Politister, Kvartermester S.F. Samuelsen og Menig Daniel Midjord. Pludselig slog han sig løs og løb fra dem baglæns, men kun et lille Stykke. Politisterne løb efter ham, men han rettede saa kraftige Slag mod Kvartermesteren, at denne ikke kunde komme til ham. Medens han saa­ledes stod og boksede med Kvartermesteren, kom Augustinus Hansen gaa­ende nede efter. Saa raabte Kvartermesteren til ham og bad ham tage Grimsbyeren bagfra. Augustinus tog da og smed ham ned paa Gaden, hvor han blev holdt, til Kvartermesteren kom med Baand at binde ham med. Saa blev Grims­byeren sammen med to af sine Kammerater sat i Arresten. Den ene af de to andre slap nok med en Pengebøde. Men denne, Boxeren, er nu til Forhør i Dag og faar vist en god straf, da han har slaaet Kvartermesteren.

Áhugaverdar endurminningar
Bókin hjá Sámali er sera áhugaverd. Her umrøður hann allar tær stóru hend­ingar í Havn í hansara nær­um 80 ára langa lívi.
Sum rímiligt er, so skrivar hann nógv um sítt arbeiði, millum annað um tær ferðirnar hann fór til Danmarkar við fangum, sum fóru niður at sita.
Umframt hesa bók hevði hann eina stóra grein í Dimmalætting fyrst í 1928 um søguna hjá Havnar Skansa.
Men Sámal hevði eisini áhugamál. Hann var virkin í Meinigheitshúsinun í Havn, har hann var nevnd­ar­limur. Hesir skiftust um at hava ábyrgdina eina viku i senn.
Sámal var ikki bara trúgv­ur í sínum skifti, men hann tók eisini ofta skift­ini, sum aðrir skuldu hava. Viðhvørt las hann lestur, men oftast talaði hann um eitthvørt upp­byggiligt evni.
Ikki sjáldan var hann noyddur at koma á fundin beinleiðis úr arbeiði sunnu­dagar. Hann hongdi tá poli­tifrakka og húgvu í gong­ina í Meinigheits­húsinum, fór so inn at halda fyri­lest­ur ella lesa lestur, og so aftur í tænastubúnan til arbeiðis.
Frá 1890 til 1914 var Sámal ofta avloysari sum kirkjutænari, klokkari og deknur.
Sámal var eisini ein av innkallarunum til jóla­fundin í 1888.

Tá ið Sámal fylti 70 ár skrivaði Dimmalætting:
S.F. Samuelsen er alminde­lig afholdt og har mange Venner ikke alene her i Thorshavn men overalt paa Færøerne. Endskønt han nu er naaet Støvets Aar, er han endnu rask og rørig som faa, jovial, elskværdig paa alle omraader hvad ent­en det gælder Fortid eller Nutid, og det er en For­nøjelse at tale med ham.
Hr. Samuelsen er be­­naadet med Dannebrogs­mændenes Hæderstegn og fik under Kongebesøget i Fjor af Hans Majestæt overrakt Erindrings­medaljen i Guld.
S.F. Samuelsen har i alt været ansat i Polititjenesten i c. 49 Aar. Dette har været en enestaende lang og sikkert ogsaa anstrængende og besværlig Arbejdsdag, hvorefter Hvilen er vel­­fortjent. Med ønsket om, at Livets Aften maa blive lys og lykkelig og maa forme sig som en rolig og fred­fuld Hvile­stund for den aldrende Hædersmand, vil vi afslutte disse linjer.

Kona og børn
Sámal var giftur við Susanne J.F. Nielsen (1856-1937). Hon var ættað úr Saltangará og kom 20 ára gomul til Havnar at tæna hjá grannanum, um­­rødda Christoffer M. Olsen.
Tey bæði fingu børnini Daniel (1881-84), Johanne Margrethe (1883-1919), Niels (1887-1958, Hjalmar (1889-1961) Anton (1892-1956) Helene (1896-1976) og Lorentze (1896-1980.) Øll børnini blivu doypt Kragesteen eftir staðar­navninum, har tey búðu.


Í komandi parti verður greitt frá versoni Sámal, sum var millum teir fyrstu, sum fingu bil í Før­oyum, og sum doyði av eini spreingi­vanlukku
á nýggja hospitali­num í 1924