SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ungi havnarmaðurin Høgni Reistrup varð fyri trimum árum síðani nógv róstur fyri fyrstu útgávu sína Hugafar á ferð. Lætti tónleikurin og føroysku yrkingarnar fóru beint inn í hjørtuni á mongum føroyingi, og onkur ummælari samanbar hann við sjálvan Kára P.
Tá var Høgni Reistrup 23 ára gamal. Síðani eru smá trý ár løgd aftrat árunum, sum kortini ikki eru meira enn 26 í tali. Høgni Reistrup er nú klárur við síni næstu útgávu.
Aftur hesaferð er talan um føroyskar yrkingar burturav. Tíggju yrkingar tilsamans.
Drúgv og ósexutt tilgongd
Uttan at Høgni sjálvur sigur tað, skuldu yrkingarnar helst verið sterkari í mun til fyrru útgávu hansara.
Undir øllum umstøðum hevur hann gjørt sítt til at menna seg sum yrkjara.
– Eg havi fingið fleiri royndir at byggja mínar yrkingar á nú. Eg havi lisið nógv, ikki minst á føroyskum. Serliga fagrar bókmentir. Enn tá Ó hjá Carl Jóhan Jensen havi eg lisið, helst sum tann einasti føroyingurin undir 30, sigur Høgni Reistrup skemtandi.
Hóast hann gott kann skemta við hesum, tekur Høgni Reistrup yrkingauppgávuna í stórum álvara. Føroysku bókmentirnar, hann hevur lisið, hava givið honum íblástur og ríkað hansara egna mál.
Hetta hevur eisini verið ynski hansara. Av tí sama hevur Høgni eisini verið partur av einum bólki, har tey hava skrivað yrkingar, útvekslað tilfar, lisið fyri hvørjum øðrum og fingið kritikk. Positivan eins væl og negativan kritikk.
– Tað hevur verið ein drúgv tilgongd, og eg brúki nógva tíð um at seta orð saman. Í so máta er talan um eina øgiliga ósexutta prosess, har eg siti langa tíð og arbeiði við einstøku yrkingunum, greiðir Høgni Reistrup frá og leggur aftrat:
– Tað er lítið romantiskt, tí tað er ikki soleiðis, at eg vakni tíðliga á morgni og havi eina heila yrking í høvdinum, sum bara má festast á blað.
Verið víða við tilfarinum
Í roynd og veru fevnir tilfarið á nýggju fløguni, løg og yrkingar, yvir eitt trýáraskeið. Fyri einum ári síðani byrjaðu Høgni og nakrir aðrir at venja tilfarið á Øresunds Kollegiinum á Amager í Keypmannahavn.
Í summar vórðu sangirnir spældir inn í ymsum upptøkuhølum í Havnini og úti í Nolsoy. Síðani hevur Høgni Reistrup verið í Dublin í Írlandi við fløguni, sum ein ávísur Kieran Lynch hevur ljóðblandað. Kieran Lynch hevur áður givið stórum nøvnum sum U2, R.E.M, The Corrs og Elvis Costello eina hjálpandi hond.
– Meðan vit arbeiddu við míni útgávu í Dublin, ringdi telefonin. Tá vóru tað teir í U2, sum vildu hava Kieran Lynch at gera ljóð hjá The Edge í bólkinum til teirra World Tour, fortelur Høgni Reistrup, sum eftir øllum at døma hevur fingið ein dugnaligan íra at ljóðblanda sína fløgu, sum Tutl gevur út mánadagin.
Øðrvísi útgáva
Kieran Lynch hevur sostatt gjørt sítt til, at nýggja fløgan hjá Høgna Reistrup er ólík tí fyrru.
– Fløgan ljóðar ikki so føroysk, sum Høgni sjálvur sigur tað. Men harumframt eru eisini fleiri onnur ting, ið gera hana øðrvísi í mun til fyrru útgávuna.
Sambært Høgna Reistrup sjálvum er kompositiónin meira fjølbroytt.
– Tað henda fleiri ting í sangunum og tað krevur meira fordjúpan av lurtaranum, heldur Høgni Reistrup. Hann vísir á, at hóast fløgan ikki telur meira enn tíggju løg, so er hon umleið 50 minuttir til longdar. Tað merkir, at hvør sangur er umleið fimm minuttir til longdar.
Á lagnum »Oyggin við oynna«, sum varð útgivin sum single herfyri og kom beint inn á fyrsta plássið á 15 teimum bestu í Útvarpinum, verður Høgni Reistrup stuðlaður av Tórshavnar Manskóri. Á onkrum øðrum løgum á fløguni luttaka blásarar og strúkarar. – Eg haldi henda fløgan hevur meiri tyngd og er kanska eitt sindur myrkari, sigur Høgni Reistrup, sum hevur givið fløguni heitið Trý fet frá tilveruni.
Høgni hevur flutt seg
Høgni Reistrup greiðir frá, at hann á hesi útgávuni onkursvegna virkar sum eitt slag av eygleiðara.
– Eg taki meg aftur, standi á síðulinjuni og eygleiði tað, sum hendir í veruleikanum rundan um meg, sigur Høgni Reistrup, sum harvið eisini sigur, hví fløgan hevur fingið navnið Trý fet frá tilveruni.
– Hetta er ein fløga um ein ungan mann og hansara ferð gjøgnum dagsins samfelag. Tí er eisini okkurt atfinningarsamt um okkara samfelag og soleiðis sum tað er háttað, fortelur Høgni Reistrup, sum kortini ikki er nakar samfelagsrevsari.
Men í mun til fyrstu fløguna, er henda ikki líka pen, men leitar heldur meira tann óreina vegin.
– Hin fløgan var kanska eitt sindur naiv og fitt, og tað eri eg so farin burtur frá, sigur Høgni Reistrup. Men hóast fleiri broytingar, so er ein felagsnevnari fyri fløgunar báðar føroysku yrkingarnar.
Hetta hevur Høgni Reistrup hildið fast við, hóast hann hetta tíðarskeið hevur livað sum føroyingur í útlegd, har hann hevur búð bæði í Århus, Keypmannahavn og Dublin, og tískil kanska heldur átti at yrkt á donskum ella enskum.
– Eg kenni tað ikki sum nakra skyldu, men vil gjarna yrkja á føroyskum. Eg kundi sjálvandi valt at goymt meg aftanfyri enska málið og verið meira bersøgin í mínum yrkingum, men mær dámar væl føroyska málið og havi eisini fleiri litir á føroyskum, sigur Høgni Reistrup og leggur aftrat.
– Eg vil heldur raka eina lítla fjøld, sum hevur stóran áhuga fyri mínum tilfari, enn eina stóra fjøld, sum hevur lítlan áhuga fyri tí, eg geri.
-----------
FAKTA
Høgni Reistrup er føddur í Havn tann 18. januar 1984 og tað er eisini í Havn, at Høgni Reistrup er uppvaksin. Seinastu árini hevur Høgni Reistrup slept Føroyum og Havnini, hann flutti til Århus og tók eina útbúgving sum bachelor í mediuvísind á Århus Universitet. Síðani flutti Høgni Reistrup til Keypmannahavn, har hann fór undir at eina candidat útbúgving og er júst byrjaður at skriva høvuðsuppgávu sína.
Fløgan Trý fet frá tilveruni er tann næsta hjá Høgna Reistrup. Hin fyrra bar heitið Hugafar á ferð og varð útgivin í 2007. Umframt fløguútgávurnar hevur Høgni Reistrup eisini verið partur av bólkinum Lawets, sum millum annað gjørdi vart við seg á Prix Føroyar í 2003 og 2005.
Í dag kenna tey flestu Høgna Reistrup best sum sangara og gittarspælara, men hann hevur eisini spælt cello í mong ár, og var tá ein partur av Føroya Symfoniorkestri.