sigur fyri, at panamerikanska endaspælið skal verða fullkomið fyri Grønlendingar. Klokkan 17 í dag spælir Grønland bronsufinalu ímóti Chile, ið altjóða veddingarfyritøkur tó hava sum favoritt at vinna br [...] stórtapinum í samrøðu við grønlendska blaðið Sermitsiaq. Ingi Olsen sigur við Sermitsiaq, at hann hevði ikki megnað at seta grønlendsku spælararnar nóg nógv upp til hálvfinaluna ímóti Argentina: - Hetta var [...] rokna við einum torførum dysti. Men vit fara sjálvandi eftir at vinna bronsuheiðursmerkini, sigur Ingi Olsen við Sermitsiaq. HER ber til at stroyma dystin millum Grønland og Chile. Finalan millum Argentina
nýggjastu metingini av Eik banka staðfest, at við stóru útskiftingini í nevndini eru førleikar farnir fyri skeyti. Tí hevur fíggjareftirlitið heitt á Eik banka, um at gera eina sjálvsmeting í mun til núverandi [...] núverandi samansetingina av nevndini í bankanum. Hyggja vit eftir broytingunum í nevndini í Eik er tað at siga, at útskiftingin hevur verið stór. Les eisini: Torben Nielsen ov stórt vald í Eik Í 2014 vóru níggju [...] umframt tvey starvsfólkaumboð. Metingin hjá Fíggjareftirlitinum er, at tá útskiftingin hevur verið so stór, er Eik banki ov bundin at Torben Nielsen, sum hevur sitið sum nevndarformaður hesi seinastu árini
Føroya Fiskimannafelag mælir til, at tilfeingisskatturin skal roknast av úrslitinum hjá hvørjum einstøkum skipi sær - eitt felag fyri hvørt skipið - fyri at sleppa undan, at úrslitið við roknskaparligum snildum [...] spekulasjón í rættindum, men sum fremur størst møguliga virðisøking og nýmenning, og sum letur upp fyri, at ein og hvør kann bjóða seg fram. So stutt kann uppskotið hjá Føroya Fiskimannafelag til eina nýggja [...] fyri sjálvt fiskiloyvið. - Útlutingin skal fara fram umvegis eina almenna tilfeingisbúð á tann hátt, at treytir verða settar til hvørt einstakt loyvi, sum verður tíðaravmarkað, og so skal ein nevnd – ein
samstundis besta úrslitið hjá felagnum nakrantíð. Leiðslan fegnast um, at føroyska felagið kann vera í fremstu røð í altjóða kappingini um at fáa sum mest burtur úr hvørjum seldum kilo. Tøkan av laksi í 1. [...] fóðrinum, sum Havsbrún framleiddi í 2010, umframt at feløgini áttu partabrøv hjá hvørjum øðrum. Útlitini fyri 2011 eru góð. Keypið av Havsbrún væntast at betra kappingarførið hjá felagnum. Virksemi felagsins [...] tíðarskeiðinum. Treytað keypsavtala varð undirskrivað við eigararnar av Havsbrún tann 10. apríl um, at Bakkafrost keypir øll partabrøvini í felagnum. Ein av treytunum er góðkenning frá Kappingarráðnum.
Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@post.olivant.fo áðrenn 3.desember [...] í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry-o@olivant.fo ella palin [...] gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á heimatlf. okkara 455646, tlf. 224750 og tlf. 225698, til og við leygardagin
Veruleikin er tann, at ísraelsku vatnmyndugleikarnir hava víst aftur ákæruna frá Amnesty International, sum varð kunngjørd 27. oktober, og sum førir fram, at ísraelar drekka seg ótystar av vatni, sum [...] skuldu fingið. Vatnmyndugleikar Ísraels vísa øllum áskærum aftur og siga, at palestina-arabarar framvegis bróta Oslo-sáttmálan við at bora ólógliga eftir vatni og dálka natúruna við óviðgjørdum avlopsvatni: [...] einaferð enn á rangan hátt at seta Ísrael fram sum eitt harðræðisstýri. Frágreiðingin verður borin fram á ein trongskygdan hátt, sum einans gevur Ísrael skyldina fyri alt, soleiðis at palestinska leiðslan verður
í styttri og longri tíðarskeið, eftir at lærutíðin var lokin, arbeitt hjá Elinborg. Tað hevur verið og er nógv lív í frisørstovuni í Gerðum. Eyðkent hevur verið, at kundarnir kenna seg væl, og tænastustøðið [...] føddur í 1983 og Ari føddur í 1989. Elinborg er omma at Tóka, sum Jógvan eigur saman við Vivian Bjartalíð. Í frítíðini hevur Elinborg dámað væl at fingist við handarbeiði, eitt nú tøving. Hon hevur sungið [...] børn, sum øll búgva í Klaksvík: Andras (1945), Elinborg (1950) og Hjørdis (1955). Beinanvegin eftir at Elinborg sum 15 ára gomul hevði biðið skúlanum farvæl, fór hon í læru, og síðani 1965 hevur frisørarbeiðið
var tó lítið at síggja til nakra kreppu fyrstu løtuna av dystinum leygardagin. Strandingar lupu avstað, tá dysturin varð blástur ígongd. Hoyvíkingar hava eisini havt sínar trupulleikar at dragast við seinastu [...] seinastu umførini, og tað var ikki líkt til, at nakrir av hesum vóru loysir. Sum hálvleikurin leið, fekk H71 tó betur fatur á dystinum. Fýra mál á rað syrgdu fyri, at munurin gjørdist millum lítil og eingin [...] fekk otað seg upp á plássið, sum gevur atgongd til finaluplássið. Men tað er eingin ivi um, at teir iðra seg um, at teir ikki liggja einsamallur á hesum plássinum í dag. Fakta um dystin H71-StÍF 27-27 (13-15)
plaga at koma við umleið 2500 tonsum tilsamans hvørja ferð, og nú koma tey á fjórða sinni á Fuglafjørð í ár. Hesi skip eru soleiðis vorðin høvuðsveitari av ráfiski til Havsbrún. Men við tað, at veiðan [...] fer samlaða ráfiskanøgdin hjá okkum higartil í ár at liggja um 20.000 tons. Tað er meiri, enn vit høvdu roknað við, tá árið byrjaði. Hann sigur, at útlitini í ár ikki er nakað serlig, og tá virkið um [...] av ráfiskinum, sum tey høvdu sett sær vónir um at fáa. Spurdur, um føroysku skipini hava lagt nakra last upp í Fuglafirði higartil í ár, sigur Hartvig, at tað hava tey ikki. - Vit hava fingið nøkur fá tons
Bylgjan segði formaðurin hjá KÍ, Fríðin Ziskason í gjár, at tey mugu leggja stórtapið aftur um seg og koma víðari. – Hesa vikuna er umráðandi, at leikarar og øll onnur kring hópin hugsa HB, HB, HB og einki [...] ikki galdandi. Tískil er hann tøkur hjá Sámal Erik Hentze hóskvøldið og spennandi verður at síggja, um venjarin fer at gera brúk av liðformanninum á U21-landsliðnum. Ein annar – keðiligur – trupulleiki er [...] næstfægst mál og latið næstflest ígjøgnum. Lagið hevur verið ringt í Klaksvík í langa tíð, men eftir at Todi Jónsson, Atli Danielsen, Páll Klettskarð og Hjalgrim Elttør komu aftur, og liðið vann á 07 Vestur