14 stig í 17 dystum. KÍ liggur næstaftast í Vodafonedeildini, hevur skorað næstfægst mál og latið næstflest ígjøgnum. Lagið hevur verið ringt í Klaksvík í langa tíð, men eftir at Todi Jónsson, Atli Danielsen, Páll Klettskarð og Hjalgrim Elttør komu aftur, og liðið vann á 07 Vestur, kveiktist ein lítil vón aftur.
Sunnudagin var liðið tó fullkomiliga eyðmýkt við Margáir. 7-0! Ongantíð áður hevur KÍ tapt so stórt, og um kappingarárið ikki skal fara fullkomiliga í vask, skulu stig á kontoina hóskvøldið.
Jákup og Todi við
Til hesa uppgávu er KÍ nakað væl betri fyri, enn til dystin í móti EB/Streymi. Jákup Mikkelsen hevur vant í vikuni og verjir málið aftur hóskvøldið. Jógvan Isaksen er við aftur eftir leikbann, og so hevur Todi Jónsson eisini vant niðri um dagarnar uttan stórvegis trupulleikar, so í Klaksvík verður eisini roknað við honum.
KÍ má tó framvegis vera Jógvan Isaksen, sum hevur trupulleikar við lærkrikanum, og Erland Berg Danielsen, ið er langtíðarskaddur, fyriuttan.
Við heimasíðuna hjá fjepparafelagnum Bláa Bylgjan segði formaðurin hjá KÍ, Fríðin Ziskason í gjár, at tey mugu leggja stórtapið aftur um seg og koma víðari.
– Hesa vikuna er umráðandi, at leikarar og øll onnur kring hópin hugsa HB, HB, HB og einki annað, segði hann.
Vagnur ikki við
Sámal Erik Hentze, venjari hjá HB, hevur eisini síni ting at hugsað um. Ein positivur trupulleiki er Christian Restorff Mouritsen. Sum tað stendur aðrastaðni her á síðuni, varð sáttmáli hansara við B36 ikki galdandi. Tískil er hann tøkur hjá Sámal Erik Hentze hóskvøldið og spennandi verður at síggja, um venjarin fer at gera brúk av liðformanninum á U21-landsliðnum.
Ein annar – keðiligur – trupulleiki er støðan hjá Vagni Mohr Mortensen. Eftir dystin móti 07 Vestur gjørdist greitt, at Vagnur Mohr Mortensen hevði meitt sær fótin og er tískil ikki tøkur. Tí skal nýggjur maður inn í miðverjuna, og hesin kann gerast Svend Fuglø Jacobsen.
Umframt Vagn er eisini Símun Rógvi Hansen skaddur. Hann hevur hann trupulleikar við lærkrikanum í eina tíð. Hesa tíðina hevur Marcin Dawid vart málið hjá HB og tað ger hann eisini hóskvøldið, tá HB skal staðfesta, at teir ikki havi gummibein eftir tríggjar javnleikir á rað og so ein tepran sigur á botnliðnum 07 Vestur sunnudagin.










